Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Løgmaður, skriva út val beinanvegin!! Samgongan heldur nú so fast við taburettirnar, at týðandi samfelags­ áhuga mál standa í vanda. Samgongan hevur mist meirilutan í Løg ting­ inum, og fær tí ikki gjørt meiri í hesum valskeiðnum. Løgmaður sigur, at hann hevur ikki nakran meiriluta ímóti sær, og tí kann hann sita skeiðið út. Jú, hann kann sita. Men er tað gott fyri samfelagið Føroyar? Føroyska sam felagsskútan má sigla víðari, og tá er ikki gott at hava fólk á brúnni, sum leggja skútuna fyri akker. Útbyggingin á landssjúkrahúsinum kann steðga upp! Fyrst 30 milliónir eyka!! Síðani 51 milliónir eyka!! Nú 80 milliónir eyka!! Hvussu nógv afturat, áðrenn samgongan sær ljósið??? Byggikostnaðurin til nýggja landssjúkrahúsið hækkar og hækkar og hækkar. Hevði samgongan havt ein meiriluta aftanfyri seg, hevði lands stýriskvinnan kunnað stýrt verkætlanini, millum annað at komið í Løg tingið og biðið um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali. Ella at tikið nýggja politiska avgerð um broytingar í samtyktu verklagslógini. Men hetta kann hon ikki, tí samgongan hevur mist meirilutan. Tí er vandi fyri, at byggingin av fremsta amboðnum í okkara vælferðarskipan rek­ ur fyri vág og vind í fleiri mánaðir afturat. Til óbótaligum skaða fyri før oyska sjúkrahúsverið. Og við enn fleiri ótálmaðum eykarokningum til føroyska skattagjaldaran sum avleiðing. TÍ MÁ POLITISKA DEYÐSIGLINGIN STEÐA NÚ!! Støðan á landssjúkrahúsinum vísir, at samgongan við løgmanni á odda tekur taburettirnar fram um samfelagsins áhugamál. Tað ber ikki til í einum livandi samfelag, har hjólini mala við fullari ferð. Nógv stór samfelagsáhugamál bíða eftir nýggjari stjórn At leggja samfelagið politiskt lamið í næstan eitt hálvt ár prógvar totalt ábyrgdarloysi. Hetta eigur veljarin at hava í huga til komandi løg tingsval. Hvussu kunnu vit hava álit á fólki, sum eru betri við sín egna politiska sess enn við samfelagið Føroyar? MIÐFLOKKURIN ER TILREIÐAR Miðflokkurin er tøkur at taka við stjórnarvaldinum í Føroyum eftir komandi val. Meðan samgongan hevur parkerað føroyskan politikk til frama fyri sínar egnu flógvu politisku sessir, kann Miðflokkurin ikki liva við hesum ábyrgdarloysinum. Tí geva vit løgmanni bestu ráð, hann yvirhøvur kann fáa: Løgmaður!! Skriva út val beinanvegin!! Sjúklinga­ hotellið fær 80.000 krónur Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti eru við til at gera tað umvegis Lions Club í Føroyum møguligt hjá føroyskum sjúklingum niðri at njóta løtur uttandura við góðari lívd H vørja ferð bestu hondbólts- ella fótbóltsliðini frá undanfarna kappingarárinum spæla sín­ar stórsteypadystir, fer ágóðin til eitt vælgerðarendamál. Í ár er tað Sjúkling­ a­hotellið Tórshavn í Keyp­manna­havn, ið kann njóta gott av einum góðum íkasti frá hesum dystum. Dystirnir hjá kvinnum og monnum um Lionsbikarið í hondbólti, sum vóru í fjør, og dystirnir hjá kvinnum og monnum um Stórsteypið í fótbólti, sum vóru í vár, savn­ aðu tilsamans so mikið av pengum saman, at Lions Club í Føroyum í vikuni kundi lata sjúklingahotellinum 80.000 krónur. – Hesin peningur fer til nýggjar mark­ isur, sum vit fara at seta upp í stovuhæddini hjá okkum, so at sjúkligarnir kunnu fara út­um at njóta sólina í góðveðri og sam­ stundis sita í lívd, segði Lene Hallig, stjóri á Sjúklinga­hotellinum Tórshavn í Venøgade í Keypmannahavn, tá ið hon tók ímóti peng­ unum. Kunnu njóta sólina – Markisurnar kosta einar 138.000 krón­ur, so íkastið frá Lions upp á 80.000 krón­ur munar væl, nú vit skulu gera hesa íløg­una í trivnaðin á sjúklingahotellinum. Før­ oy­ingar eru glaðir fyri sólina og teimum dáma væl at sita uttandura, og við nýggju mark­isunum fer tað at bera sera væl til, segði hon. Lions Club í Føroyum skipar fyri stór­ steypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, og hesir føstu tættir undan kapp­ ingarárunum í hesum báðum ítrótt­ar­grein­ un­um eru góð høvi at varpa ljós á mál og umstøður, har tað kann bera til at gera mun. – Vit frøast um, at vit kunnu vera við til at rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí, og í hesum føri valdu vit so at leggja ágóðan frá stórsteypadystunum saman, so Sjúklingahotellið Tórshavn kundi fremja batar, ið hava avgerandi týdningin fyri trivnaðin, segði Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum. Petur Elias Petersen, forseti í Lions Club Tórshavn, Lene Hallig, stjóri á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, og Børge B. Hansen frá Lions Club Tórshavn, ið samskipar stórsteypadystirnar í hondbólti og fótbólti