Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐIND SÍÐA 9 98 metr­ar eft­ir TÍÐINDI SÍÐA 10 Seinastu dagarnar hevur borg­ar­ stjór­in í Runavík dugliga stríðst fyri at fáa Sonju Jógvansdóttir, sum er vald í Løgtingið fyri Javn­að­ar­flokk­ in, at stilla upp fyri Tjóðveldi til fólk­ a­tings­valið. Helst hava onnur gjørt sum Tór­bjørn Jacobsen og lagt trýst á fyrr­vera­ndi javn­að­ar­- og sam­rík­is­ kon­una um at stilla upp fyri loys­ ing­ar­flokkin Tjóðveldi. Tí á valinum er tað bara eitt sum tel­ur. Teir báðir flokkarnir, sum fáa flest­ar atkvøður, vinna teir báðar sess­irnar. Og fyri at gerast størsti flokk­ur ella næst­størsti flokkur, so mást tú hava øll val­evni á listan, sum kunnu rokna við at fáa nógvar at­kvøð­ur. Hóast Sonja Jógvansdóttir fekk 1.021 atkvøður á listanum hjá Javn­að­ar­flokk­i­num til løg­tings­val­ ið, so merkir tað ikki, at hon fær líka nógv­ar at­kvøð­ur til fólkatingsvalið fyri Tjóðv­eldi. Tað hevur søgan so mang­an víst okkum. Men vit mugu geva borg­ar­stjór­a­ num í Runavík rætt í, at tað var sera løg­ið, at nýggja tjóðveldiskonan ikki var á lista­num. Vildi hon ikki? Ella slapp hon ikki? Hon slapp ikki upp í ting­bólkin hjá Tjóðveldi. Mundu tað vera somu kreftir, sum noktaðu henni at koma á fólkatingsvallistan? Hóast Sonja Jógvansdóttir valla verð­ur vald í Fólkatingið hesaferð, so verður valið rættiliga avgerandi fyri hana – tí í veruleikanum verður tað eitt royndarval fyri hana til Løg­ ting­ið. Sonja má tí klóra seg fram um sterku kvinn­ur­nar í Tjóveldinum, sum á sein­asta fólkatingsvali vóru Krist­ina Há­foss, Sirið Stenberg og Ann­ita á Fríð­riks­mørk. Framman fyri tær vóru Høgni Hoydal og Magni Arge. Síðani seinasta fólkatingsval er Katr­in Kallsberg komin í bólkin av sterku tjóð­veld­is­kvinnum, sum Sonja Jógv­ans­dóttir skal kappast við løg­tings­valið. Fær hon ikki eitt rímuliga sann­ før­andi valúrslit til fólka­tings­val­ið, so kann tað lættliga smitta av til løg­tings­valið. Har hevur Tjóðveldi framm­an­undan ta avbjóðing, at seks av teim­um, sum dag umboða flokkin í lands­stýri og á tingi búgva í Havn. Er pláss fyri øllum teirra? At Sonja Jógvansdóttir endaði í Tjóð­veldi var væntandi. At hon eis­ ini stillar upp til fólkatingvalið fyri flokk­in er ein sjálvfylgja, ann­að hevði ver­ið løgið. Um hon so pass­ ar inn í tjóðveldismanningina, tað er so ein annar spurningur. Í Javn­ að­ar­flokkinum megnaði hon ikki stríð­ið um landsstýrissessirnar. Um tað slagið verður lættari í Tjóðveldi er sera ivasamt – ser­liga um hon ikki megn­ar at koma fram um Kristinu, Sirið og Annitu, tá atkvøðurnar verða taldar. SONJA SKAL TRYGGJA SESSIN Við Sonju Jógvansdóttir eru sjey tjóð­veld­is­politikarar í Havn ES-tingið verður munandi broytt eftir valið í gjár. Teir báðir størstu bólk­ ar­nir í ES-tinginum, tey kon­servativu og javn­að­ ar­flokk­arnir, standa til at fáa ein dyggan frammaná á vali­num til ES tingið í gjár. Hinvegin verður talan um eitt sera gott val hjá li­b­ e­rala bólkinum, Alde, og eis­ ini teir veð­ur­lags­vin­ar­ligu og tjóðaskaparligu bólk­ar­ nir hava framgongd. Øll tey endaligu tøl­ini eru ikki enn al­mann­a­kunn­ gjørd, men her er eitt yvirlit yv­i­r, hvussu ES-tingið sá út í morgun: * EPP - Evropiski Fólkaflokkurin (Kristiligir Demo­krat­er). Ting­ses­sir eftir valið: 182 (fyri valið: 216). Danskur flokkur: De Kon­ser­ va­tive­. * S&D - Framburðsbólkurin av Javn­aðarflokkum. For­ bund af Socialdemokrater. Ting­ses­s­ir eftir valið: 147 (184). Dansk­ur flokkur: Soc­ ia­lde­mo­kra­tiet. * Alde - Samgongan av Li­b­e­r­ alum og Demokratum. Ting­ sessir eftir valið: 109 (69). Dansk­ir flokkar: De Radikale og Venstre. * Tey Grønu/EFA - Tey Grønu/Frælsa Evropiska Samgongan. Tingsessir eft­ ir val­ið: 69 (52). Danskur flokkur: SF. * GUE/NGL - Felagsbólkurin hjá Evropiska Vinstra­veing­ i­num/Norð­ur­lendsku Grøn­ um Vinstra. Ting­sess­ir eft­ir val­ið: 38 (52). Danskur flok­k­ ur: En­heds­listen. * ECR - Tey Evropisku Konservativu og Re­form­ist­ ar. Ting­sessir eftir valið: 59 (77). Dansk­ur flokkur: Dansk Folke­parti. * EFDD - Evropiskt Frælsi og Beinleiðis Fólka­ræði. Ting­ ses­sir eftir valið: 54 (42). Dan­skur flokkur: Eingi. * ENF - Eitt Tjóðarinnar og Frælsins Evropa. Tingsessir eftir valið: 58 (36). Danskur flokkur: Eingin. Kelda: EU-Tingið. /ritzau/ Stóru ES-bólkarnir fingu avsmurning Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Mangla amboð at meta um húsaleigu Gjald fyri valgreinar Fram til fólkatingsvalið 5. juni fer Sosialurin at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur t.e. ¼ síða kr. 1250,- ½ síða kr. 2500,- 1/1 síða kr. 5000,- Prísir eru uttan mvg. At rokna sum valgreinar eru allar greinar, sum valevni skriva - og geinar frá øðrum, sum Sosialurin metir sum valtilfar Skipanin verður í gildi framtil fólkatingsvalið. Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo