Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 19 Tómur sessur er valskráin hjá Sjálvstýrinum Sjálvstýri hevur onga aðra valskrá enn at tey siga, at tey ikki fara at møta upp í Fólkatinginum, verður eitt sjálvstýrisumboð valt ÁRNI GREGERSEN S jálvstýri stillar upp til fólka­tingsvalið grund­lóg­ ardagin 5.juni, men skuldi tað hent, at flokkurin vann ein sess, so ætlar flokkurin ikki at møta upp á danatingi. - Nei, vit hava avgjørt at vinna vit sessin, so fara vit at lata hann standa tóman, sigur Jógvan Skor­ heim, formaður í Sjálvstýri og val­ evni til fólkatingsvalið. Formaðurin í flokkinum sigur, at tey hava valt at havaa tað sum val­skrá, at verður eitt umboð fyri flokkin valt, so fara tey at lata ting­sessin standa tóman. -Vit vita, at tað eru á leið 10.000 færri føroyingar, sum fara á val til Fólkatingi enn til Løg­tingið. Tí vilja vit geva hesum velj­arunum møguleikan at velja ein flokk, sum hevur eina val­skrá, sum hevur til enda­máls at avtaka fólka­ting­ sess­irnar hjá før­oy­ingum, sigur Jógvan Skor­heim. Formaðurin í Sjáslvstýri er rættu­liga avgjørdur, tá ið hann sig­ur, at ein marknaðarlinja skal vera millum føroyska og danska tóð­artingið. -Skulu vit hava nakað við donsku stjórina ella danska Fólka­ tingi at gera, so er hetta viður­ skifti, sum okkara egna lands­ stýrið og okkara egna Løg­ting taka sær av. Tað sama er tá ið vit hava samband við aðrar tjóð­ir um ym­isk viðurskifti, sigur for­mað­ urin í Sjálvstýri. Hann leggur afturat, at eft­ir­ sum flokkurin fer at lata sessin standa tóman, so fer flokkurin heldur ikki at leggja seg út í danskan politikk. Tey fara ikki at velja reyðan ella bláan blokk í ting­inum og tey fara heldur ikki at vísa á nakran danska politikara, sum samgonguleiðara. Hava roynt fyrr Sjálvstýri, sum er ein av gomlu heimastýrisflokkunum, hevur áð­ur gjørt royndir at avtaka fólka­tingssessirnar hjá okkum føroyingum. Tvær ferðir hevur flokkurin í Løgtinginum lagt uppskjot fram um at avtaka fólkatingssessirnar, men uppskotini hava ikki fingið nakra serliga undirtøku millum hinaar politisku flokkarnar. - Men vit vilja nýtaz hetta høvi til at lata fólk sleppa at velja um vit skulu avtaka sessirnar. Velja tey eeitt umboð fyri Sjálvstýri, so velja tey eisini, at annar sessurin stendur tómur. Eg haldi tað er eitt paradoks at føroyskir flokkar seta treytir fyri at taka undir við ymiskum í danska tjóðartinginum – tað er ikki rætt. - Tað fer mær kalt niður eftir rygg­inum, tá ið eg umhugsi um tað øvugta, at danir høvdu ein ella tveir sessir í Lkøgtinginum og harvið vóru partur av føroysku parlamentarisku skipanini, sigur Jógvan Skorheim. Nógvir danskir pengar Umframt at flokkurin í valskránni bert hevur eina ætlan at avtaka fólkatingssessirnar, so hevur Sjálvstýri fleiri ferðir varpað ljós á, at føroysku flokkarnir fáa danskan pening fyri at stilla upp og verða vald til danska Fólka­ tingið. - Eitt heilt valskeið gevur einar 22 milljónir til Føroyar. Hvørt av teimum báðum umboðunum kosta einar 10 milljónir til lønir av ymiskum slag og harafturat fáa teir flokkar, sum stilla upp eis­ ini einar tvær milljónir – alt eftir hvussu mangar atkvøður tey fáa, so hetta kostar ríkiskassanum ein­ ar 22 milljónir fyri hvørt valskeið, sigur Jógvan Skorheim. Hann sigur eisini, at teir peng­ arnir, sum føroysku flokkarnir fáa úr danska ríkiskassanum, eisini verða vavdir uppí før­oyska val­ stríðið, sum kemur slak­ar tríggjar mánaðir eftir fólka­tingsvalið. Fólkatingssessirnir eru stað­ festir til Føroyar í grundlógini, so spurningurin er um ikki tað hevði verið eins lætt a taka loysingina? - Vit halda, at tað hevði verið eitt stig á leiðini um vit fáa sess­ irnar avtiknar og vit halda eisini, at tað hevði lagt eitt trýst á hinar flokkarnar at taka undir við einum nýggjum uppskoti, sum vit so fara at leggja fram, sigur formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. Bert formaðurin stillar upp S jálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann bert hevur eitt val­evni á listanum til fólkatingsvalið 5. juni. Tað er formaður floksins, Jógvan Skorheim, sum einsa­ mallur stillar upp. Hann skuldi vera í and­glett­ inum í Útvarpinum í kvøld men er farin til Danmarkar, har hann skal halda røðu í Od­ ense, tá ið seglskipini koma inn hagar í kvøld. Hann sigur í skrivi, at hann royndi at fáa samrøðuna í Út­ varpinum flutta, men tað lat seg ikki gera. - Tí var valið faktiskt lætt. Tá ið samrøðan ikki kann flytast ella bandast, so velji eg sjálv­andi at heiða Merk­in­ um og okkara sigl­andi ment­ an­ararvi fram­um eina ein­ staka útvarpssamrøðu um danska fólka­tingsvalið, sigur for­maðurin í Sjálvstýri. POLITIKKUR