Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 TÍÐINDI -VILJA HAVA SESSIN Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri at vinna annan sessin, sum Føroyar eiga á Fólkatingi Árni Gregersen Praktiskar loysnir og skila­góð­ ur po0litikkur. Tað skal geva úrslit, fær Fólka­flokkurin annan fólka­ tings­sessin. Flokkurin hevur ikki valt ein toppkandidat. - Nei, tað hava vit ikki. Vit vilja heldur, at tað er veljarin, sum við sínum krossi avger, hvør tað er sum er okkara topp­kandidatur til Fólkatingið, sig­ur formaður Fólkafloksins, Jørgin Niclassen. Formaður floksins segði eis­ ini, at Fólkaflokkurin á Fólka­ tingi fer at arbeiða við ítøki­ ligum og praktiskum loysnum. - Tað hevur mangla hesi sein­astu árini, tá ið onki fólka­ floks­umboð hevur verið í danska tjóðartinginum, sigur hann. Hann vísir til, at meðan flokk­urin hevði umboð ha,r fingu við undirgrundina og banka­pakkan. - Praktiskar loysnir, sum veru­liga hava havt týdning fyri Føroyar, sigur Jørgin Niclas­sen. Hann sigur, at floksins um­ boð skal fylgja við hvørjar lógir, Fólkatingið samtykkir og hvørj­ar av teimum fáa ávirkan á okkum her í Føroyum. Hann udnirstrikar eisini, at tað sjálvandi ikki er neyðugt, at tað eru somu lógir, sum skulu galda í Danmark og í Før­oyum. Javnbjóðis felagsskapur Fólkaflokkurin arbeiðir eisini fyri, at tann felagsskapur, sum Føroyar og Danmark hava, verður ein felagsskapur á líka føti millum javnbjóðis partar. Jørgin Niclassen sigur, at hetta eru skipanir, sum eru at sígja kring heimin og eru eitt meira virðiligt samstarv. - Men spyr man dansku stjór­nina og danskar embætis­ menn um hetta, so vilja tey tað ikki í løtuni. Hinvegin skilja ein­stakir politikarar, sum ein tosar við, at hetta er ein loysn, sum møguliga kann brúkast í okkara føri, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hann sigur, at Fólka­flokk­ ur­in sigur nei til at gerast part­ ur av ES, men hinvegin vil flokk­urin fegin hava eitt tætt­ ari samstarv enn tað vit hava í dag. Hann leggur afturat, at ES-lógir bert skulu setast í gildi í Føroyum, um tær eru til gagns fyri okkum í Føroyum. Yvirtøkur Formaðurin í Fólkaflokkinum legði stóran dent á, at nú ræð­ ur um hjá føroysku mynd­ug­ leik­unum at yvirtaka loft­ rúmið yvir Føroyum. - Eg veit væl, at hendan sam­gongan hevur arbeitt eitt sindur við heusm, men har kemur onki burtur úr. Her er talan um eitt øki, sum vit eiga fullan rætt til og sum fer at geva bæði hátøknilig arbeiðs­ pláss og pengar, sigur for­mað­ ur­in í Fólkaflokkinum. Á tíðindafundinum, tá ið flokkurin legði sína valskrá fram, segði formaðurin heilt greitt, at Føroyar á ongan hátt skulu taka ímóti flóttafólkum. - Vit skulu hjálpa, men tað skal gerast á staðnum – í nær­ umhvørvinum hjá flótta­fólk­ unum, segði Jørgin Niclassen. Dupultmandat Í flestu flokkum hevur kjak verið um, um tað ber til at sita við einum mandati bæði í Fólka­tinginum og í Løg­ting­in­ um. - Vit hava gjørt av, at hetta av­ger hvør einstakur ting­ limur, sum verður valdur til bæði. Í summum førum er tað soleiðis, at tað ikki ber at røkja báðar sessirnar, men hinvegin virkar tað heilt meiningsleyst at hava ein mann á Fólkatingi, sum er púra leysur av før­oysk­ um politikki. Tað hava vit sæð hetta seinasta valskeiðið og tað gevur onga meining, sigur Jørgin Niclassen.. Spurdur um, hvussu álv­ars­ ligt flokkurin tekur um­boð­an­ ina á Fólkatingi, sigur hann: - Eg vil siga, at vit aka hetta í rættu­liga stórum álvara. Sess­ urin skal ikki brúkast til ferðir og ráðstevnur, men til at føra veruligan politikk, sum gevur úrslit. Ikki bert til sjálv­pro­fil­ er­ing, sigur formaðurin í Fólka­flokkinum. Hesi stilla upp fyri Fólkaflokkin: Heðin Zachariassen Jógvan á Lakjuni Jacob Vestergaaard Jørgin Niclassen Jákup Mikkelsen Elsebeth M. Gunnleygsdóttur Joan Samuelsen Beinir Johannesen Símun J. Hansen Uni Rasmussen Christian Andreassen Brandur Sandoy Nú skal tað vera: