hósdagur 23. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
13
- Tað er blivið móti at
eta ræsta kálvasuppu
- Tað er meira lív í Gásadali nú, men tað er avmarkað,
hvussu nógv lív mann kann hava í einari so lítlari bygd við
so fáum fólkum, sigur Jóhan Fagraklett, sum rekur serliga
Gásadalsgarðin, sum er matstova, gistingarhús og sláturhús
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
G
ásadalur telist millum
mest vitjaðu støð í
Føroyum, tí eyðkendi
Gásadalsfossurin dreg
ur fleiri túsund ferðafólk til Gása
dals hvørt ár. Ferðafólkini og før
oyingar annars, sum vitja Gásadal,
hava leingi manglað eitt stað
at fáa sær ein betri bita - inntil
fyri tveimum árum síðani - tá lat
Gásadalsgarðurin nevniliga upp.
Byrjaði við slakti
Gásadalsgarður er bæði bónda
garður, kafé og gistingarhús, og
virksemið verður rikið av Jóhan
Fagraklett og familju hansara.
- Vit yvirtóku eitt sindur av
jørð frá einum sysktinabarni hjá
mammu míni. Húsini vóru í so
ringum standi, so vit fóru í holt við
at gera tey í stand, so vit fingu betri
pláss at slakta í. Vit ætlaðu bara at
brúka tað sum summarhús, greið
ir Jóhan Fagraklett frá.
- Lítla garasjan, sum vit skuldu
brúka til at fletta í, endaði so við
at fevna um alla kaféina. Nógv av
krøvunum viðvíkjandi reinføri til
slaktarí og matstað vóru tey somu,
og tí gav tað meining at satsa uppá
bæði matstovu og slaktarí, sigur
hann.
Um heystið er stongt fyri gest
um, og tá er kaféin eitt sláturhús,
har tey fletta seyð og kálv, sum tey
sjálvi eiga.
- Nógv fleiri gestir
enn vit væntaðu
Tað hevur gingið sera væl, og nógv
hava vitjað Gásadalsgarð seinastu
tvey árini.
- Vit hava havt nógv fleiri gest
ir, enn vit væntaðu. Fyrsta árið
mettu vit, at har vóru eini 12-15.000
fólk inni hjá okkum alt summarið,
sigur Jóhan Fagraklett.
Meginparturin av inntøkunum
higartil eru komnar frá føroying
um.
- Fyrsta árið kom 90 prosent
av inntøkunum frá føroyingum. Í
fjør kom umleið ein triðingur frá
føroyingum, men í ár vísir tað seg,
at tað næstan er helvt um helvt
útlendingar og føroyingar, for
telur Jóhann Fagraklett og vísir á
orsøkina til hetta.
- Tá tað er nýtt, er tað jú spenn
andi fyri føroyingar, sum vilja
sleppa at royna tað, og nú hava
tey forvitnastu longu roynt tað.
Í so nógv fólk
Áðrenn Gásadalsgarðin vitjaðu
tey flestu fólkini Gásadalsfossin
uttan ordiliga at vitja bygdina
uppá sama máta. Mann kann tí
siga, at Gásadalsgarðurin hevur
sett sín dám á bygdina, men tað
er ikki neyðturviliga jaligt, heldur
eigarin.
- Tað er meira lív í, men tað er
avmarkað, hvussu nógv lív mann
kann hava í einari so lítlari bygd
við so fáum fólkum. Í juli eru nógv
fólk, og tá er ikki líka hugnaligt,
sum tað var fyrr, sigur Jóhan
Fagraklett.
Ræsta kálvasuppan
Familjan borðreiðir við øllum
møguligum føroyskum mati sum
eitt nú breyði við skerpikjøti og
øðrum smyrjibreyði. Kjøtpylsu
fáa tey frá grannanum, og rullu
pylsuna gera tey sjálvi. Men ser
liga er tað suppan við røstum
tarvskálvakjøti, ið eyðkennir mat
skránna í Gásadalsgarðinum.
Gásadalsgarðurin hevur funnið
ein hátt at nýta hetta tilfeingið,
har tey ala tarvskálvarnar vist
frøðiliga, fletta teir og ræsa kjøtið
í einum hjalli. Hetta er ikki ein
vanligur arbeiðsháttur, tá tað
kemur til oksakjøt, og úrslitið er
ein serstøk matvøra, sum verður
nýtt í einari ræstari oksakjøts
súpan. Fyri hetta eru tey tilnevnd
norðurlendsku Embla matvøru
virðislønina, sum verður latin í
Íslandi í næstum.
- Tað er sera spennandi við hes
ari tilnevningini, tí hon kann fáa
avgerandi týdning fyri okkara
virksemi, sigur Jóhan Fagraklett
og greiðir frá um suppuna:
- Tað er blivið móti at eta ræsta
kálvasuppu, so tað verður tað,
sum vit koma at satsa uppá. Tað
skal helst vera soleiðis, at mann
skal kunna fáa somu suppuna um
5 og 10 ár, sigur Jóhan Fagraklett.
Gásadalsgarður:
Hetta er eyðkenda ræstkálvasúpanin
Hugnaligt og heimligt í Gásadalsgarði