hósdagur 23. mai 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019
SOSIALURIN 59
18
POLITIKKUR
Vilja sleppa av
við forðingar
Framsókn bjóðar seg fram til fólkatingsvalið.
Valskráin snýr seg fyrst og fremst um at fáa
okkum rætt til sjálvstøðugan uttanríkispolitikk
ÁRNI GREGERSEN
T
ey gera ikki so nógv
burtur úr, men Fram
sókn bjóðar seg eisini
fram á fólkatingsvalin
um 5.juni við seks valevnum.
Men valskráin er almenn nú:
- Aðalmálið hjá Framsókn á
Fólkatingi er at rudda slóð fyri,
at Føroyar fáa fult ræði á uttan
ríkispolitikkinum og kunnu reka
hendan á egnum grundarlagi.
Flokkurin sigur seg vera tann
liberala tjóðskaparflokkin og vil tí
hava, at Føroyar fáa ein sjálvstøð
ugan leiklut á altjóða pallinum.
Flokkurin heldur, at Føroyar
leingi hava fingið frið at arbeiða
á uttanríkispolitiska økinum, men
heldur at danskir myndugleikar
nú av álvara eru farnir at tátta í
og tarna føroyska arbeiðnum á
uttanríkispolitiska økinum.
Sum dømi eru danskir myndug
leikar farnir at blanda seg uppí,
hvørjar avtalur Føroyar gera um
samstarv við altjóða menningar
felagsskapir, umframt at teir hava
ógilda avtalu Útnorðurráðsins og
forða fyri, at Føroyar hava tví
landafundir við týðandi útlendsk
ar ráðharrar, sigur flokkurin.
Kenna til málið
At flokkurin hevur fokus á uttan
ríkispolitiska økið hongur helst
saman við, at hetta er eitt málsøki,
sum flokkurin hevur fyrstu honds
vitan um. Formaðurin í Framsókn,
Poul Michelsen, hevur í hesum
løgtingsvalskeiðnum verið og er
landsstýrismaður við uttanríkis
málum.
Tað vil siga, at hann hevur
sæð og merkt til tær forðingar,
sum danskir myndugleikar hava
lagt sum fótonglar á uttanríkis
politisku leiðini hjá føroyingum.
Í valskránni sigur Framsókn
eisini, at flokkurin fer at virka fyri
einum virðiligum og tíðarhóskandi
samstarvi við Danmark.
Føroyskir myndugleikar brúka
óneyðuga orku til at tulka grund
lóg og løgfrøði í altjóða viðurskift
um – alt orka, sum kundi verið
brúkt til virðiligt samstarv, sigur
Framsókn.
Millum annað sigur flokkurin,
at danir forða fyri, at Føroyar gera
avtalur við onnur lond í egnum
navni. Tað góðtekur Danmark
ikki.
Eitt kent dømi um tað er avtal
an, sum Útnorðurráðið gjørdi um
samstarv. Hóast tað ikki var nøkur
juridisk bindandi avtala, so sluppu
føroyskir myndugleikar ikki at
gera hana.
Halda somu kós
Síðani 1.apríl 1948 hevur heima
stýrislógin verið í gildi. Tað hevur
víst seg at rigga væl og føroyingar
hava sjálvir átikið sær at fyrisita
og gjalda fyri alt fleiri mál.
Framsókn sigur í valskránni,
at tey vilja halda fram á hesi kós,
og málið er fult sjálvræði og sjálv
bjargni, har Føroya Landsstýri og
danska stjórnin gera eina virðiliga
avtalu.
Flokkurin vísir á, at gjøgnum
hesi 71 árini eru Føroyar eisiniu
vorðnar meira fíggjarliga sjálv
bjargnar.
Flokkurin sigur eisini, hvat
teirra umboðan á Fólkatingi skal
brúkast til:
-Hesa tilgongdina skipa vit í
Føroyum, og tí skal umboðanin
á fólkatingi brúkast til at gera
okkara ávirkan galdandi, har av
gerðir enn verða tiknar Føroya
vegna og upplýsa um vantandi
virðingina fyri føroyskum sjálvs
avgerðarrætti, sigur Framsókn.
Tey, sum eru
á listanum hjá
Framsókn, eru:
Bjarni K. Petersen
Hanna Jensen
Høgni Reistrup
Súsanna Olsen
Poul Michelsen
Ruth Vang
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, hevur seinastu fýra
árini sum landsstýrismaður umsitið uttanríkismál.
Danskir myndugleikar eru farnir at tátta í, so tað er torførari at gera avtalur millum Føroyar og onnur lond.