hósdagur 23. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
7
Hon hevur eisini starvast
sum avloysarakokkur umborð á
Teistanum og Smyrli. Haraftrat
hevur hon vinnubræv sum
skipskokkur.
Mynstraði sum skipskokkur
og stongdi matstovuna
At trygdarskeið var gott at
hava, hevði hon rætt í. Tí í 2017
gjørdi hon av at royna sjólívið, tá
hon fekk kjans sum kokkur við
tænastuskipinum MS Róland
hjá Bakkafrosti.
Samstundis valdi hon hálva
vegna at gevast við matstovuni.
Men tá hevði hon longu játtað
at vera við í nøkrum faldarum
til ferðafólk til summarhálvuna
í 2018, og tí helt hon fram í eina
tíð aftrat og kláraði við góðari
hjálp frá makkara sínum at
fáa sesongina í 2018 at mala
runt. Eftir hetta snaraði hon
lyklinum og segði takk og farvæl
til matstovuna, sum var hjarta
barn hennara, fyri síðan bara at
fokusera uppá sjólívið.
Sjómenninir arbeiða
ikki svangir
Við tænastuskipinum Rólandi
eru tey umborð í tríggjar vikur
og heima í tríggjar vikur. Elisa
beth Nybo syrgir fyri, at mann
ingin ikki fer svong til verka, og
hon ger morgunmat og døgurða,
og um kvøldarnar ger hon
nátturða.
- Ljósið avgerð, hvussu lang
ir dagarnir eru. Nú tað verður
ljósari, fari eg upp um hálv
gunn seks-sekstíðina at gera
morgunmat, og so baki eg kanska
eina kaku ella geri okkurt annað
praktiskt, áðrenn eg fari í holt við
døgurðan, sigur Elisabeth.
Hetta er akkurát nakað fyri
Elisabeth, sum stórtrívist við
pannunum og grýtunum í ka
bússuni umborð.
Elisabeth Nybo
stórtrívist sum
skipskokkur
Matstovan hjá Elisabeth borðreiddi við serføroyskum mati sum fiski, lambi og fugli