Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 15 Meira enn KOKS sum dregur S íðan matstovan KOKS slapp inn í stjørnu­ himmalin hjá Michelin hevur mangan verið víst, at ein Michelin stjørna er gull verd fyri Føroyar sum ferða­mannaland, tí tað eru fólk, ið ferðast heimin runt fyri at eta á Michelin-matstovum. Tann áhugin bleiv uppaftur størri, tá tað eydnaðist mat­stov­ uni at fáa tí seinnu stjørnuni fyrr í ár, men sambært Johannes Jen­sen, so eru starvsfólkini í Gist&Vist farin at leggja merki til eitt nýtt rák millum ferðafólk. - Føroyar hava fingið eitt umdømi innan mat­stovu­vinn­ una, sum ikki einans snýr seg sum KOKS. Tað sum vit uppliva nú er, at fleiri ferðafólk koma til Føroyar at eta, men telist KOKS ikki millum einastu mat­ stovurnar, ið tey skulu royna, vísir hann á. Sambært stjóranum í Gist&Vist er tað eitt beinleiðis úrs­lit av tí góða arbeiðinum, ið mat­stovurnar í býnum hava gjørt fyri at veita fólkum eina góða matupplivng við denti á ta før­oyska. - Føroyar og Havnin hava fingið tann samleikan, at her fær man dygdargóðan mat. Bara í ár hava vit fleiri ferðafólk, ið eru komin fyri at eta á matstovunum Heima í Havn, á THE TARV, Katrinu Christiansen, við meira. Tey vilja uppliva atmosferuna í hes­um gomlu húsunum og eta ser­føroyska matin á RÆST, føroyskan lambsbógv á Áarstovu og føroysku rávørurnar, ið mat­ stovurnar bjóða, sigur Johannes Jensen. merkt vinnuna síðstu árini, men Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist, er skjótur at kveistra hend­an tankan til viks. - Vit menniskjur hava lyndi til at halda, at tað er meðan vit eru á lívi, at alt er blivið til. Men mat­stovuvirksemi hevur verið í 30'un­um, 70'unum, 90'unum og upp­eftir. Bara fyri at nevna nøkur, Gunnd­ur á Maxim, Gudmund á Hafnia, Mouldi á Rio Bravo og Dánjal í Nólsoyar Pállsstovu við meira.Vit byggja bara víðari at tað grundarlag, ið tey sum vóru undan okkum hava lagt, vísir Jo­hannes Jensen á. Sjálvt matstovuvirksemið hjá Gist&Vist samtakinum tók av álvara dik á seg fyri um­leið 15 árum síðani, tá gamla Sjó­ mans­heimið bleiv umvælt og mat­stovan lat upp undir nýggja samleikanum hvonn brasserie. Hetta var í 2006 og var tað um sama mundi, sum tá Gour­ met, Toscana og Gallerí Jinx lótu dyrnar upp. Hesi støð vóru bara byrjanin til eina bylgju av nýggju matstovum og næstu fimm árini vunnu etika, KOKS og Áarstova innivist í huga­heim­ inum hjá matglaðum føroy­ing­ um. Síðan hevur samtakið latið eina rúgvu av øðrum matstovum og sølustøðum upp, har tey sein­astu í røðini eru italska mat­stovan í Skeiva Pakkhúsi og Kioskin hjá Astu. Í báðum før­um er talan um bygningar, ið frammanundan vóru í vinn­ uni, men sum Gist&Vist hevur yv­ir­tikið raksturin av og end­ur­ hugsað virksemið. Fjølbroytni Í alt er talan um 15 matarstøð, ið Gist&Vist hevur, men meðan tað er vanligt aðrastaðni, at man margfaldar tær kaféir og matstovur, ið eydnast væl, so eru matstovurnar hjá Gist&Vist sermerktar á tann hátt, at einki er tað sama. - Vit hava ikki fleiri mat­stov­ ur av sama slag, tí vit royna at bjóða ymiskan mat til ymiskar mál­bólkar á okkara støð­um. Eitt pitsastað er gott til familj­ ur, THE TARV rakar bæði yngri og eldri fólk, hjá RÆST er tað út­ lendingar, ið ynskja at royna ser­ føroyskan mat, meðan Áarstova rakar ein breiðan málbólk, sigur hann og leggur afturat. - Á tann hátt hava vit valt at uppbyggja eina matstovuvinnu, har vit hava fingið eitt stórt fjøl­ broytni í mun til tað, ið var. Tað ger at fólk keypa meira frá okk­ um, tí vit bjóða mat til fleiri høvi. Sum dømi kanst tú eta sushi frá etika í døgurðasteðginum, men tú kanst eisini taka tað út við í bát­inum ella eta tað á festi­val­ um. Eitt annað sum eyðkennir Gist&Vist, er at samtakið mang­ an letur matstovur upp, har tað er ivasamt, um ein marknaður er fyri tí tey bjóða. Bæði tá RÆST og Barbara lótu upp