hósdagur 23. mai 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
11
Út at eta við børnunum
SOMWANG THAIFOOD – STRENDUR
Eg kann gott finna upp á at fara ein biltúr
við familjuni til Strendur bara fyri at royna
tailendska matin hjá Somwang Thaifood. Her
er ein góð atmosfera og tað heimligt at koma
á vitjan. Eg bílegði altíð minst tríggjar ymiskar
rættir, tí maturin er so góður og øðrvísi frá tí vit
kenna í Føroyum. Um børnini ikki dáma matin,
so ber eisini til at keypa kylling og kips.
ANGUS STEAKHOUSE – TÓRSHAVN OG KLAKSVÍK
Angus er eitt steakhouse har prístøðið er rímiligt.
Tað er heimligt stað og har er pláss fyri øllum. Tú
kanst koma í joggingbuksum og fáa ein góðan
búff og sós. Eitt familjuvinarligt stað, ið børnini
elska.
BURGER KING – TÓRSHAVN
Hetta er tann stóra amerikanska ketan. Ein
amerikanskur klassikari, ið børn og vaksin elska.
Tað er eitt stórt brand og fínt at fáa viðhvørt.
MATSTOVAN SEVEN - TÓRSHAVN
Man følir seg væl, tá man kemur inn í Seven.
Sjálvtøkuborðið bjóðar eitt rímiligt fjølbroytt
úrval av kinesiskum mati og okkurt er til bæði
børn og vaksin. Eg kann viðmæla heimagjørdu
várrullurnar og so elska børnini teirra nudlur.
Tað er altíð stuttligt at síggja hvat tey borðreiða
við á sjálvtøkuborðinum.
Gastronomisk uppliving
FÚTASTOVA - TÓRSHAVN
Fútastova er tað fremsta innanfyri tann
franska køkin í Føroyum. Matstovan hevur ein
framúrskarandi høvuðskokk, ið gongur høgt
upp í franska køkin, ið er eyðkendur við at leggja
dent á góðan smakk. Tað leverar Fútastova.
Smakksansurin fær veruliga roynt seg her. Á
matseðlinum er millum annað østers, kaviar, foie
gras og annað úr franska køkinum.
ÁARSTOVA - TÓRSHAVN
Her er aftur eitt stað har smakkur er í
fokus. Áarstova bjóðar ein flotta laks, eina
góða jomfrúhummarasúpan og eina væl
vælsmakkandi rabarburtriflu. Tað er nokk
kortini føroyski bógvurin, ið tey flestu kenna.
Tey eru trúføst móti uppskriftini, so man veit
altíð hvat man fær. Og tað man fær er altíð gott.
Harumframt hevur Áarstova John Mikkelsen, ið
sum vertur megnar at gera, at man altíð følir seg
vælkomnan.
KATRINA CHRISTIANSEN - TÓRSHAVN
Tað sum tey í Katrinu Christiansen duga so
væl er at borðreiða við smáum og stuttligum
rættum, bygdar á føroyskar rávørur, ið hava ein
ríkan smakk. Tey duga eisini væl at bróta upp úr
nýggjum og finna upp á nýggjar rættir.
Hon sum er nakað heilt fyri seg
KOKS - LEYNAVATN
KOKS kann ikki setast á ein lista við aðrar
matstovur, tí hon er nakað heilt fyri seg. Hon er í
einari verð fyri seg sjálva. Hetta er heldur ikki ein
matstova, ið tann vanligi føroyingurin vitjar fleiri
ferðir um árið. Men hugflogið hjá Poul Andrias
Ziska er heilt ótrúliga flott. At eta á KOKS er ein
uppliving ólík nøkrum øðrum, ið tú kanst uppliva
í Føroyum. Hetta er Michelin-matur.
Martin viðmælir:
ikki fyrr, tá át man fyri at blíva
mettur.
Heimligur vøkstur
Mangan er tað vaksandi talið av
ferðafólkum, ið víst verður til, tá
ein frágreiðing skal finnast fyri
hví so nógvar nýggjar matstovur
síggja dagsins ljós. Martin Rest
orff er ikki heilt samdur, tá hann
verður spurdur, um tað eru út
lendingar, ið eru orsøkin til, at
nógva virksemið nú ber seg.
- Tað hongur saman við ferða
vinnuni, men tað er ikki hon, ið
fyllir matstovurnar í døgurða
steðginum gerandisdagar. Tá tað
er sagt, so eru tað ferðafólk, ið leita
sær til Føroyar fyri at eta á KOKS,
ið hevur sett okkum á heims
kortið. Og nú eru so nógv matstøð,
at tey flestu ferðafólkini steðga á
nakrar dagar og royna fleiri støð,
sigur hann.
Samstundis sær man, at nógv
fleiri føroyingar vitja matstovur
nar í døgurðasteðgum. Nakað, ið
var óhoyrt fyri nøkrum árum síð
an, vísir Martin Restorff á.
- Um tú fórt 30 ár aftur í tíðina
og segði, at tú hevði etið vaflur í
døgurðasteðginum, høvdu fólk
rist við høvdinum eftir tær. Tá for
man til hús at eta døgurða. Men nú
er tað vanligt, at fólk eta matvaflur
hjá Katrinu Christiansen. Tað er
ein broyting, ið vit síggja í vanun
um hjá føroyingum, sigur hann og
heldur fram.
- Føroyingar eta meira úti nú.
Tað er stuttligt og sosialt. Mat
pakkin er býttur út við sushi frá
Etika ella ein búff í Angus. Smyrji
breyðsbúðin er eisini latið upp
við modernaðum smyrjibreyði
og ramen suppu og Hafnia hevur
sjálvtøkuborð. Býurin er í dag
fullur av lívi í døgurðasteðginum.
- Um tú fórt 30
ár aftur í tíðina
og segði, at tú
hevði etið vaflur í
døgurðasteðginum, høvdu fólk rist
við høvdinum eftir tær. Tá for man
til hús at eta døgurða. Men nú er
tað vanligt, at fólk eta matvaflur
hjá Katrinu Christiansen