mánadagur 27. mai 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60
TÍÐINDI
Bangin at tað kann enda í kaos
Landsstýrismaðurin við ferðavinnumálum, Poul Michelsen,
er bangin fyri, at støðan í ferðavinnuni, nú bøndur eru
farnir at taka gjald fyri ganga í haga, kann enda í kaos
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Støðan er sera trupul í løtuni.
Eg ræðist um tað endar í kaos.
Eg vóni ikki, at tað kemur til
tað, at ferðafólk, sum koma til
Føroya, fáa keðilig upplivilsi,
og at tey fara at siga, at tey
aldrin vilja koma aftur til
Føroya, sigur Poul Michelsen.
Nú hava nakrir bøndur og
festarar lagt gjald á ferðafólk,
um tey ætla at fara í hagan, ið
teir umsita. Aðrir hava boðað
frá, at teir fara at leggja gjald
á. Nýggja felagið, Hagafelag
Føroya, hevur verið úti, og
sagt, at føroyingar eiga at hava
rætt at fara í hagan uttan at
gjalda fyri tað.
Hvørmansrætturin
ikki galdandi
Landsstýrismaðurin í uttan
ríkis- og vinnumálum, sum eis
ini
umsitur
ferðavinnumál,
sigur, at hann saman við øðr
um landsstýrisfólkum hevur
roynt at gjørt nakað fyri at fáa
økið skipað. Høgni Hoydal, ið
umsitur landbúnaðarmál, og
Sirið Stenberg, ið umsitur um
hvørvismál, hava eisini verið
við í hesum arbeiðinum.
– Tað steðgaði upp, tá ið vit
rendu okkum í trupulleikan, at
hvørmansrætturin
ikki
er
galdandi í Føroyum, eins og í
øllum øðrum londum. Hetta
hildu vit annars var galdandi,
men so er ikki. Vit hava eisini
kannað í Løgtinginum, men
har vísir tað seg, at áhugamál
ini eru so ymisk hjá løgtings
fólkum, at tað hevur ikki eydn
ast at semju um tingini, so vit
kunnu fáa skipað viðurskifti,
sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaður
hjálparleysur
Landsstýrismaðurin
hevur
ikki nakrar loysnin her og nú,
hvat hann heldur skuldi verið
gjørt, so ikki alt endar í kaos.
– Vit hava ikki undirtøku at
gera so nógv her og nú. Eg
standi tí eitt sindur hjálpar
leysur í hesum málinum og fái
ikki gjørt tað stóra, sigur Poul
Michelsen.
Men tú hevur sitið sum
landstýrismaður við hesum
málunum í langa tíð. Hví er
hetta ikki gjørt fyrr?
– Vit hava roynt at fingið
tað skipað, men tað er ikki
eydnast. Sum nú er fái eg ikki
gjørt tað stóra.
Løgtingið er sum kunnugt
farið í summarfrí, og ivasamt
er, um tað kemur saman aftur
fyrr enn til ólavsøku. Løgmað
ur hevur áður sagt, at løgtings
val verður 31. august, og so er
spurningurin, hvussu long tíð
gongur, áðrenn ein nýggj sam
gonga er skipað, sum kann
gera nakað lógarvegin, tá ið
tað ræður um ferðavinnu og
tað at ferðast í føroyskum
náttúruni.
Reyð og grøn øki
– Tað er eitt ávíst kaos í løtuni,
og er farið av sporinum. Eg
vóni, at vit kunnu finna stevið
aftur. Eg vóni, at partarnir í
ferðavinnuni
sjálvbodnir
kunnu finna onkra skipan, so
at bæði bøndur, ferðafólk,
ferðavinnuskrivstovur
og
onnur vera nøgd, sigur Poul
Michelsen.
Sjálvur hevur hann ikki
nakra loysn, hvussu tað kundi
verið gjørt, men hann hevur
tó nakrar tankar.
– Ein tanki, ið eg havi spælt
mær við, er, um landið kundi
verið býtt upp í nøkur reyð og
nøkur grøn øki. Tey reyðu øk
ini eru tey, har bóndin ikki
spælir við, meðan tey grønu
eru tey, har bóndin spælir við,
sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, at tað er sera
óheppið, um ferðavinnan tapir
av hesum.
– Nýggja felagið Jarðir kem
ur kanska eisini við onkrum
góðum hugskoti, hvussu tað
kann skipast. Visit Faroe Is
lands arbeiðir eisini við hesum,
so eg vóni, at vit fáa nakrar
góðar loysnir, sigur Poul Mich
elsen.
Poul Michelsen, landsstýrismaður
Politikkarar mugu skipa lóggávuna
– Vit hava 477 hagar um landið. Tað ber
ikki til, at vit fara at hava so nógvar ymiskar
skipanir. Vit mugu fáa eina felags skipan.
Politikkararnir mugu fáa skipað lóggávu
á økinum, sigur Jóhan Pauli Helgason,
menningarleiðari í Visit Faroe Islands
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Visit Faroe Islands upplivir
longu nú ónøgd ferðafólk, ið
mugu djúpt niður í penga
pungin fyri at sleppa ein túr í
føroysku náttúruni, sum tey
hava ynskt sær í langa tíð.
– Vit hava hoyrt frá nøkrum
ónøgdum ferðafólkum. Nøkur
siga, at tey vóru ikki kunnað
um støðuna, onnur siga, at tað
er sera kostnaðarmikið, og
uppaftur onnur eru vend aft
ur, frá einum ætlaðum túri, tí
tey ikki hava vilja rindað upp
hæddina, ið tey hava verið
kravd eftir, sigur Jóhan Pauli
Helgason.
Hann vísir á, at tað er ein
avbjóðing, at fleiri bøndur nú í
hvør sínum lagi krevja gjald, tá
ið onnur koma inn á teirra
haga.
– Tað eru nógvar avbjóðing
ar, millum annað hvør skal
prísurin vera, um ferðin er við
ferðaleiðarar ella ikki, hvussu
skal
gjaldið
krevjast
inn.
Spurningurin er eisini tann
ítøkiligi, um tað er rætt at
krevja gjald fyri ganga í haga,
sigur Jóhan Pauli Helgason.
Politikkarar mugu grípa inn
Menningarleiðarin vísir á, at
nú mugu politikkararnir gera
nakað.
– Vit mugu fáa eina skipan,
sum er líka fyri øll. Tí mugu
politikkararnir fáa skipað lóg
gávu á økinum. Málið kann
bara loysast politiskt, sigur
Jóhan Pauli Helgason.
Hann vísir á, at í dag hava
bøndurnir rættindi at gera,
sum teir vilja. Men so kunnu
vit fáa 477 ymiskar skipanir,
og tað verður ómøguligt at
handhevja.
Visit Faroe Islands hevur
tosað við og havt fundir við
Jarðir, og hann vónar at tað
kunnu spyrjast góðar loysnir
úr teimum samrøðunum.
– Tað tekur tó langa tíð at
fáa alt upp á pláss. Meiningar
nar eru eisini ymiskar. So tað
hendir einki í summar, sigur
Jóhan Pauli Helgason.
Saksun