hoyrdist rødd­ir, ið søgdu at føroyingar ikki fóru út at eta slíka mat, með­an samtakið eisini er fyrst at bjóða ramen suppu og sushi. Man skuldi trúð, at ein ávísur vandi er við at satsa upp á slíkan mat, ið ikki frammanundan hev­ ur ein breiðan kundaskarða, men sambært Johannes Jensen er tað einki at undrast yvir, tí tað er so nógv, ið ikki gevur meining. - Vit eru svøk, býtt og góð­ trúgv­in. Einki av hesum eig­ ur at bera til. Hvørki fíggj­ ar­liga, marknaðarliga ella starvs­fólkaliga. Men vit seta høg mál, síggja møguleikarnar, royna at troyta teir og satsa. Oft­ ani eydnast tað, men ikki altíð, sig­ur Johannes Jensen. Føroyskt trumfar fremmant Um ein fer á eina ferð kring stór­ bý­irnar í Evropa í dag, leggur við­ komandi skjótt merki til, at tað í stóran mun eru tær somu stóru keturnar, ið ganga aftur í flestu býum. McDonalds, 7Eleven, H&M, PizzaHut, Espresso House og annað eru dømi um hetta. Hjá einum stórum samtakið sum Gist&Vist hevði tað verið lætt at søkt altjóða fyritøkurnar um loyvi at lata upp undir teirra nøvnum og bjóða ferðafólkum og føroyingum tað, ið tey kenna aðrastaðni frá. Í Gist&Vist hevur man tó valt at leggja á júst øvugta bógv. - Matstovuvinnan er í vøkstri. Vit hava trúð upp á okkara ætlan og dreymar, heldur enn bara at kopiera tað uttanlands frá, so at ferðafólkini fáa tað sama sum Oslo, Keypmannahavn og Reykjavík. Vit skulu hava støðu­ festi í jørðildinum her heima, tó utt­an at tað verður fanatiskt, vísir hann á og tekur nýggju italsku matstovuna í Skeiva Pakk­hús sum dømi. - Hóast tað er italsk mat­stova, er tað als ikki tað, ið tað handlar um. Tað sermerkta er, at man fær føroyskan laks, hav­tasku, jákups­skeljar og lamb. Før­ oysk­ar rávørur eftir italsk­um uppskriftum. Føroyskt frambrot Denturin á tann føroyska sam­ leik­an endurspeglast eisini í starvsfólkahópinum, sum í stór­ an mun er føroyskur. - Fyri 30-40 árum síðan vóru fáir føroyskar kokkar í mat­ stovu­vinnuni, Tað mesta var útlend­ingar. Men vit í Gist&Vist ynsktu at gagnnýta føroysku rávørurnar og samstundis hava føroyingar í starvi, so okkara egna matmentan kom fram í ljósið. Vit fóru tí undir at útbúgva fleiri føroyingar til vinnuna. Tað hevur ment seg til at vit í dag hava 27 lærlingar innan hotel - og matstovuvinnuna og at okkara leiðandi fólk í køk­ inum, á matstovunum og í mót­ tøk­unum í dag í mestan mun eru føroyingar. Og tað er har, at man merkir tí føroysku sálina í okkara matstovum. At hetta er ein føroysk og ikki ein standard útlendsk vøra, sigur Johannes Jensen. Men meðan útlendskar fyri­tøkur ikki eru vælkomnar, so er støðan ein onnur við útlendskum ferðafólkum. Talið av ferðafólkum, ið leita henda­ vegin, er voksið nógv seinastu árini. Fyri Johannes Jensen og Gist&Vist er tað ein positiv gongd. - Um vit ikki høvdu havt vøkst­urin í ferðavinnuni frá 2012 til 2019 er sannlíkt, at vit ikki høvdu havt so nógvar gestir í okk­ara matstovum. Mítt skot er, at tað hevði verið umleið 30- 40 prosent færri vitjandi á øllum matstovum, um ferðafólkini ikki vóru her. Tað hevði broyt mun­ andi á um myndina, um ferða­ vinnan ikki var her. Serliga við atliti til tær meira serligu og dygd­argóðu matstovurnar sum til dømis KOKS, Fútastova og RÆST, vísir hann á. - Tað hevur ment seg til at vit í dag hava 27 lærlingar innan hotel - og matstovuvinnuna og at okkara leiðandi fólk í køkinum, á matstovunum og í móttøkunum í dag í mestan mun eru føroyingar. Og tað er har, at man merkir tí føroysku sálina í okkara matstovum. At hetta er ein føroysk og ikki ein standard útlendsk vøra - Matstovuvinnan er í vøkstri. Vit hava trúð upp á okkara ætlan og dreymar, heldur enn bara at kopiera tað uttanlands frá, so at ferðafólkini fáa tað sama sum Oslo, Keypmannahavn og Reykjavík. Vit skulu hava støðufesti í jørðildinum her heima, tó uttan at tað verður fanatiskt gur at bera til