Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 12 - Vit vilja fegin, at kaféin skal vera eitt stað, har man kann njóta okkurt gott - bæði matliga og andaliga, sigur Anna Mortensen, sum rekur heimligu Café MorMor á Tvøroyri PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO C afé MorMor er fyrsta kaffi­hús av sínum slag á Tvøroyri, og tvørafólk hava tikið sera væl ímóti hugnaliga og fjølbroytta kaffi­hús­ inum. Hjúnini Anna Mortensen og Kristian Holbæk lótu Café Mor­ Mor upp fyri trimum árum síð­ani. Heildarkonseptið er at hava kafé niðriundir og á loftinum fram­leiða og selja egið design undir merk­in­ um [brikolasj]. Uppkallað eftir býarmynd Sermerkta navið á kaffistovuni er lætt at minnast og hevur fingið fleiri at trekt upp á smílibandið. Kafé­in er nevniliga uppkallað eftir kvinnuni, sum búði í húsunum meg­in­partin av lívi sínum, Laur­ inu. - Laurina kom úr Skagen og gift­ist við Hans, sum var hagani úr húsinum. Laurina andaðist í 1987, 93 ára gomul. Ommubørnini nevndu hana “mormor”, og tað gjørdu øll tvørafólk eisini. Og hetta er framvegis inni hjá Mor­ Mor, greiðir Anna Mortensen frá. Upplagt við kafé Tá Anna og Kristian keyptu hús­ini fyri nøkrum árum síðan, sluppu tey at keypa húsini við øll­um innbúgvi. Tey høvdu hug at lata onnur sleppa at njóta hesi ser­ merktu hølini eisini. - Orsøkin til, at tað bleiv ein kafé var, tí húsini vóru so eina­ standandi. Her var alt inni, sum hoyrdi til eini hús frá 1890, og tað sá út, sum “mormor” bara var farin ein túr. Eg helt tað vera upp­ lagt at royna við einari kafé, tí so hevði eg eisini eitt stað at selja access­ories og annað, sum eg fram­leiði úr endurnýtslutilfari, sig­ur Anna Mortensen og sipar til designvirksemið hjá sær [brikolasj]. Fyrsta kaféin Eingin ordilig kafé var á Tvøroyri, so Anna var eitt sindur í iva um, hvussu tvøráfólk fóru at taka ímóti hesum. - Eg visti ikki rættuliga, men vón­aði, at fólk fóru at ganga á kafé, eins og tey gera aðrastaðni, sig­ur hon. Vónin vísti seg at blíva til veru­leika, tí Café MorMor hevur verið sera væl vitjað, síðan hon lat upp. Gestirnir fevna bæði um tvørafólk, aðrar suðuroyingar og føroyingar, umframt útlendsk ferðafólk, sum vitja í Suðuroy. At ferðafólkunum dámar hugna­ligu kaféina verður millum annað staðfest á viðmælissíðuni TripAdvisor, har Café MorMor hev­ur fimm út av fimm stjørnum og stak jalig ummæli frá útlendsk­ um kundum. Varðveita søguna Í Café MorMor skipa tey javnan fyri tiltøkum so sum smærri kon­ sert­um og fyrilestrum, og so hava tey ofta framsýningar av ymsum slag á loftinum. - Vit vilja fegin, at kaféin skal vera eitt stað, har man kann njóta okk­urt gott, tað veri seg bæði mat­liga og andaliga, sigur Anna Mort­ensen og greiðir frá, hvussu kafé­lív kann skapa trivnað í einari bygd. - Tað hevur týdning fyri eina bygd sum Tvøroyri, at mann skap­ar nøkur hugnalig og livandi støð, sum bæði bygdarfólkið og øll onnur kunnu njóta. Á henda hátt kunnu vit eisini varðveita søg­una á ein modernaðan og ger­andis­ ligan hátt, sigur hon. - Tað skal vera tíð til at avprøva Tvey tey fyrstu árini var opið árið runt, men í fjør avgjørdu tey at hava vetrarstongt frá kafé­virk­ sem­inum, men framvegis hava ymisk tiltøk í húsunum. Eitt nú høvdu tey tapaskvøld í november og desember, og so hevur kaféin eis­ini húsað konsertum og onkr­ um skeiðvirksemi. - So er eisini pláss til at takast við okkurt heilt annað, og soleiðis fara vit at gera framyvir. Tað skal eisini vera tíð til at avprøva og gera okkurt nýtt til matskránna, hjúkla um hølini og annars sleppa at gleða seg til at opna aftur, sigur Anna Mortensen. Café Mormor lat upp aftur 1. mars og fer at hava opið til 1. okt­ ober. Anna Mortensen hevur bæði kafé og designvirksemi í húsunum, har Café MorMor er Café MorMor: Bygdar­fólkið skal kunna njóta livandi støð TEMA: Føroyskar kaffi- og matstovur