Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 Hósdagin 30. mai – Kristi himmalferðadag – verður útferð í Kalsoynna, sum foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri. Farið verður við Sam úr Klaksvík klokkan 10. Ein fisk-hot-dog við gulllaksafarsi úr Tavuni í Leirvík Ber tað til at lata ein siðbundnan amerikanskan hot-dog í ein vælsmakkandi føroyskan búnað? Ja, tað ber til. Tað vísti ein føroyskur kokkur fleiri vitjandi á fiskivinnustevnuni í Klaksvík Vilmund Jacobsen Gutti Winther er ein av okkara dugnaligu kokkum og telist mill­um teirra, sum halda lív í gastronomiska rákinum, sum hev­ur verið í Føroyum sein­ astu árini. Á fiskivinnustevnuni í Klaks­vík í síðstu viku bjóðaði fyri­tøkan P/F Petur Larsen í Fuglafirði, sum arbeiðir nógv við rustfríum og er føroyskt Baader-umboð gjøgnum mong ár, ein serligan føroyskan hot- dog. Fyritøkan hevði latið Gutta Winther brúka sínar kreativu gávur og gera okkurt ser­før­ oyskt, sum fyritøkan síðan kundi bjóða sínum gestum, ið vitj­aðu á básinum. Gutti Winther gjørdi nevni­ liga ein fiska-hot-dog, sum gjørd­ist sera væl umtóktur mill­um gestirnar í Klaksvík. Fyrst hevði kokkurin saman við Jørgen Jørgensen, slaktara í Mikla­garði, gjørt eina pylsu úr lamba­tarmi, sum var fylt við gulllaksafarsi frá Tavuni í Leirvík. Síðan bakaði Gutti Winther breyð við tang og søle, sum tað kallast. Haraftrat gjørdi kokk­ ur­in grønt ketchup av grønum tomatum og hvonn. Hann gjørdi eisini hummarasinnop og eina remouladu úr sylt­að­ um reiptara og fjøruurtrum. Tey, sum royndu henda ótradi­tionella fisk-hot-dog á fiski­vinnustevnuni í Klaksvík, siga, at smakkurin var framúr, og tað vóru nógvir gestir, sum royndu kreativu saman­set­ing­ ina hjá kokkinum. Sjálvur heldur Gutti Winth­ er, at nógvir møguleikar eru við gullaksafarsi, sum hann held­ur er ein frálík vøra. Og í Føryum eiga vit heims­ ins størsta gulllaksa­fram­leið­ ara, sum júst er Tavan í Leirvík. - Soleiðis dugdi og megnaði frálíki kokkurin, Gutti Winth­ er, við kreativari nýhugsan at lata siðbundna amerikanska hot-dog'in í ein vælsmakkandi før­oyskan búna. Johan Mortensen, íbirtari, heldur, at okkara fiskivinna í nógv størri mun eigur at brúka okkara dugnaligu kokkar til nýggjar framleiðslur og marketing, sum hann tekur til. Vilja menna burðardygga ferðavinnu Vilmund Jacobsen Í Sunda kommunu arbeiða tey við at menna eina burð­ardygga ferðavinnu, og í hesum sambandi hava um­boð fyri kommununa saman við umboðum fyri menningardeildina hjá Vis­it Faroe Island verið á kunningarferð á Born­ holm. - Hetta var ein sera gev­ andi túrur, sum hevur givið okkum íblástur at halda á fram við ar­beiðn­ um, siga tey í kommununi. Endamálið við túrinum, siga tey, var at fara í dýbd­ ina við, hvussu ferða­vinn­ an kann skipast. - Bornholms kommuna hevur í fleiri ár arbeitt mið­víst við at skipa karm­ arnar, sum ferðavinnan ar­ beiðir undir og við at fáa borg­arar at gerast virknar í vinnuni, verður lagt aftr­ at. ÚTSTYKKING: Klokkan 16.30 týsdagin – tað er í morgin – verður kunnandi fundur í Skála skúla útstykkingina suður frá verandi búseting á Hórheiðum á Skála. Magni Thomsen fer at greiða frá, og høvi verður at seta spurningar. - Ætlanin er at bjóða arbeiðið út í næstum, siga tey í Runavíkar kommunu. 98 metrar eru nú eftir at spreingja Nú styttist av álvara, til allur Eysturoyartunnilin er boraður Vilmund Jacobsen NCC veit í morgun at siga, at tilsamans 79 metrar vórðu sprongdir í Eysturoy­artunl­in­ um í síðstu viku, og nú eru bert 98 metrar eftir at bora og spreingja. Í vikuni undan hesari vórðu 62 metrar sprongdir. Í síðstu viku vórðu 42 metr­ar sprongdir Hvítanes- meg­in og 37 metrar frá rund­ koyringini undir Skálafirði og móti Hvítanesi. NCC veit í morgun at siga, at á teininum millum rund­ koyr­ingina og Saltnes, har bori- og spreingiarbeiðið er lið­ugt, eru teir nú byrjaðir at leggja leiðingar, og hetta ar­ beiðið fer at halda fram kom­ andi vikurnar. Eisini á Facebook siga fleiri, sum royndu serstakan fisk-hot-dog, at hesin var sera vælsmakkandi.