hósdagur 23. mai 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
17
- Tá vit lótu upp, løgdu vit
merki til, at føroyingar eru sera
tilvitaðir um góðsku, sigur Jákup
Sumberg, sum eigur og rekur
matvognin Brioche_Popup
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
R
oyndi kokkurin Jákup
Sumberg hevur saknað
eitt stað, har mann kann
fáa junk-mat, sum er
grundaður á dygdargott handverk.
Hetta hugskotið bleiv til rullandi
matkonseptið Brioche_Popup,
sum serverar stórar og saftigar
ostaburgarar. Vognurin stendur
á Vaglinum í Havn hósdag til
sunnudag og er javnan at finna
til tiltøk kring landið.
- Eg havi leingi hildið, at tað
hevur verið tørvur á bíligari
mati, sum kann lyfta seg upp
á somu góðsku sum maturin í
matstovunum. Hetta er líka so
væl ein tænasta fyri meg sjálvan,
sigur Jákup Sumberg, sum hevur
fingið íblástur uttanlands.
- Íblásturin kemur frá túrum
niðri og aðrastaðni í heiminum, og
tað skal ikki vera nøkur loyna, at
Gasoline Grill í Keypmannahavn
er ein stór inspiratiónskelda.
Har plagi eg at vitja, tá eg eri í
Keypmannahavn, og eg havi eisini
havt samband við eigaran, sum
eg havi tosað við um rávørur og
annað.
Fara ikki á kompromis
við góðskuna
Konseptið er einfalt og effektivt,
tí har er bert hin eini burgarin at
fáa. Ein ávís nøgd verður gjørd um
dagin, og tá allir burgararnir eru
útseldir, so steingir vognurin.
Kjøtið verður hakkað um
morgunin, og so viga teir
búffarnar, sum skulu viga
umleið 150 g hvør. Síðani verða
teir formaðir og lagdir í íløt ráir.
Búffarnir liggja ikki og bíða eftir
kundanum, men verða stoktir,
meðan tú stendur framman fyri
vognin og aftaná tú hevur bílagt.
- Eg tími ikki, at tú skalt fáa
mat, sum er gjørdur fyri einum
hávlum tíma síðani, bara tí tú vilt
hava burgaran skjótari. So verður
góðskan av tí sama verri. Eg vil
heldur, at tú kanst fáa okkurt
lekkurt og frískt, sum akkurát er
gjørt, og afturfyri bíða eitt sindur
longri, sigur Jákup Sumberg,
sum raðfestur góðsku fram um
kvantitet.
- Tað snýr seg ikki um, hvussu
nógv vit kunnu selja. Vit kundu
væl selt 400 burgarar, um vit
gjørdu niður fyri og skundaðu
okkum. Men tað høvdu verið 400
vánaligar vørur. So vilja vit heldur
gera 100 góðar vørur, sum fólk eru
glað fyri, sigur Jákup Sumberg og
vísir á, at prísurin eisini er hareftir.
- Ein burgari kostar 100 krónur,
og tað er nokkso nógv at gjalda
fyri mat; serliga um mann er
ungur. Tí skal tað tryggjast, at tað
er góð rávøra og gott handverk,
sigur hann.
Millum lítið og einki av
rávørunum fer vekk
Brioche_Popup samstarvar við
FK í sambandi við bílegging av
oksakjøti til burgararnar.
- Tað er trupult í Føroyum, tí
um mann skal bíleggja heim, má
mann bíleggja eina størri nøgd.
Fyri okkum gevur tað ikki meining
at bíleggja 500 kg av kjøti heim
fyri síðan at frysta meginpartin
niður. Tí hava vit heldur hektað
okkum upp í ein ordra hjá FK fyri
at hava so lítið svinn sum gjørligt,
sigur Jákup Sumberg.
Hann fylgir væl við, hvussu
nógv svinn er, og tí roknar hann
eisini út, hvussu nógvar skivur av
agurk og hvussu nógvir leykringar
verða brúktir hvønn dag. Tað
hevur stóran týdning, at allir
burgararnir fáa akkurát somu
nøgd av øllum teimum ymsu
smakkunum.
- Tá eg var liðugur sunnudagin,
lupu 300 g mayonnaise og fimm
bollar av, men tað var eisini
tað einasta, sum var eftir av
framleiðsluni í fýra dagar, har vit
høvdu gjørt burgarar til eini 400
fólk.
Nú kanst tú vera kritiskur
Jákup Sumberg fegnast um, at so
nógv nýggj matstøð eru latin upp
seinastu árini.
- Um bara ein matstova er, so
hevur tú onga aðrastaðni at fara,
um tú ert ónøgdur. Men nú kanst
tú loyva tær at vera kritiskur. Nú
kunnu fólk siga: “vit tíma ikki
har, tí tað var ikki gott seinast.
Vit fara heldur at royna eitt
annað stað”, sigur Jákup og vísir
á, hvussu hetta ávirkar generella
góðskustøðið.
- Tað ger, at hini matstøðini
mugu ásanna, at tað er neyðugt
at hækka støðið, endurnýggja
seg og betra um sína tænastu. Í
Keypmannahavn eru nógv støð,
sum hava verið til leingi, stongd,
nettupp tí har eru so nógv nýggj
og betri støð komin, sigur Jákup
Sumberg og ger greitt:
- Tú kanst ikki bara koma
sovandi til arbeiðis, tú mást
brenna fyri tí. Og tað er bara gott
fyri kundan.
Hann heldur, at núverandi
gongd kann eggja enn fleiri at lata
nýggj matstøð upp.
- Kanska hetta fær aðrar ungar
kokkar hugsa, at tað væl ber til at
opna okkurt nýtt. Tað er jú ikki
líka kostnaðarmikið at hava ein
matvogn sum at lata eina heilt
nýggja matstovu upp.
Føroyingar eru
tilvitaðir um góðsku
Jákup Sumberg hevur verið í
føroysku matvinnuni í nøkur ár,
og hann veit, hvat hann tosar um,
tá hann sigur, at tað er munur á
fyrr og nú.
- Tá vit lótu upp, løgdu vit
merki til, at føroyingar eru sera
tilvitaðir um góðsku, sigur hann
og tekur eitt dømi frá, tá hann var
høvuðskokkur í fiskamatstovuni,
Barbaru.
- Síðan vit opnaðu Barbaru
og hinar matstovurnar, hava vit
følt, hvussu nógv fólk vildu hava
okkurt nýtt. Vit trúðu jú ongantið
uppá, at fólk fóru út at eta fisk.
Tí innførdu vit ein kjøt-dag í fall,
at onkur vildi hava kjøt. Men tað
kom ongantíð fyri. Tí fór kjøtið
av matskránni, og síðani hevur
tað bara verið fiskur, sum hevur
verið ein barkandi succes.
Hava fyrireikað seg
allan veturin
Summarið stendur fyri durum,
og Jákup Sumberg og hansara
hjálparfólk hava fyrireikað seg
væl gjøgnum allan veturin.
Brioche_Popup fer møguliga at
gera onkrar dagføringar í summar.
- Tá tomatirnar koma í sesong,
kann tað væl hugsast, at vit fara at
brúka meira av tí. Vit hava eisini
keypt ein flytføran roykiovn
úr Texas, sum kann gera mat
til 16 fólk. Hann kann standa
uttandura, og ætlanin er at hava
hann standandi úti til ymisk tiltøk
í summar, sigur Jákup Sumberg.
Tá summarsesongin er av
í september verður virksemið
síðsta hálva árið eftirmett.
- Tað er møguligt, at talan
verður um eitt permentant stað,
og at bilurin so verður aftrat tí,
sigur Jákup Sumberg.
Jákup Sumberg:
Rólant Waag Dam og Jákup Sumberg til arbeiðis í matvogninum
- Nú kann
mann lovya
sær at
finnast at
Saftigi ostaburgarin, sum
fæst í Brioche_Popup