Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 21 Missa møguliga laks fyri eina milliard krónur Higartil hava norsk alifeløg mist 11.600 tons av laksi í Nordland og Suður-Troms av algum. VILMUND JACOBSEN VILMUND@SOSIALURIN.FO S ambært norsku fiski­ vinnuumsitingini hev­ ur misti alifiskurin eitt søluvirði, sum ligg­ur oman fyri 720 milliónir norsk­ ar krónur. Greinarar siga, at so­ leiðis, sum gongdin er í løtuni, kunnu alarar rokna við at missa laks fyri meira enn eina milliard norsk­ar krónur. Fiskivinnumyndugleikarnir siga í einari frágreiðing miku­ dag­in, at deyðiligheitin í innara parti og miðpartinum av Ofot­ fjørð­inum nú er steðgað, men har er næstan eingin fiskur eftir. Hinvegin doyr framvegis nógv­ur fiskur í ytru pørtunum av fjørðinum. Framskrivingar vísa, at algurnar, sum higartil hava gjørt av við øll hesi 11.600 tons­ ini av laksi, fram­veg­is flyta seg, og norski Hav­gransk­ing­ ar­stovn­urin ber ótta fyri, at "deyðs­algurnar", sum fyri­ brigdið verður rópt í Noregi, kunnu spreiða seg vestur eftir til stór aliøki í Rafsundinum, eins og til Molla og Skrova í Svol­vær. "Deyðsalgan" Eitrandi algurnar seta seg á táknurnar á fiskinum, sum síðan kvalist. Í norskum miðlum verð­ ur talað um "deyðs­al­guna", og norski Hav­gransk­ingar­stovn­ ur­in vísir á, at tal­an er um algu av slagn­um "chrysochromulina lead­beateri". Algan er eitt plantu­æti, sum er vanlig við strend­urnar í Noregi. - Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at algan er orsøk til laksa­ deyða. Ein størri blóming av hesi algu var eisini í mai og juni í 1991, og síðan var ein minni blóming av alguni í mai í 2008, skrivar norska heimasíðan www.sysla. no Tryggingin dekkar bara lutvíst Sláturvirðið av fiskinum, sum er deyður av eitrandi algum í Noregi, hevði verið umleið tvær milliardir norskar krónur. Sjálvt um norskir alarar eru tryggjaðir, noyðist ali­vinn­an kortini sjálv at bera meg­in­part­ in av tapinum, nú eitrandi algur hava dripið fleiri túsund tons av ali­laksi. Gjensidige er størsti trygg­ ing­araktørurin í norskari ali­ vinnu. - Allir alarar hava tryggingar sum fevna um slíkar hendingar sum hesa. Fyri okkara við­ kom­andi hava alifeløgini eina sjálv­sábyrgd á í minsta lagi 20 pro­sent, og eg trúgvi, at onnur trygg­ingarfeløg munnu hava um­leið somu treytir.  Tað sigur samskiftisstjórin í Gjensidige, Øystein Thoresen, við Dagens Næringsliv. Hann vísir á, at onkrar alifyritøkur hava hægri sjálvsábyrgd, kanska upp ímóti 40-50 pro­ sent­um. Innaneftirlit at fylgja við alguvøkstri – Okkara uppgávu er fyrst og fremst at koma inn, tá ið sjúkur sum ILA og PD ella lús ella annað sum smittar, rakar laksin. Vit kunnu millum annað áleggja tøku, og annars eru reglur fyri, hvussu deyði fiskurin skal burturbeinast, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni á Heilsufrøðiligu Starvstovuni. FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO Støðan er ein onnur við algum. Hon vísir á, at tað er eitt krav, at alifyritøkur skulu hava eina tilbúgvingarætlan, sum eisini skal umfata alguvøstur og annað líknandi. – Alifyritøkurnar skulu eisini hava eitt innaneftirlit. Har verður sagt, at tiltøk skulu setast í verk um okkurt brádligt felli kemur á, sigur Birna Mørk­ øre. Hon vísir á, at tað er upp til fyri­tøkurnar sjálvar at meta um, um tær gera regluligar algu­ royndir, um tær velja satilit­yvir­ vøku ella aðrar loysnir fyri at fylgja við váðanum fyri algu­ blóm­ing. – Tað sum vit serliga arbeiða við, er um fiskur doyr, at tað verð­ur skjótt atborið, so at deyði fiskurin verður tikin upp úr nótunum, verður maldur og súrgaður so skjótt sum møgu­ ligt, og at hann verður burt­ur­ beind­ur, so at tað ikki er smittu­ vandi, sigur Birna Mørkøre. Birna Mørkøre, landsdjóralækni á Heilsufrøðiligu Starvstovuni ROYNDIR Úr 18 niður í 12 mánaðir í sjónum Hóast trupult er at forða fyri brádligum sjúkum, ið kunnu raka, so hevur Hiddenfjord tó gjørt nakað fyri at forða brádligum felli. – Vit hava í drúgva tíð arbeitt við at stytta tíðina, vit hava laksin svimjandi í sjónum. Tí tá er vandi mest fyri sjúkum, algum og lús. Vanliga hevur laksurin svomið umleið 18 mánaðir í sjónum áðrenn hann verður tikin. Vit hava nú bygt út á landi, so at tíðin á sjógvi styttist munandi. Tað, sum vit hava tikið á Sørvágsfirði herfyri, hevði í miðal svomið 12 mánaðir á sjónum. Tað vil siga at vit hava stytt tíðina á sjónum við seks mánaðum, sigur Atli Gregersen. Hiddenfjord hevur bygt stórt út á Fútakletti í Vágum, soleiðis at fiskurin kann svimja longri í feskum vatni, áðrenn hann fer á sjógv. Í næstum fer Hiddenfjord at taka ein part av laksinum, sum svimur í Vestmannasundi. Tað fyrsta, sum verður tikið, hevur ikki svomið á sjónum í meira enn níggju mánaðir. Í miðal hev­ur laks­urin sum verður tikin í Vest­ manna tó svomið í nakað longri tíð enn níggju mánaðir. – Tað tekur langa tíð og kostar nógv at leggja um, men vit minka eisini um váðan við at hava fiskin longri á landi, sigur Atli Gregersen. Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord