Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 2. partur Í fyrsta partinum greiddi John frá siglingini við ís­ lendsk­um trolaran í 1950- unum, og hvussu vandafult hetta kundi vera við kulda og yvirísing. Men tað vóru eisini aðrir vandar, soleiðis sum John greiðir frá: Fingu minur í trolið Eisini høvdu vit trupulleikar við minum, hóast tað tá vóru lið­in meira enn 10 ár síðan heims­bar­ dag­in var liðugur. Vit fingu fleiri ferðir minur í trolið. Eina ferð, vit fingu trolið á borðið, var næstan einki eftir av tí. Tá hendi tað, at á einum sjekli á breidlinum á trolinum hekk ein pakningur. Eg veit ikki hví, men stýrimaðurin tekur hendan pakningin og tveitir hann fram á dekkið. So gongur tíðin, og vit stríðast við at fáa trolið gjørt aftur. Vit máttu seta eitt nýtt trol við. So fara vit aftur at taka hetta trolið inn á dekkið. Eg var posamaður. Íslendskir trolarar høvdu altíð posamann. Eg loysi frá trolposanum, og nú dettur mina úr honum. Tað rullaði illa. Nú sær manningin, at her er ein mina, sum er púra óskadd, og hon byrjar at rulla á dekkinum. Hetta kundi vera vandamikið. Allir blivu so ræddir, at teir loypa aftur til bátarnar á báta­ dekkinum at bjarga sær, um nakað skuldi hent. Eg standi einsa­mallur og royni at halda min­uni í hesum rullinum. Eg mátti eisini royna at fáa onkran av manningini at sleppa posan niður yvir minuna fyri at fáa hana at liggja stilla. Annars kundi hon bresta hvørja løtu. Men tað hendi tíbetur ikki. So eina­ferð síggi eg ein mann uppi á keys­ing­ ina. Eg rópi á hann um at sleppa posanum niður á minuna. Tað gjørdi hann so, og tá kom minan at liggja still. Tá kom manningin fram á dekkið aftur. Eg síggi tá, at tað var eitt deksil á minuni. Tá eg taki dekslið, sum er komið inn við fyrra trolinum, síggi eg, at tað passar júst til dekslið á minuni, sum er á dekkinum. Hetta vísir, at ein mina eisini hevur verið í fyrra trolinum, og at hon er brostin, áðrenn trolið kom at borði. So vit fingu heilar tvær minur í trolið í tveimum fylgjandi hálum. Vit fóru inn við hesi minuni. Tað var ásett við lóg, at allar minur skuldu førast til lands. Vit fingu eisini aðrar minur í trolið, men tær vóru so buglaðar, at tær vóru vandaleysar. Men vildi illa til, kundi skaðin verið óbótaligur. Her kann nevnast, at Tvøroyrarsluppin Karen fórst undir Íslandi í 1920 við 13 monn­ um. Tað varð hildið fyri vist, at hon var farin av eini minu frá 1. heims­bardaga. Mundi farið til sjós Eg var sum sagt posamaður, og skuldi loysa posan, tá ið hann kom inn. Men tá ið trolið fór út aft­ur, skuldi eg leggja veirarnar í blokk­in. Men einaferð, tá ið eg eri á veg aftur eftir á skipinum, tá fær trol­arin ein sjógv, og eg flotni á dekkinum. Skipið legði seg á lið­ una, og eg liggi har og skoli aftur og fram. Men knappliga føli eg, at har er nakað, sum eg kann taka í. Tað geri eg og krøki meg í hetta. Men trupulleikin var, at eg fekk onga luft. Men sum eg liggi og neyðhaldi mær, nú fjarðar sjógv­ ur­in undan. Tá liggi eg við øðrum bein­inum uttanborðs og annað beinið innanfyri lúnningina. Sjálv­ur helt eg meg fastan í eina stúttu. Soleiðis fekk eg bjargað mær ta ferðina. Eina aðra ferð sá eg. at ein sjógv­ur breyt, meðan eg stóð har afturi á skipinum. Tá legði trolar­ in seg eisini á liðuna. Eg skundaði at fáa fatur á ein leytari, sum gekk upp til bátadekkið. Har var so nógvur sjógvur, at eg tordi ikki longur upp eftir leytaranum, so eg legði meg á búkin og vónaði, at eg kundi halda andanum, til tað fjaraði av aftur. Har stóð nógv á. Tá var eg líka við at missa andan. Men tíbetur kláraði eg tað eisini hesa ferðina. Tað var eisini kent frá før­oysk­ um síðutrolarum, at teir kundu vera ógvuliga vátir, serliga tá teir vóru tungir í sjónum. Her hava eisini verið nógvar vanda­ støð­ur, sum oftast kortini end­ aðu væl. Hetta broyttist alt við hekku­trol­ar­un­um, tá ið teir komu í 1960-un­um. Frá at vera fiskimaður fór John at sigla sum yvirmaður úti í heimi. Tá kom hann at hitta ein tann kendasta ríkisleiðaran í heiminum, Muammar Gadaffi, sum seinni varð myrdur í einum uppreistri SIÐSØGA John Eliassen: HITTI GADAFFI Í LIBYEN Posin kemur inn fullur av fiski. Myndirar úr Jól á Halanum.