Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 22 Skúlin við Áir dagførdur – Vit gleðast um, at umstøðurnar eru vorðnar munandi betri, og at skúlin nú er dagførdur, allur sum hann er, sigur Stig Elttør, leiðari á skúlanum FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO M ikudagin var mót­ tøka á Skúlanum við Áir í sambandi við at triðja byggistig er gjørt liðugt. Umstøðurnar eru vorðn­ar munandi betri. Yndisskúli Stig Elttør bjóðaði vælkomin, tá ið hátíðarløta var í dag. Síðani bar Eyðgunn Samuel­ sen, landsstýriskvinna við almannamálum, fram heilsan. – Tað gleðir meg, at arbeiðið at umvæla Dugnaskúlan nú er komið at enda. Vit vita, at trivnaður og fakligheit kunnu ikki skiljast sundur. Næmingar, sum trívast væl, læra eisini betur. Og fysiskir karmar hava sjálvandi eisini týdning, tá ið vit tosa um trivnað, segði Eyðgunn Samuelsen. Og hon helt fram: – Á Dugna verður hugt eftir, hvat tann einstaki dugir, og ikki eftir, hvat tann einstaki ikki dugir. Eg eri so glað um, at nógv hava fingið sína útbúgving á skúlanum og hava fingið víðari møguleikar í lívinum. Hetta er mín yndisskúli, segði Eyðgunn Samuelsen millum annað. Jarðhiti Jón O. Sólsker, leiðari á byggi­ deild­ini á Landsverk, greiddi frá ar­beiðinum, sum er gjørt við bygn­ ingin. – Tá ið talan er um umbygging, kunnu nógvar avbjóðingar, ið tú ikki kennir frammanundan, koma óvart á. At bygt verður um í einum bygningi, ið er í brúki, og enntá í einum skúla, ger ikki avbjóðingarnar minni. Men hetta arbeiðið hevur gingið væl og er framt í góðum samstarvi millum partarnar. Vit gleðast um, at vit nú eru komin á mál, og eg fari at ynskja tykkum bestu eydnu, nú umvældi parturin av skúlanum verður tikin alment í nýtslu, segði Jón O. Sólsker. Hann nevndi eisini, at bygn­ ing­urin hevur fingið eina jarð­ hita­skipan. Karmar hava ein týðandi leiklut Síðani hevði Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, orðið - Fyri arbeiðið hjá okkum á Dugna hava karmar ein týðandi leiklut, tí teir eru við til at stuðla undir okkara arbeiði at stuðla tí einstaka næminginum ígjøgnum skúlagongdina og víðari út í eitt virki lív. Eg vil eisini takka øllum pørtum fyri fyrimyndarligt sam­ starv, segði stjórin á Dugna. Hon gleddist eisini um, at tey, ið ganga á skúlanum, fáa hjálp út­ búgvingarliga ella á annan hátt at koma víðari í lívinum. Byrjaði í prestagarðinum í Hvalvík Mai-Britt Holm Andersen, fyrr­ver­ andi leiðarin á skúlanum, greiddi eitt sindur frá søguni hjá skúl­an­ um. – Tað var Karolina Petersen, ið stóð á odda fyri skúlanum í nógv ár. Skúlin byrjaði í prestagarðinum í Hvalvík, har Karolina búði. Seinni flutti hann til Áirnar, segði Mai-Britt Holm Andersen. Í nógv ár var tætt samstarv mill­um gomlu hvalastøðina við Áir og skúlan. Skúlin byrjaði í 1956. Fýra milliónir krónur Umbyggingarnar, ið eru gjørdar á skúlanum, hava tikið fleiri ár. Fyrst og næsta byggistig vórðu gjørd frá 2011 til 2013. Triðja byggistig er gjørt í 2018 og 2019 og er nú liðugt. Tað, ið er gjørt nú, er millum annað útluftingarskipan, tey bæði seinastu kømrini eru umvæld, nýggj vesi og nýtt vaskirúm eru gjørd, eitt nýtt flokshøli og eitt bólka­høli er komið afturat og allur bygn­ingurin er brunatryggjaður. Tað er JEP Smíð, ið hevur verið høvuðsarbeiðstakari. Triðja byggistig kostaði fýra milli­ónir krónur at gera. Pláss til 30 næmingar Átta kømur eru á skúlanum, til næm­ingar at búgva á, umframt tvær stórar skúlastovur, ein bólka­stova, køkur, uppihaldsrúm og skrivstovur. Á skúlanum, sum bjóðar fólki, at taka 9. floksprógv sítt umaftur, eina­mest fyri at betra um tað, ella tí tey ongantíð hava staðið 9. flokk, ganga í dag 21 næmingar. Pláss er tó fyri 30 næmingum. Umframt 9. flokk so er eisini ein fyrireikingarflokkur at taka 9. floksprógv. Millum annað ganga nakr­ir næmingar har, sum hava út­lendskan uppruna. Stig Elttør, leiðari á skúlanum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna Jón O. Sólsker, leiðari á byggideildini hjá Landsverk Eitt av flokshølunum á skúlanum Skúlin hjá Dugna við Áir