Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 6 PERSÓNSSØGA: Elisabeth Nybo PÆTUR HJALMAR EVENSSON “Álvara? Meinar tú tað?” Hesi orðini hoyrdi tann nú fyrr­verandi matstovueigarin Elisabeth Nybo ofta fyri sløkum tveimum árum síðani. Tá tók hon nevniliga avgerðina um at steingja matstovuna og fara til skips. Hetta er heldur frískt og øðr­ vísi, og hesa kvinnuna mugu vit á Sosialinum hoyra meira um. Ein blíð og livandi rødd ljóðar úr telefonhorninum. - Vilt tú virkuliga hoyra um mje? Eina 57 ára gamla kvinnu, sum er farin til skips? spyr Elisa­beth á suðuroyarmáli og er næstan um at skrædna, sum hon flennur. Hon er í bili og fær ikki so væl tosað beint nú. Men hon tímir væl at greiða frá, so vit avtala at hoyrast aftur seinni. Men tað má vera skjótt, tí hon skal umborð og avstað í morgin (red. 16. mai). Matstovan hjá Elisabeth Seinastu nógvu árini hevur Elisabeth Nybo, sum upp­runa­ liga er úr Vági, rikið matstovu í kjallara sínum á Viðareiði. Tað var í 2003, at hon lat "Matstovuna hjá Elisabeth" upp fyrstu ferð, og her hevur fryntliga Elisabeth mettað nógvar føroyingar og nógv útlendsk ferðafólk gjøgnum árini. Hon borðreiddi við serføroyskum mati sum fiski, lambi og fugli - fuglurin kundi vera lundi ella lomvigi. - Tað var ein góð og stuttlig tíð. Matstovan hevði opið í summar­hálvuni frá hálvum mai til hálvan august, og tað var altíð nógv at gera. Í vetrarhálvuni, meðan matstovan var stongd, arbeiddi eg á flakavirki, sigur Elisa­beth Nybo, sum er útlærdur hotell­kokkur. Misti mannin Men tað var ikki bara stuttligt. Fyrst herjaði búskaparkreppan í 2008, sum merktist væl í virk­ semi­num, og so doyði maðurin frá henni á vetri í 2010, sum ávirkaði hugin og dirvið at halda fram við matstovuni. - Tað var ikki tað sama uttan hann. Til tíðir vóru tað sera harðir dagar, og tað gekk ein tíð, inntil eg fann persónligu javn­vágina aftur, greiðir Elisabeth Nybo frá. Men hon gav ikki skarvin yvir og megnaði at finna motiva­ tiónina aftur og helt fram við mat­stovuni. - Í einari sovorðnari støðu er ikki nógv annað at gera enn at royna at koma upp aftur á stigan. Fert tú eitt trin niður, so mást tú royna at koma tvey trin upp­aftur. Fekk sær trygdarskeið 2012 var árið, tá Elisabeth gjørdi av at fáa sær trygdarskeið. Árið eftir fekk hon trygdarskeið til oljuplatform, og hetta var fyrstu ferð, tað skeiðið bleiv hildið Før­oyum. Elisabeth var sostatt fyrsta konufólkið, sum tók alt trygdar­skeiðið til oljuplatform í Føroyum. Her skuldi hon gjøgnum yms­ar venjingar við tyrlu og læra um bjarging. Hetta í sær sjálv­um var ein sera menn­ andi tíð fyri Elisabeth Nybo, sum virkaði sum plástur upp­ á undan­farnu sváru árini, sum vóru merkt av einum tómrúmi. - Eg fekk sjálvsálitið aftur, og tað var við til at geva mær styrki til at arbeiða við matstovuni um summarið, sigur hon. At Elisabeth tók trygdarskeið fekk eisini nógvar reaktiónir frá vinum og kenningum. - Fleiri spurdu meg, hvat eg ætlaði at brúka tað til, og um eg yvir­høvur ætlaði mær til sjós. Eg segði bara, at tað var.... gott at hava. Lærdómur er lættur at bera, plagdi eg at taka til. Ikki óroynd Elisabeth Nybo er tó ikki heilt óroynd á sjónum, tí hon hevði snúsað eitt sindur til lívið um­ borð. Tá oljuboripallurin West Her­ku­les var á Skálafjørðinum í 2014, manglaðu tey ein kokk á hotellskipinum, sum var har. Tá varð Elisabeth uppringd og spurd um at koma at arbeiða í 10 dagar, inntil ein nýggjur kokkur kom. Tað gekk so mikið væl, at tá hesir 10 dagarnir vóru farnir, varð hon biðin um at halda fram, tí tørvurin á kokkum var størri enn væntað. Elisabeth er skipskokkur: - Í hesum aldrinum plagar man ikki at fara í holt við nakað so garvilt sum at fara til sjós. Men tað er ongantíð ov seint at royna nakað nýtt, sigur Elisabeth Nybo, sum stongdi sína matstovu á Viðareiði fyri at fara til skips Eg veit ikki, um tað at sigla verður bólkað sum eitt mannfólkaarbeiði. Kanska kvinnur ikki tora at fara yvir um hetta markið FÓR FRÁ BONAÐA GÓLVINUM TIL DÚRKIÐ