hósdagur 23. mai 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
16
At brúka pengar upp á mat
er eitt slag av marglæti
- Tað hevur nógv at siga at kunna koma út at
eta saman við fólkunum, sum mann er góður
við, sigur Ruben Busk, sum er maðurin aftan
fyri eyðkenda ræstkjøtaburgaran og ein av
stigtakarunum til nýggja buffétmatstovu í Havn
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
S
treetfood er eitt stort rák,
sum hevur vundið uppá
seg um alt Evropa seinastu
árini. Matvognar hava
verið í Føroyum í fleiri ár, men í
fjørsummar komu føroyingar av
álvara við upp á hesa bylgjuna.
Tað var royndi kokkurin Ruben
Busk, sum lat matvognin Street
food upp, har hann byrjaði at selja
nógv umtalaða ræstkjøtaburgar
an. Tað byrjaði sum ein summar
verkætlan, men vognurin hevur
nú verið í gongd alt árið.
Tað siðbundna í
nútímans hami
Ruben Busk fegnast um góðu
móttøkuna av gøtumatinum, sum
hann selir í vogni sínum. Tað er
uttan iva ræstkjøtaburgarin, sum
selir mest.
- Tað hevur verið stuttligt, og
vit hava havt úr at gera. Tað er
gleðiligt, at fólk hava tikið so væl
ímóti ræstkjøtabrugaranum, sig
ur Ruben Busk og hugleiðir eitt
sindur um, hvat tað serliga er við
hesum burgaranum.
- Tað serliga er, at vit brúka
eina siðbunda føroyska rávøru
og servera hana í einum street-
food samanhangi. Tað haldi eg, at
føroyingar halda vera stuttligt.
Tað er eisini øðrvísi, at mann nú í
størri mun etur ræst kjøt árið runt
í staðin fyri nakrar fáar mánaðir
um veturin, sigur hann.
Góður máti at royna
tað føroyska
Streetfood selir bæði til føroyingar
og til ferðafólk. Tí er vognurin
javnan at finna í Saksun og øðrum
støðum, har nógv ferðafólk vitja.
- Ferðafólkini elska burgar
arnar. Tað er ein góður máti hjá
ferðafólkum at royna tað sið
bundna føroyska heldur enn bara
at fáa grind, spik og skerpikjøt
aðrastaðni. Teimum flestu dámar
tað væl og fegnast um at fáa eina
máltið við onkrum serføroyskum,
sigur hann og letur ongan iva vera
um, hvør keypir mest:
- Men tað eru føroyingar, sum
eru mínir størsta kundar.
Kjøtið kostar nógv
Forkunnuga ræsta kjøtið er øllum
føroyingum kunnugt hvørki tað
bíligasta kjøtið ella tað lættasta at
fáa fatur á. At rávøran er so dýr
er størsta avbjóðingin hjá Ruben
Busk.
- Fyri at tað skal mala runt,
skal eg selja sera nógvar burg
arar, áðrenn tað loysir seg. Summi
halda, at hesin vognurin er eitt
stórt gullnám, men tað er hann
ikki. Tað er ikki tað sama, sum
tá mann ger eina pitsu fyri 10
krónur og selir hana fyri 100
krónur. Ræstkjøt kostar nógv, so
har liggur ikki nógv eftir, sigur
Ruben Busk og leggur aftrat, at
hann selir nóg nógvar til at tað
loysir seg.
Keypt nokk inn
Ruben Busk hevur fyrireikað seg
væl til summarið, nú fleiri og fleiri
ferðafólk koma hendan vegin.
- Eg havi keypt nokk inn av
røstum kjøti frá eg-veit-ikki-
hvussu-nógvum bóndum kring
alt landið. Eg vóni, eg havi keypt
nokk, flennir hann og heldur fram.
- Eg eri í øllum førum klárur
til at gera nógvar burgarar hetta
summarið, so eg fari at royna at
klára trýstið. Vit royna at hava
fingurin á pulsinum, soleiðis at
alt gongur upp í eina hægri eind,
sigur Ruben Busk.
Steikin er til familjuna
Í mars lat nýggja matstovan Steik
in upp á Tórsgøtu í Havn. Hetta er
ein stór buffét, sum Ruben Busk
er ein av stigtakarunum til.
- Vit leggja okkum serliga eftir
barnafamiljum, tí vit hava sæð
tørvin á einum staði, har mann
kann fara út at eta við allari
familjuni. Eg havi hoyrt fleiri siga,
at okkurt líknandi hevur bara
manglað, sigur hann og greiðir
nærri frá konseptinum.
- Tá børnini eru liðug at eta,
kunnu tey fara niðurundir í spæli
landið og spæla, um tey hava hug
til tað. Eg haldi, hetta ger tað nógv
stuttligari hjá barnafamiljum
at fara út at eta, tí har kunnu
bæði børn og vaksin
hava góðar upplivingar.
At hugna sær
við sínum kæru
Ruben Busk heldur, at
tað hevur stóran týdn
ing, at føroyingar hava
fingið so nógv ymisk
matstøð at velja ímillum.
- Tað er fantastiskt og
gott fyri trivnaðin. Tað hev
ur nógv at siga at kunna
koma út at eta saman við
fólkunum, sum mann er
góður við. Tað er vert
at brúka sínar peng
ar uppá, tá alt
annað er goldið,
sigur hann.
Kann venda skjótt
Men góða gongdin er ikki ein
sjálvfylgja. Ruben Busk leggur
dent á, at kafé- og matvirksemi
er treytað av, at borgararnir hava
pengar í hondunum.
- At fara út at eta og brúka
pengar uppá mat er eitt slag av
marglæti, sum mann ger, meðan
tað gongur væl í samfelagnum.
Men so skjótt laksaprísurin
fellur og góða gongdin
heldur uppat, so er
matbúskettið
eisini tað
fyrsta
staðið,
mann
skerir
uppá, sig
ur hann.
Ruben Busk:
Soleiðis sær nógv umtalaði ræstkjøtaburgarin út
Ruben Busk
TEMA: Føroyskar kaffi- og matstovur