Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 23 Týsdagin klokkan 15 var stórt há­tíð­ar­hald, tá Kioskin hjá Astu kom aftur á Vaglið – í nýggjum og broytt­um hami. Gamla kioskin, sum hevur ver­ið opin síðani á ólavsøku í 1935, var fyri trimum mánaðum síð­ani tikin av grundini og flutt nið­an í eina høll á Sand­víka­r­ hjalla, har smiðir Petur Hans Poul­sen og Martin Tórgarð hava end­ur­bygt hana av nýggjum. Tað er Gist & Vist, sum eigur kiosk­ina, sum lat uppaftur týs­ dagin. Asta Jaocbsen, sum hevur átt ki­osk­ina síðani 1945, og sum sjálv hev­ur rikið hana frá 1948 til 2018, var heið­urs­gestur til há­tíð­ar­ haldi, har Annika Olsen, borg­ar­ stjóri skonkti henni fyrsta kaff­i­ munnin úr »Kioskini hjá Astu«, sum kioskin framvegis eitur. Kaffi og »gongumatur« verður at fáa í kioskini, sum eisini hevur skeink­i­loyvi. SO KOM KOSKIN HJÁ ASTU AFTUR Á VAGLIÐ Asta Jacobsen, sum fyllir 89 í summar, var heiðursgestur til hátíðarhaldið á Vaglinum týsdagin Eirikur Lindenskov segði nøkur orð um søguna hjá Kioskini, sum hevur verið umrødd í Sosialinum Annika Olsen kyssir Astu og skeinkir henni fyrsta kaffimunnin úr »Kioskini hjá Astu« Eisini framúr dugnaligu tónleikararnir í klaks­víks­ bólk­inum Hjarnar dugdu at síggja ikoniska virði í Kioskini hjá Astu og nýttu hana sum mynd á fløghúsa í 1995 Enn sum áður eitur kioskin »Kioskin hjá Astu« Nógv fólk vóru komin á Vaglið til hátíðarhaldið, tá 84 ára gamla Kioskin hjá Astu læt upp aftur týsdagin klokkan 15. Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu