Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 25 Komandi partur Hóast Gadaffi hevði ringt orð á sær, so upplivdi John kortini nakað av rættvísi í Libya. Fann eisini konuna í Íslandi Eg var í Íslandi til í 1959. Tá bleiv eg eisini forlovaður í mai mánað við eini hvalbiargentu. Judisu, sum arbeiddi á Frelsunarherinum í Reykjavík, sum eisini virkaði sum eitt sjómansheim. Tað vóru eisini nógvar føroyskar gentur, sum arbeiddu í Íslandi. Á Frelsunarherinum bar eis­ ini til at gista, tí komu nógvir før­oyingar her. Abbi mín, Poul á Vestri, bleiv eisini forlovaður í Íslandi, tað var á Eysturlandinum, har hann róði út. Tað vóru eisini føroyskir fiskimenn, sum funnu saman við íslendskum gentum og búsettust í Íslandi. Um hesa tíðina byrjaði henda sigling hjá føroyskum fiski­monn­ um í Íslandi at minka. Tá var ferð komin á endurnýggjanina av okkara fiskiflota, so nú fingu før­ oy­ingar rættilig skip at sigla við. Serliga vóru tað línuskip sum vit fingu nógv av. Heim á skúla Seinni, tað var í august, fóru vit heim. Tá søkti eg inn á naviga­ tións­skúlan í Havn at fara á stýri­ mansskúla. Judisa fór heim til for­eldrini í Hvalba. Í Havn búði eg hjá systir míni við Landavegin. Stjórin á skúl­an­ um var Dánjal J. Joensen. Millum lærararnar vóru Hans Sundstein, Dánjal á Dul, Karl Vang og Johan Sanuelsen. Hans Sundstein hevði m.a. matematikk og natúrlæru. Hann byrjaði hvønn tíma við orðunum: “Ein orsøk er til alt.” Og so var at finna orsøkina. Har vóru fleiri góðir lærarar. Tá bar ikki til at blíva skips­ førari í Havn. Hetta kom ikki fyrr enn seinni. Eg fór so at sigla, til eg slapp at ganga til skipsførara í Havn. Tá sigldi eg við DFDS. Sigl­ing­ in lá soleiðis fyri, at eg bleiv ov seinur til skúlabyrjan. Eg hevði tá valið millum at bíða til skúl­ in byrjaði av nýggjum ella fara í klassan, sum longu var byrj­aður tveir-tríggjar mánaðir framm­ an­undan. Tað gjørdi eg, og tað gekk kortini væl. Eg hevði tá siglt mær so mikið av feriu, at eg kundi taka prógvið í feriuni. Tá var Poul Johannes Johansen blivin stjóri á skúlanum. Hann kannaði møguleikarnar hjá mær at byrja mitt í skúlagongdini. Hann helt, at sum eg hevði klárað meg til stýrimann, so skuldi møgu­leikin verið góður at byrja eftir skúlabyrjan, um eg gjørdi mær ómak. Eg byrjaði so tann 23. november. Klassin var annars byrjaður fyrstu viku i august. Eg mátti so fyrst lesa tað, sum teir høvdu havt, og so fylgja við hinum næmingunum eisini. Tað var nóg mikið at gera. Tá var eg eisini giftur, og vit búðu í Havn. Men prógvið fekk eg. Mundi fryst til deyða Aftan á, at eg hevði fingið skips­ før­ara­prógv, fór eg at sigla við frysti­skipi við frystum kjøti millum Suðuramerika og Europa. Eina ferð skuldi fór eg saman við einum næmingi eini ørindi niður í lastina at stilla ein ventil. Hetta kundi endað heilt galið hjá mær. Tá hendi tað, at eg varð einsa­ mallur í lastini. Næmingurin var farin upp úr lastini, og lúkan varð afturlatin av misgávum. Hetta var ein ræðulig støða at koma í í øllum kuldanum, sum var niður í móti 20 kuldastigum í eini slíkari last. Eg royndi allar møgu­leikar at gera vart við meg, men hetta var alt til fánýtis. Tað gingu hálvur triði tími, áðrenn teir uppi á dekkinum og brúnni fóru at sakna meg og fóru at leita. Tá slapp eg upp úr lastini. Eg var ógvu­liga illa fyri. Tað var eisini ógvu­sligt at koma upp úr hesum nógva kuldanum upp á dekkið, har hitin kanska var ein 30 stig. Slíkt skuldi sjálvandi ikki kunna koma fyri, og henda hending kom tíverri at kosta 1. meist­ara starvið. Hann fekk ábyrgd­ina fyri, at hetta kundi henda. Tað varð ein frágreiðing skrivað um tað, sum var farið fram. Hon fór til danska skipa­ sýnið. Hetta førdi so við sær, at krøv vórðu sett til øll skip, at gløði­pera skuldi setast við hvørja kon­takt, og har skuldi vera ein alarm­ur, har trýstast kundi á í eini slíkari støðu. Hesin alarm­ur skuldi hoyrast á brúnni, í mask­in­ rúm­inum og í messuni. Hetta er so eisini galdandi í frysti­goymsl­ um á landi, eisini í Føroy­um. Hitti Gadaffi Henda søgan byrjaði í Houston í Texas í USA. Hetta hevur verið fyrst í 1980-unum. Eg var skip­ari. Tá fekk eg at vita, at eg skuldi læra meg at koyra ein sera framkomnan bil, sum stóð har á keiuni. Har var so ein mað­ ur, sum skuldi leggja mær lag á hetta. Meðan vit lógu og last­aðu royndi eg at læra meg at koyra henda serliga bil. Hann var væl isoleraður og hevði tjúkk­ar síður. Eisini var hann var púra skottryggur. So vítt eg minn­ist, fekk eg einki at vita, hvat enda­ málið var við hesum. Eg skuldi bara læra meg at koyra bilin. Tá ið vit vóru lidnir at lasta, skuldi eg so koyra bilin umborð og stongja hann. Har vóru myndug­ leika­persónar umborð frá landi av. Teir vildu síggja til, at bilurin varð væl stongdur og settur á eitt trygt stað umborð. Lykilin til bilin varð koyrdur í ein brævbjálva og seglaður við stempli. Hesin bræv­ bjálvin skuldi so leggjast í trygd­ arskápið hjá skipinum, sum skip­ arin hevði ábyrgdina av. Vit fóru so haðani og sigldu víðari yvir um Atlantshav, har vit skuldu koma til Tripoli í Libyen. Tá hevði eg fingið at vita, at hesin bilur var til Muammar Gadaffi, ríkisleiðara, og at eg skuldi koyra hann í land og heim til hansara. Men seglið á brævbjálvanum mátti ikki brótast, fyrr enn myndug­leika­persónar høvdu sæð, at seglið var óskalað. Hetta var trygdin fyri, at eingin hevði verið inni í bilinum. So her mátti agent­urin og myndug­leika­per­ són­ar skriva undir upp á, at tað var í lagi við brævbjálvanum. So var brævbjálvin opnaður, og eg fór inn í bilin, saman við umboðum fyri móttakaran. Agent­urin var ein av teimum. Teir siga mær so, hvønn veg eg skal koyra. Eg koyri so tann vegin, teir vísa mær. So eina ferð fái eg boð um at steðga og fara út úr bil­in­ um. Tá komu tríggir menn gang­ andi móti okkum. Tann í miðjuni var sjálvur Gadaffi. Hann tekur í hondina á mær og ynskir mær vælkomin til Libya. So varð eg koyrdur umborð aftur. Eg mátti eg lata passið frá mær, tá ið eg fór í land. Hetta man hava verið av trygdarorsøkum, men tá eg kom aftur fekk eg so passið aftur. Gadaffi varð seinni dripin Gadaffi var einaræðisharri í Libya frá 1969-2011. Hann hevði alla grund til at ogna sær ein skot­ tryggan bil. Hann var eirindaleysur og stýrdi landinum við eini harð­ ari hond, og hevði tí eisini sín­ar fíggindar. Hann metti seg sam­ stundis at vera ein leiðara av musl­ imska heiminum. Hetta heldur ikki væl umtókt av øllum. Hann kom til ilnar við vesturheimin, tá ið hann stóð aftanfyri terrorálop í fleiri londum í Vesturheiminum. Hann fekk at enda eisini fólkið heima ímóti sær og tað end­aði við uppreistri. Her fóru fleiri lond vestanfyri í part við upp­ reistrarfólkini og bumbaði støð­ irnar hjá Gadaffi sundur og sam­ an. Hetta endaði við, at hann varð myrd­ur í 2011. Tá hjálpti eingin bil­ur frá John. Trupulleikin er bara tann, at fólkið hevur neyvan fingið tað betri. Nú eru fleiri sum berjast um valdið í Libya, og skilið er vist verri enn nakrantíð. Hetta hevur eis­ini gjørt sítt til tann streym av flóttafólki, sum er komin til Europa seinnu árini. Men hóast alt hetta, so var kort­ini eitt sindur av skili á í Libya. Hesum verður m.a greitt frá í komandi parti. So váttligt kundi vera á dekkinunum á einum trolara John hitti Judisu í Reykjavík John sum yvirmaður John hitti eisini Muammar Gadaffi, forseta í Lybien