Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 14 - Vit eru kanska svøk, býtt og góðtrúgvin. Einki av hesum eigur at bera til. Hvørki fíggjarliga, marknaðarliga ella starvs­ fólkaliga. Men vit seta høg mál, síggja møguleikarnar, royna at troyta teir og satsa. Oftani eydnast tað, men ikki altíð, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist, um fjølbroytta talið av nýhugsandi matstovum, ið samtakið rekur í høvuðs­ staðnum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO K OKS, Áarstova, etika, Fútastova, RÆST, hvonn, Glasstovan, Barbara, THE TARV, eta, Skeiva Pakkhús, Mikkeller, Silo, No12, GRAS, matpakkin.fo, og so framvegis. Tað er torført at tosa um føroyskar matstovur, uttan at nevna Gist&Vist ella eitt av teirra støðum. Samtakið hevur seinasta ártíggjundi gingið á odda í tí, ið hevur verið ein sonn kollvelting innan føroyska matstovuvinnuna. Tað hevur samtakið megna við at halda fokus á høga góðsku, einum føroyskum samleika, góðum mati, djørvum og ný­skap­ andi leiðum og eitt ynski at ríka føroyingar við góðum upp­liv­ing­ um á ein av teirra mongum mat­ stovum og kaféum. Byggja á verkið hjá øðrum Tað er lætt at geva Gist&Vist heið­ urin fyri tann vøkstur, ið hev­ur - Vit hava ikki fleiri matstovur av sama slag, tí vit royna at bjóða ymiskan mat til ymiskar málbólkar á okkara støðum. Eitt pitsastað er gott til familjur, THE TARV rakar bæði yngri og eldri fólk, hjá RÆST er tað útlendingar, ið ynskja at royna serføroyskan mat, meðan Áarstova rakar ein breiðan málbólk Einki av hesum eig TEMA: Føroyskar kaffi- og matstovur