hósdagur 23. mai 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
10
TEMA: Føroyskar kaffi- og matstovur
Føroyskar matstovur
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
á Martin Restorff í
2002 flutti aftur til
Føroyar, aftaná at hava
arbeitt á matstovum
og gistingarhúsum í danska
høvuðsstaðarøkinum í eitt gott
ártíggjund, hevði heimlandið ikki
tað stóra at bjóða innan matupp
livingar.
Fyriuttan tær ymisku grill
urnar, pylsuvognarnar og pitsa
støðini kundu matstovurnar nær
um teljast á einari hond, minnist
hann aftur á.
- Tað var øgiliga avmarkað
hvar man kundi fara at eta tá.
Hotel Hafnia var eitt tað besta, ið
var tá, Rio Bravo bjóðaði eitt gott
úrvali av búffum, Sjómansheimið
hevði latið eitt pitsastað upp og
so var eisini ein matstova á Hotel
Føroyar. Tað var líkasum tað, ið
eg vendi heim til, minnist Martin
Restorff aftur á.
Matkollveltingin
Seytjan ár seinni er ein lítil koll
velting hend innan matstovuvirk
semi í Føroyum. Grillirnar, pylsu
vognarnir og pitsastøðini eru enn
her, men harumframt eru komin
ein ørgrynna av møguleikum, ið
umboða alt frá ræstkjøtaburgara
til ravioli fylt við kjálkum, sushi
til foie gras, tapas til føroyskan
lambsbógv og Pa Naeng til tvær
stjórna michelin-mat í KOKS.
Í stuttum er ein heilt onnur
verð latin upp fyri føroyingum,
ið dáma væl at leita út um heimið
fyri at royna góðan mat.
- Í dag er tað stuttligt at fara
út at eta, tí tú kanst velja okkurt
nýtt hvønn dag, um tað skal vera.
Úrvalið av matstovum er so mikið
gott í dag, at okkurt er til øll, sigur
Martin Restorff.
Gourmet slóðaði veg
Tað er serliga ein matstova, ið
Martin Restorff metir slóðaði veg
fyri tann vøkstur, ið vit hava sæð
seinnu árini.
- Gourmet hjá Leif Sørensen
var matstovan, ið setti gongd á
eina hægri góðsku innan mat
stovuvirksemi í Føroyum. Tað var
har, at man byrjaði at gera meira
burturúr matinum og fáast við
gastronomi og føroyskum rávør
um, sigur Martin Restorff.
Tað eydnaðist tó ikki at fáa ein
sunnan rakstur í Gourmet og mátti
matstovan steingja aftaná nøkur
ár. Sambært Martin Restorff vóru
føroyingar ikki klárir til eina slíka
matstovu.
- Tá setti man enn meira prís
upp á ein búff. Og tað gera føroy
ingar enn, vit elska okkara kjøt,
men nú fara fólk eisini meira eftir
gastronomi. Man vil royna nakað
nýtt og øðrvísi, sigur hann.
Prátið millum manna
Tá Martin Restorff skal koma við
einum boði um hvussu hendan
broyting er komin í lag, vísir hann
á føroyingar, ið eru fluttir heim
aftur til Føroyar.
- Eg trúgvi broytingin hongur
saman við, at fleiri fólk eru flutt
heim til Føroyar og hava tikið
vanan heim við sær. Og tað er ein
lívsstílur, sum smittar. Tá onkur
hevur roynt okkurt, so vil ein ann
ar royna tað sama. Soleiðis virkar
hesin marknaðurin. Ambassa
dørarnir í hesum marknaðinum
eru gestirnir, ið fortelja um teirra
uppliving í bindiklubbum, ar
beiðsplássum og aðrastaðni. Tað
er vanliga prátið millum manna, ið
er orsøkin til, at fólk royna nýggj
støð, sigur hann og leggur afturat.
- Føroyingar hava altíð verið
glaðir fyri mat, men nú síggja vit
eina heilt aðra mentan í Føroyum.
Tað er ikki tað sama at fara út at
eta í dag, sum tað var fyri nøkrum
heilt fáum árum síðan. Man fer út
at royna nakað nýtt og tosa um
matin man etur. Tað gjørdi man
- Føroyingar hava altíð verið glaðir fyri mat, men nú síggja
vit eina heilt aðra mentan í Føroyum. Tað er ikki tað sama
at fara út at eta í dag, sum tað var fyri nøkrum heilt fáum
árum síðan. Man fer út at royna nakað nýtt og tosa um matin
man etur. Tað gjørdi man ikki fyrr, tá át man fyri at blíva
mettur. Tað sigur Martin Restorff, tá hann skal seta orð á
broytingina í matstovuvinnuni í Føroyum síðan aldarskiftið
MÁLTÍÐIN
ER VORÐIN
EIN SØGA
- Ambassadørarnir í
hesum marknaðinum
eru gestirnir, ið
fortelja um teirra
uppliving í bindiklubbum,
arbeiðsplássum og aðrastaðni.
Tað er vanliga prátið millum
manna, ið er orsøkin til, at fólk
royna nýggj støð