Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 8 PERSÓNSSØGA: Elisabeth Nybo - Mær dámar sera væl um­ borð, sigur hon. Aldurin og kynið einki at siga Sigast má, at tað hoyrir til undan­tøkini, at ein kvinna í 50'unum knappliga velur at fara til sjós. Hetta er Elisabeth sjálv greið yvir, og hon flennir eitt sindur, tá hon fortelur: - Altso... eg eri ikki gomul, men í hesum aldrinum plagar man ikki at fara í holt við nakað so garvilt sum at fara til sjós. Men ald­urin hevur einki at siga, og tað er ongantíð ov seint at royna nakað nýtt, sigur Elisabeth og vísir á, at kvinnur saktans kunnu fara til skips, hóast fleirtalið á sjónum eru menn. - Eg veit ikki, um tað at sigla verður bólkað sum eitt mann­ fólkaarbeiði. Kanska kvinnur ikki tora at fara yvir um hetta markið. Men tað kunnu tær uttan trupul­leikar, tað er púra vist; og tað eru eisini fleiri kvinnur, sum sigla við føroyskum fiskiskipum, sigur hon. - Fólk plaga at spyrja meg, hvussu nógvir menn eru við. Tá plagi eg at skemta og siga, at “á mínari vakt eru átta menn, og á hinari vaktini eru níggju”. Tað er tí, eg eri tann níggjunda á okkara vakt, flennir Elisabeth Nybo. Eru góð við hvønn annan Umborð er Elisabeth nevniliga einsamøll høna millum allar hanar­nar. Men tað hevur hon einki ímóti. Hon minnist aftur á, tá báturin hevði verið á beding fyri at gerast klárur til tað arbeiðið, sum hann skuldi brúkast til, og manningin ikki hevði havt kokk umborð ta tíð­ina. - Tá eg kom umborð, og stýri­ maðurin sá meg, segði hann “nú skalt tú fáa eitt ordiligt klemm frá mær, tí eg havi saknað kokk­ in!”. Elisabeth greiðir víðari frá, hvussu manningin ikki heldur seg aftur, tá tað umræður at hjálpa, tá ið provianturin kemur. - Eg seti stóran prís uppá at fáa eina hond, sigur hon og stað­ festir: - Á landi og í matstovuni eri eg von við at gera alt sjálv, men her er tað annað lívið, og tað er simpulthen so stuttligt. - Teir eru góðir við meg, og eg eri eisini góð við teir! Gav øllum bundnar hosur í jólagávu Elisabeth Nybo hevur nógvar góðar og hugnaligar løtur um­ borð. Eitt gott minni er frá jóla­ haldinum í fjør. Tá hevði hon bundið báðum manningunum hvør sítt par av hosum, sum hon pakkaði inn sum jólapakka við teksti­num “til sjómannin”. - Teir vórðu øgiliga bilsnir. Ein segði “hvar koma hesir jóla­pakk­ ar­nir frá? Eg má vita, hvørjum teir eru frá, tí eg má vita, hvørjum eg skal takka!” So sigi eg “jamen bíða nú, kanska tað stendur inni í”. Teir varnaðust ikki, at allir pakkarnir høvdu akkurát líka pappír. Men til endans fun­nu teir út av, at hosurnar vóru frá mær. Tað var stuttligt og rørandi at síggja gleðina í eygunum á teimum, tá teir pakk­aðu upp. Tað er ikki nakað, sum mann skal taka feil av. Hugs­ið um sjómanspakkarnar, sum verða deildir út hvørt ár, smílist Elisabeth, sum sjálv fekk eitt gávukort sum jólagávu frá mann­ingini, og tað virðismetti hon eisini sera høgt. Nú livir undir fótinum Í matstovu síni á Viðareiði gjørdi Elisabeth mat til fólk, sum komu fyri at njóta eina betri máltíð. Umborð ger hon mat til sjó­ menn, sum skulu blíva mettir. Hóast tað snýr seg um matgerð í báðum førum, so er tað ein kontrast millum at gera mat á landi og at gera mat á sjógvi. - Eg fór frá at hava gingið á einum bonaðum gólvi til at ganga á einum dúrki. Størsti mun­urin er, at nú livir undir fóti­num. Hvørja ferð vit fara av einum fjørði til tann næsta, so skal gerast sjóklárt. Um summar­ið, tá veðrið er gott, hugsar mann ikki líka nógv um, hvussu mann setir tingini frá sær. Men tá tað so fer at liva aftur í sjónum, má mann hava rullu­dúk undir, tí annars rýkur tað, greiðir Elisabeth Nybo frá. Bregðir ikki úr ætt At Elisabeth nú hevur valt sjólívið sum sína leið er eisini ein staðfesting av, at hon í øllum førum ikki bregðir úr ætt. Pápi henn­ara hevði siglt alt sítt lív, og sum Elisabeth tekur til, sleyt hann seg upp á havinum. - Hann fylti 15 ár, tá hann fór til Grønlands fyrstu ferð. Síðstu ferð hann var útatrógva var akkurát tveir mánaðir áðrenn hann doyði. Tað var í 2009, og tá var hann 73 ára gamal, sigur Elisa­beth. - At nógvir av eftirkomarunum hjá mamme og pabba hava valt sjógvin er ikki so undarligt, sigur hon og vísir á, at 16 ára gamli ommu­sonur hennara eisini hev­ ur roynt seg á sjónum sein­asta árið. Dámdi ongantíð sjógv Men áðrenn Elisabeth Nybo royndi seg umborð á skipi, var sjógv­urin og havið ein marra hjá henni. Sum tannáringur fór hon saman við einari vinkonu og einum smádreingi út við einari jollu frá mølini niðan fyri Læknamiðstøðina í Vági. Tey róðu út á Núp, og Elisabeth dugdi hvørki at svimja ella rógva. Sjálvt um alt spældi væl av, hevur ein óhugnalig útgáva av hesum minninum fest seg í hana, hvørja ferð, hon hevur siglt síðan. - Um eg bara stóð í køini á veg umborð á Smyril, reistist hvørt einasta hár á kroppinum seg. Tað var ein marra fyri meg at skula umborð og yvirhøvur fara suður at vitja familjuna. Tað kundi gott ganga hálvtannað ár mill­um eg var har suðuri. Vann á óttanum Men nú aftaná hon hevur verið til skips er søgan ein onnur, og hon hevur vunnið á óttanum. - Tað hevur ment meg ótrúliga nógv. Hendan forðingin, sum hevur verið øll hesi ár er burtur. Eg havi fingið fríheitina aftur, sig­ur Elisabeth. So er tað spurningurin, sum hon so ofta fær frá øðrum, sum ræð­ast aldurnar - hvussu er við sjó­verkinum? - Sjóverk skal eg ikki grenja um, tí eg havi bara spýð tvær ferðir, og tá hevur veðrið eisini verið ótrúliga ringt. Eg eri eitt sindur stúrin, tá tað byrjar at rulla, men eg dugi at síggja, at eg havi vant meg við aldurnar. Eg havi verið onkran túr við Norrønu, og har sat eg bara við bein­unum hægst, meðan onnur ikki høvdu tað so gott. So tað er púrasta nýtt fyri mær, hvussu nógv eg eri broytt á sjónum, sigur hon skemtandi. - Kanska eg verði rastleys Í hesum døgum er Elisabeth á onkr­um fjørði og kokkast í ka­ búss­uni á MS Rólandi. Um hesa tíðina í fjør stákaðist hon við at gera klárt til at taka ímóti svongu gestunum, sum forvitnir komu at royna tað, ið Elisabeth borðreiddi við á forkunnugu mat­stovuni á Viðareiði. - Eg eri mest spent uppá, hvussu tað fer at vera, nú tað gongur ímóti summri, tá eg van­ ligvís eigi at lata matstovuna upp. Nú havi eg gjørt tað í 15 ár, og tí er spurningurin, um eg fari at viðurkenna, at hetta er søga, ella um eg verði rastleys ella hvat. Tað tori eg ikki at siga, men tað verður í øllum førum ein stór broyt­ing fyri meg. Elisabeth Nybo er í øllum ikki í iva um, hvat framtíðin hevur at bjóða: - Havi eg lív og heilsu, so haldi eg fram sum skipskokkur. Tað er bar­asta so fantastiskt at sigla! PATURE@SOSIALURIN.FO - Teir eru góðir við meg, og eg eri eisini góð við teir! sigur Elisabeth MYNDIR: FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIR / TJ-MYNDIR