mánadagur 27. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60
TÍÐINDI
Væntar at vera meira
í Løgtinginum
Sjúrður Skaale hevur sitið tvey valskeið í fólkatinginum, men hann ætlar
– um hann verður valdur aftur – at vera meir í Føroyum í framtíðini
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Um eg verði valdur í fólka
tingið, so verði eg í har. Um eg
eisini verði valdur í Løgtingið,
so fari eg væntandi oftari at
søkja um farloyvi, so eg eisini
kann vera nøkur tíðarskeið í
Løgtinginum. Talan verður tó
ikki um dupultmandat, sigur
Sjúrður Skaale.
Fólkatingsmaðurin seinastu
tvey valskeiðini legði á tíð
indafundinum
fram
eina
rúgvu av málum, ið hann hev
ur verið við til at avrika.
– Vit hava havt eina røð av
málum, ið vit hava arbeitt við,
og tað verður tann kósin, sum
fer at halda fram, um vit fáa
umboð aftur. Millum annað
hava tað verið marknaðarforð
ingar, ið raka føroyingar, ið
flyta millum londini, ið ein
fólkatingsmaður upplagt kann
vera við til at loysa. Eg havi
eisini arbeitt við at fáa tað
lættari hjá føroyingum at fáa
cpr-nummar. Til dømis er tað
nú
lættari
hjá
føroyskum
sjúklingum, sum fáa viðgerð í
Danmark. Framhaldandi vil eg
eisini arbeiða fyri at marknað
arføra føroyskt vinnulív. Eg
havi eisini roynt at selt Føroy
ar sum eitt stað, har skip
kunnu koma inn at bunkra,
umskipa, skifta manning og
annað, sigur Sjúrður Skaale.
25 milliónir til upplýsing
Á avrikslistanum, sum Sjúrður
legði fram, eru eisini 25 milli
ónir krónur til upplýsing. Tal
an er í stóran mun um at fáa
skipaða
upplýsing
millum
danir um Føroyar.
– Vit hava gjørt kanning
millum danir, og hon vísir, at
vitanin um Føroyar eru sera
avmarkað. Serliga millum tey
ungu. Fleiri hava sagt, at hetta
er ov galið. Endamálið við hes
um pengunum sum eru settir
av, er at nýta teir til upplýsing.
Millum annað kunnu miðlar
søkja pengar úr grunninum,
skúlaflokkar kunnu søkja, um
teir ætla ein túr til Føroyar, og
onnur kunnu fáa stuðul, um
tey vilja arbeiða við einum ser
ritgerð um Føroyar. Hugskotið
er at hækka vitanarstøðið. Eis
ini er avtalað gjørd um, at tað
skal undirvísast um Føroyar í
donsku skúlunum, nakað sum
annars ikki hevur verið eitt
krav, sigur Sjúrður Skaale.
ligt. Vit hoyra, at aðrir flokkar
siga, at teir fara at samráðast
og seta krøv um, at okkurt
ávíst skal gerast, fyri at teir
skulu stuðla einum ella øðrum
donskum blokki. Eg haldi tað
setir okkum føroyingar í ringt
ljós í Danmark, um tað verður
ein føroysk atkvøða, sum er
avgerandi, og ófrávíkilig krøv
verða sett, fyri at stuðla einum
forsætisráðharra í Danmark.
– Hugsið tykkum, um tað
vendi øvugtan veg, og ein dani
varð valdur í Løgtingið, og
hann setti krøv um, at vit ong
an sjálvsavgerðarrætt skulu
hava, um hann skuldi peika á
teg sum løgmann. Tað høvdu
vit ikki dámt í Føroyum. Eg eri
vísur í, at danir heldur ikki
høvdu dámt tað, og tað vildi
verið óvirðiligt, sigur Aksel V.
Johannessen.
Langan avrikslista
Høvuðsboðskapurin hjá Javn
aðarflokkurin í framløguni var
“Vel fleiri úrslit”. Tíðindafund
urin snúði seg eisini í stóran
mun um tað, sum flokkurin
sigur seg hava avrikað seinastu
tvey valskeiðini á fólkatingi.
Nøkur av teimum ítøkiligu
úrslitunum eru millum annað,
at hava fingið 13 milliónir
krónur til FarGen gransking,
9,5 milliónir krónur til ment
anarhús í Klaksvík, 5 milliónir
krónur at gera Gamla Hospital
í stand, 2,5 milliónir krónur til
Føroyahúsið
í
Keypmanna
havn og 25 milliónir krónur at
upplýsa danir um Føroyar og
ríkisfelagsskapin.
Eisini vísti Javnaðarflokk
urin á, at Arktiska økið er upp
raðfest, at krígsveteranar hava
fingið betri kor, at meira er
gjørt við altjóða samstarv, at
sosialar veitingar til føroying
ar í Danmark eru betraðar, at
ábøtur eru gjørdar, so at tað
verður lættari hjá føroyingum
at fáa CPR nummar, áðrenn
teir flyta til Danmarkar og
nógv annað.
– Vit fara ikki at heingja før
oyskar ósemjur um til dømis
loysing og samband út á snór í
Danmark.
Umboðanin
skal
vera kontant, men virðilig og
semjusøkjandi, segði Aksel V.
Johannesen.
Bæði kend og nýggj valevni
Umframt løgmann, so høvdu
Sjúrður Skaale, fólkatingsum
boð, Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvinna og Helena Dam á
Neystabø framløgu.
Øll løgtingsfólk, landsstýris
fólk og fólkatingsumboðið hjá
Javnaðarflokkinum stilla upp
umframt onnur. Helena Dam á
Neystabø, sum er forkvinna í
tingbólkinum hjá Javnaðar
flokkinum og næstforkvinna í
flokkinum, boðaði tó frá, at
hon einans stillar upp til fólka
tingsvalið og ikki løgtingsvalið.
Øll valevnini hjá flokkinum
uttan Djóni Nolsøe Joensen og
Heðin Mortensen vóru á tíð
indafundinum hjá flokkinum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð seinastu tvey valskeiðini
Eyðgunn Samuelsen