hósdagur 23. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Frá januar til apríl í ár
ferðaðust 102.882
ferðafólk um flogvøllin í
Vágum, og tað eru 11,6
prosent meiri enn í sama
tíðarskeiði í fjør.
Mánadagin leitaði
løgreglan eftir einum
ferðafólki í haganum í
Sandvík. Kvinnan kom
aftur í aftur í øllum
góðum.
Sigrun Gunnarsdóttir
og Beinta á
Torkilsheyggi eru
valdar út millum 1.638
listafólk at luttaka í
listaframsýning á »Det
Nationalhistoriske
Museum«
Ikoniska kioskin hjá Astu
er aftur komin til heiður
og æru á Vaglinum í Havn,
har hon hevur staðið
síðani 1935.
Landssjúkrahúsið
verður 51 milliónir
dýrari enn væntað
Nekari
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Frá januar til apríl í ár ferðaðust
102.882 ferðafólk um flogvøllin í
Vágum. Tað eru 11,6 prosent meiri
enn í sama tíðarskeiði í fjør
102.882
Á Facebookbólkinum “Føroysk
Rættstaving” hevur heitt kjak verið
um, hvørt orðið “nekari” er niðrandi
ella ikki. Í atkvøðugreiðsluni hevur
meginparturin atkvøtt nei, meðan
viðmerkjararnir grundgeva væl fyri,
hvussu týdningurin av orðinum hevur
broytt seg gjøgnum søguna. Fleiri
skilja ikki, hví summi hava tørv á
varðveita eitt orð, sum fólk særast av
- meðan onnur siga, at tað avgerandi
er, hvussu mann brúkar orðið
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
KÍ hevur fingið nýggjan
høvuðssponsor - Sprotin.fo
Lat okkum fáa ein mini-
bý, mini-bygd ella mini-
býling við húsatúgvum
Andøvsgul upp í ein strúk úr norði,
8 til 13 m/s, sum minkar í gul
til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s.
Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin
alt samdørgið millum 3 og 8 stig.
Lot til andøvsgul úr landnyrðingi,
sum um náttina snarar móti
norði, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur
turt og stundum sól. Hitin alt
samdørgið millum 2 og 7 stig.
Gul til stívt andøvsgul úr norði, 5
til 10 m/s, sum um náttina minkar
í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s.
Yvirhøvur turt, og nakrir sólglottar
vera at góma. HtiMest tørt vejr
og i perioder lidt sol. Hitin alt
samdørgið millum 3 og 8 stig.
8-13 m/s
2-7 m/s
Hesa vikuna hava Føroyar og
føroyingar gjørt vart við seg í tveimum
førum á altjóða pallinum.
Andreas Høgenni, framstormandi
filmskaparin, fekk eina virðisløn á
filmfestivalinum í Cannes fyri filmin
“Ikki illa meint”
Nú hoyra vit ofta um at stuttfilmir
fáa virðislønir av ymiskum slag, uttan
at tær tó eru so viðurkendar.
Soleiðis er ikki við teimum
virðislønum, sum verða lætnar í
Cannes. Tær eru viðurkendar á hægsta
støði í filmsheiminum og lata ofta
hurðar upp fyri teimum, sum fáa hesar
virðislønir.
Andreas Høgenni er sjálvandi eyka
takksamur, tí filmurin, sum nú fekk
virðislønina, var gjørdur av neyð.
Fuglakrím forðaði honum at gera
upprunaliga filmin og so bleiv tað “Ikki
so illameint”, sum var gjørdur í staðin.
Takk fyri fuglakrímið!
Ája!
Hitt átakið á altjóða pallinum, er
stóra handilsmessan, sum hesa vikuna
hevur verið í Klaksvík.
192 útstillarar úr 20 londum vístu
sínar vørur fram, umframt allar
framløgurnar og fyrilestrarnar. Talið
av framsýnarum og fólki, sum vitjaðu
messuna vísir, at vit í Føroyum eru við
í fremstu røð á fleiri økjum enn.
At messan so er í fiskivinnu
høvuðsstaðnum Klaksvík ger hetta
gott og heimligt, men støðið er
internationalt.
Ája!
Men alt gongur ikki í takt við altjóða
rákinum.
Vit hava eitt fólkatingsval fyri
framman, har seks politiskir flokkar
stilla upp. Fýra teirra hava møguleika
at vinna sær annan sessin, meðan teir
báðir smærru flokkarnir brúka valið,
sum lopfjøl til løgtingsvalið seinni í
summar.
Sjálvstýri hevur framt tað mest
bygdasliga sjálvmálið. Tey kallaðu inn
til tíðindafund við ongari valskrá uttan
at tey fara at lata tingsessin standa
tóman , fáa tey eitt umboð. Harafturat
kundu tey ikki siga, hvør fór at stilla
upp fyri flokkin.
Seinast Sjálvstýri hevði eitt
fólkatingsumboð var í 1915, tá ið
Edvard Mitens var valdur og hyggja vit
eftir seinasta vali, fekk flokkurin góðar
400 atkvøðu,Tað vil siga, at teimum
væntaðu yvir 5000 atkvøður í at fáa
eitt umboð valt.
Tað virkar ikki, sum leiðslan í
flokkinum tekur valið í álvara – og tá
havi eg ikki talt við, at formaðurin,
tá ið avtornaði, er einasta valevni hjá
flokkininum – heldur ikki hevði stundir
at møta í andglettinum í útvarpinum
seinnapartin í gjár.
Hvussu álvarsliga hinir flokkarnir
taka fólkatingsvalið kann bert gitast
um, men tað vísir seg, at sessirnir geva
tveimum fólkum tign, góða løn
og góða eftirløn.
Sum partur av tjóðar
tinginum í einum
øðrum landi, hava
okkara umboð onga
beinleiðis politiska
ávirkan á tað, sum
hendir.
Onkur fær loyst
onkur mál loyst við
sínari persónligheit
og kennskapi, men
tað er sjáldan at
hetta hendir gjøgnum
Fólkatingið.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Sprotin:
nekari
-a -ar k1
fólk við svørtum el. dimmbrúnum húðarliti (helst í
Afrika), blámaður, svertingur
Visti tú?
Á Facebook hevur ein
nýggjur bólkur fingið vind í
seglini. Bólkurin, sum eitur “4
plastik um dagin”, eggjar
føroyingum at savna
plast saman.
5-10 m/s