Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 TÍÐINDI SAMSTARVA BÁÐAR VEGIR, MEN PEIKA Á METTE FREDRIKSEN Um Javnaðarflokkurin fær endurval á fólkatingi, so ynskir flokkurin ikki stríð, men heldur at náa ítøkilig úrslit. Flokkurin vil samstarva við báðar blokkar, men peikar tó á Mette Fredriksen sum forsætisráðharra Frants Jensen frants@sosialurin.fo Fríggjadagin legði Javnaðar­ flokk­urin fram sína fólka­ tings­valskrá í Spinnarínum í Klaks­vík. Sum einasti av flokk­ un­um, ið hava lagt valskránna fram alment, valdi Javn­að­ar­ flokkurin at fara útum høvuðs­ staðin at leggja fram. – Vit halda, at tað hóskar seg væl at koma kring landið, sig­ur Aksel V. Johannesen, løg­ maður og formaður í Javnað­ arflokkinum. Nú flokkurin var í Klaksvík, so varð dagurin eisini nýttur at vitja á fyritøkum og stovn­ um í Klaksvík. Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til loysingarstríð – Vit hava nú sitið í átta ár á fólkatingi og halda, at vit hava fingið nógv burturúr. Ítøkilig úrslit til gagns fyri føroyskt vinnu­lív og mentanarlív og fyri vanligar føroyingar, og tað ætla vit at halda fram við, sig­ ur Aksel V. Johannesen. Í framløguni vísti hann á, at Javnaðarflokkurin ikki fer at gera sum aðrir føroyskir flokk­ ar, ið til dømis ætla sær at vera sambandsrødd í Danmark ella loysingarrødd á fólkatingi og stríðast fyri at hækka ella lækka ríkisveitingina ella at fáa spurningin um loysing við­ gjørdan á danatingi. Hetta held­ur løgmaður vera at gera seg inn á fólkaræðið í Før­oy­ um. – Vit hava eitt Løgting, sum tek­ur avgerðir vegna Føroya fólk, og um vit hava ein meiri­ luta í Føroyum, sum til dømis ynskir at støðan skal vera sum hon er, so eiga vit at virða tað á fólkatingi og ikki fara at grundgeva við nøkrum øðrum, sigur løgmaður. Hann vísir á, at tá ið talan er um ríkisveitingina so er tað ein samráðingarspurningur mill­um landsstýrið og donsku stjórn­ina. Um ein meiriluti í Løg­tinginum tekur undir við tí, so má tað virðast, eisini sjálvt um vit ikki eru samd, sig­ur Aksel V. Johannesen. – Tað er at vanvirða okkara fólkaræði og eisini spill av orku at gera tílíkt á fólkatingi. Tað er bara signalpolitikkur og vit fáa einki burturúr, tí tað eru ikki okkara fólkatinglimir, ið skulu avgera okkara ríkis­ rætt­arligu støðu. Hjálpa vinnu og mentan – Ístaðin vilja vit brúka alla okk­ara orku at hjálpa før­oysk­ um vinnulívi, føroyskum ment­anarlívi og vanligum før­ oysk­um borgarum, sum hava avbjóðingar, ið eiga at vera loystir á fólkatingi. Tað eru har forðingarnar liggja. Og sjálv­ andi skulu vit hava fokus á tey mál, ið koma fram á fólkatingi, ið kunnu hava ávirkan á før­ oysk viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen. Peikar á Mette Fredriksen Javnaðarflokkurin hevur sam­ starvsavtalu við danska javn­ að­arflokkin, og tað inniber mill­um annað, at eitt umboð hjá Javnaðarflokkinum hevur at­gongd til allar nevndir á fólka­tingi. – Vit vilja peika á Mette Fredr­iksen sum forsætis­ráð­ harra. Tað gera vit, tí vit hava gott samstarv og eina skrivliga samstarvsavtalu við danska javn­aðarflokkin, sigur Aksel V. Jo­hannesen. Hann vísir tó at, at Javn­að­ ar­flokkurin vil eisini sam­ starva við bláa blokkin, um teir koma til valdið. – Sjúrður Skaale hevur havt gott samstarv við borgarliga for­sætisráðharran, Lars Løkke Ras­mussen, og hann hevur nátt nógvum ítøkiligum úrsl­it­ um. Vit vilja samstarva víðari at náa ítøkilig úrslit, sigur løg­ mað­ur. Óvirðiligt Men hví vil Javnaðarflokkurin ikki gera eins og aðrir flokkar og seta krøv til danskar pol­it­ ikkarar, áðrenn teimum verð­ ur játtað ein av føroysku at­ kvøð­unum. – Vit halda, at tað er óvirði­ Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin:  Finnbjørn Vang Kristianna Winther Poulsen  Henrik Old Rigmor Dam  Marita Klein Joensen Sjúrður Skaale Djóni Nolsøe Joensen Aksel V. Johannesen Bjarni Hammer Barbara Gaardlykke Apol Jónleif Johannesen Heðin Mortensen Eyðgunn Samuelsen Helena Dam á Neystabø Gunnvá Tróndardóttir Joensen Aksel V. Johannesen Helena Dam á Neystabø