Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 9 MENTAN - Føroyskur filmur er ávegis einari spennandi tíð - Hetta er ein heiður, sum vit eru ótrúliga glað fyri. Vit roknaðu veruliga ikki við at vinna, tí støðið var so høgt, sigur Andrias Høgenni, sum við stuttfilmi sínum “Ikki illa meint” hevur prógvað, at føroyskur filmur er altjóða kappingarførur PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO F øroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni hev­ur sum fyrsti før­oy­ingur nakrantíð vunnið eina virðis­løn á Cannes Films­festi­val­ inum, sum er størsti films­festi­val­ ur í Evropa. Tað er stuttfilmurin “Ikki illa meint”, sum hevur fingið sokallaðu Canal+ virðislønina fyri besta stutt­film til stevnuna, sum eitur Semaine de la Critique.  Hetta er eitt risastig fyri før­ oysku filmsvinnuna, og hetta prógvar, at føroyingar kunnu blanda seg við heimsins førandi filmsframleiðarar. Tað er ikki ein og hvør, sum vinnur slíka virðis­ løn, og Andrias Høgenni hevur við hesum skrivað søgu við film­ inum “Ikki illa meint”. - Hetta er eitt blástempul Andrias Høgenni fekk virðislønina mikukvøldið, og hann fegnast um stóra heiðurin. - Hetta er ein heiður, sum vit eru ótrúliga glað fyri. Vit rokn­ aðu veruliga ikki við at vinna, tí har vóru 1600 filmar um boðið, og støðið var sera høgt. Ein dóms­ nevnd avgjørdi vinnaran, og mann veit jú ongantíð, hvussu smakurin hjá teimum kann vera, so tað kom sera óvart á okkum, sigur Andrias Høgenni. Cannes er ein lopfjøl til hópin av sambondum í filmsheiminum, og hetta er allarhelst byrjanin til eitt nýtt kapittul í yrkisleiðini hjá Andrias Høgenni. - Eg vóni, at hetta kann vera við til at vísa, at tað ber til at gera filmar á føroyskum í einum altjóða høpi. Sjálvt um vit eru eitt lítið filmsmál, so kunnu vit blanda okkum millum tey størru. Eg síggi Cannes sum eitt blástempul upp á, at føroyskur filmur er ávegis einari spennandi tíð, sigur hann. Ikki tíð at hugsa um virðisløn Filmsstevnan í franska býnum Cannes byrjaði 15. mai og heldur fram til og við 25. mai. Har hendir sera nógv, og tí hevði Andrias Høgenni ikki stundir at hugsa um nakra virðisløn. - Bara at hava verið við á festi­ val­inum hevur verið ein gáva, sig­ ur hann og greiðir frá. - Tá mann hevur ein film við í kappingini, verður mann bjóðaður til fleiri spennandi tiltøk ymsastaðni í býnum. Mann verður bjóðaður til veitslur, har mann roynir at mingla og halda skil á, hvørji fólk mann tosar við. Tað ger, at mann roynir at súgva so nógv til sín sum gjørligt, og tí hevur mann ikki tíð at hugsa um sín egna film. Upprunaliga ætlanin fór í vaskið Andrias Høgenni gongur á films­ skúlanum Super16, og stutt­film­ urin “Ikki illa meint” varð gjørd­ ur í seinastu tíðini á skúl­an­um. Fram­leiðslan til filmin var sera meldurkend, tí tey máttu broyta alla søguna beint áðrenn upp­tøk­ ur­nar. Upprunaliga skuldi Andrias gera ein film um eina hønu, sum fekk vit fimm dagar áðr­enn hon skuldi slaktast. - Vit høvdu gjørt avtalu við ein ídnaðarhøsnagarð í Tønder við 4000 høsnarungum. Alt var klárt og fyrireikað, men tríggjar vikur áðr­enn vit skuldu filma, kom Føde­varestyrelsen við ávaring um fuglakrím, sum gjørdi, at fram­leiðslan mátti flytast. Vit royndu at flyta framleiðsluna til Týsklands, men orsakað av smittu­sonuni var ikki møguligt at flyta framleiðsluna. - Eri takksamur fyri fuglakrím Tað gjørdi, at Andrias Høgenni var noyddur til at hugsa skjótt og finna uppá eina nýggja søgu upp á bara tríggjar vikur. - Tá var eg øgiliga nervøsur og bangin. Eg helt ikki, eg fór at klára at gera ein film upp á so stutta tíð. Men vit kláraðu tað. Bara at gjøgn­ um­føra var ein sigur í sjálv­um sær, sig­ur hann. - Tí er tað so øgiliga løgið at standa her nú og hava fingið hend­an heiðurin. Eg havi ongantíð verið so takksamur fyri fuglakrím sum nú, tí uttan fuglakrím hevði eg ikki gjørt hendan filmin. Uttan Agurk og Klippfisk - einki Cannes Alt filmsævintýrið hjá Andrias Høgenni byrjaði við Agurk-films­ kapp­ingini, sum Kringvarpið hevði mitt í 00’unum. Tá tordi hann ikki at droyma um at enda í Cannes. - Cannes festivalurin hevur verið ein barnadreymur hjá mær, frá tá eg byrjaði at gera film. Eg var so hugtikin av danska leik­ stjór­anum Lars von Trier og las ofta um, at hann hevði filmar við á Cannes. Eg helt Cannes vera so óveruligt, og tí er tað ein so løgin kensla at vera partur av tí nú, sigur hann og vendir aftur til Klipp­fisk, sum eigur stóran lut í heiðr­inum. - Eg eri eitt úrslit av einum um­ hvørvi rundan um Klippfisk, sum eg ikki hevði kunnað verið fyri uttan. Ger film um eitt brúdleyp í Runavík Beint nú arbeiðir Andrias Høgenni við einari størri filmsverkætlan. Filmurin er ikki heilt fíggjaður enn, men fyrireikingarnar eru væl ávegis. Andrias kann ikki siga so nógv um filmin enn, men fortelur eitt sindur: - Tað er ein spælifilmur á før­ oyskum máli, sum snýr seg um eitt brúdleyp í Runavík. Nú havi eg gjørt tríggjar stuttfilmar við Mariann Hansen, og tankin er at taka tann arbeiðsháttin víðari fyri at vita, um tað riggar í einum størri sambandi. Vit vóna at byrja upp á upptøkurnar komandi ár, og tað verður klárt at kunngera meira innan fyri ikki alt ov leingi. Andrias vann í Cannes: Skermmynd frá stuttfilminum “Ikki illa meint”, sum snýr seg um Elinborg, sum hittir vinkonu sína Maritu í einum matvøruhandli, og so samrøðan teirra millum er ikki, sum tær høvdu vónað Andrias Høgenni