Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 20 – Alivinnan er ein háváðavinna. Tað sæst á støðuni, nú algur gera um seg, og nógvur laksur er deyður í Norra. Tað er trupult at fyrireikað seg, um hetta skuldi hent í Føroyum, men vit ætla at taka alguroyndir aðruhvørja viku, sigur Atli Gregersen, stjóri á alifyritøkuni Hiddenfjord FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO S tjórin hevur fylgt við støð­ uni í Norra síðstu dag­ar­ nar, og hann heldur, at hon er álvarsom. – Vit í føroyska alivinnuni hava gott nokk vunnið nógvan pen­ing seinnu árini, men tað er eisini neyðugt fyri at hava nakað at standa ímóti við, um sjúka ella annað brádliga rakar, og vit upp­ liva stórt felli. Vit eru í eini vinnu, ið ber sera stóran váða við sær, sigur Atli Gregersen. Taka alguroyndir Atli Gregersen heldur ikki, at tað verð­ur nógv væl kannað, hvussu støð­an er við algum á alistøðunum kring Føroya. – Tað átti helst at verið betri skipað, so at fylgt varð við, um vandi er fyri, at algur fara at raka eitt alibrúk. Tað er lættari hjá tí villa fiskinum. Hann svimur bara burtur. Fiskurin í einum alibrúki slepp­ur ongan veg, sigur Atli Greg­ er­sen. – Vit í Hiddenfjord ætla nú sjálvi at taka alguroyndir aðru­ hvørja viku fyri at vita, hvussu algustøðan er, so vit fáa fylgt eitt sindur betri við. Tað verð­ ur væntandi Fiskaaling og Hav­ stovan, sum fara at kanna roynd­ ir­nar, sigur Atli Gregersen. Kunnu missa nógv brádliga Alifyritøkurnar í Føroyum hava eisini upplivað stórt felli, sum er komið brádliga, av algum ella øðrum. Millum annað doyði nógv­ ur laksur út fyri Kold­beina­gjógv í fjør. – Vit upplivdu eisini síðsta heyst, at ein táknasjúka, ið verður kallað agd, brádliga rakti okkara ali­brúk á Miðvági. Vit mistu virði fyri umleið 50 milliónir krónur av hesum, sigur Atli Gregersen. – Alifyritøkurnar í Føroyum rinda umleið 175 milliónir krónur beinleiðis til landskassan. Men vit mugu eisini hava nakað at standa ímóti við, tí vit kunnu fáa ein øgiliga upp á kjaftin brádliga, sigur stjórin í Hiddenfjord. Steðga at fóra og framskunda tøku Hann vísir á, at tað er sera trupult at vera fyrireikaður, um ein algu­ blóming brádliga rakar eitt ali­ brúk. – Tað er næstan ongin tíð at handla. Tað kunnu ganga bara ein tími ella minni enn tað, til ein stór mongd av laksinum brádliga doyr. Tað besta sum er at gera, at steðga forðingini, so at laksurin ikki brúkar ilt til at sodna matin. Best er eisini at sleipa aliringarnar burt­ur úr einum øki, har algur eru. Onkrir royna seg eisini við at fram­skunda tøku, sigur Atli Greg­ er­sen. Hann vísir eisini á, at algur áður hava gjørt nógv um seg í Føroyum, og alibrúkini mistu tá nógvan fisk. Tí eru føroyingarnir givnir at ala á Skálafirði, Tjaldavík, Funn­ ings­firði og Trongisvágsfirði. ÆTLA AT TAKA ALGUR AÐRUHVØRJA VIKU Hiddenfjord hevur bygt stórt út á Fútakletti í Vágum, so at laksurin kann svimja longri í feskum vatni, áðrenn hann fer á sjógv.