Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 Fortvitnisligar eygleiðingar av bjargafugli - Náti verjir seg móti ránsfugli og øðrum, sum nærkast reiðrinum, við at spræna illa luktandi og tráa spýggju eftir óbodna gestinum. Fær fuglur eina slíka sprænu á seg, er hann deyðadømdur Vilmund Jacobsen Á Facebook-síðuni - Kolt­ ur - hevur Bjørn Paturs­ son, fyristøðumaður, um dagarnar nakrar hug­leið­ ingar um lunda, nátaegg og bjargarøkt, og saman við forvitnisligum eyg­ leið­ingum hevur hann eis­ini lagt út nakrar frá­ líkar bjargamyndir av vøkru náttúruni í oynni. - Lundin tekur land seinast í apríl, tá hann rudd­ar sær holuna og snøgg­ar sær reiður sítt í djúp­ari holu, har hann verpur eittans egg um hálvan mai. Á syftunsøku er pisan útkomin, og tá byrj­ar fleygatíðin, sum varir til út í august. Bjørn Patursson vísir á, at umleið 20. mai hevur nátin vorpið, og tá er ikki óvanligt at taka sær eitt kók av náta­egg­ um frá teimum fuglum, sum reiðrast upp at lesn­ ing­unum. - Lundi og náti eiga sløddir í berginum kring oynna. Væl dámar nát­ an­um turrar røkur og mold­bakkar at reiðrast í. Nátin ger ikki nógv burt­ ur úr reiðrinum, sum hann verjir sera væl.  Fyristøðumaðurin vís­ ir á, at náti vanliga verp­ ur eitt egg, tó hend­inga­ ferð tvey. Hann verjir seg móti ránsfugli og øðrum, sum nærkast reiðrinum við at spræna illa lukt­ andi og tráa spýggju eftir óbodna gestinum. - Fær fuglur eina slíka sprænu á seg, er hann deyðadømdur. Av tí sama tekur nátin nógv pláss í berginum, og teim­um gomlu dámdi ikki, at nátin trokaði seg inn á lomvigarøkur og í lunda­lond. Bjørn Patursson vísir á, at lundin grevur sær djúpar holur í svørðin ella finnur sær djúp glop­ur undir hellu, har hann verpur eitt hvítt egg. - Í dag var fitt av náta at síggja, men heldur smávegis av lunda, sum fyri tað mesta sat á sjón­ um út fyri og annars var í holuni hjá egginum, legg­ur fyristøðumaðurin aftrat. Visit Faroe Islands lýsir nú við møguleikanum at søkja um stuðul til ferðavinnumenning, og freistin at søkja er hin 3. juni. Heygsstøð gjørdist ein ”krígsmiðdepil” Í síðstu viku skipaðu tey fyri útiviku í Sjóvar kommunu, har nógv ymisk og forvitnislig tiltøk vóru á skrá Vilmund Jacobsen Seinasta tiltak á úti­vik­ uni var í gjár – sunnu­ dag­in – tá farið varð gongu­túr niðan á Stranda­fjall. Á útivikuni hava verið tiltøk, bæði fyri børnum og vaksum, og her hevur nógv ymiskt verið á skrá, har eisini øll familjan var við. Leygardagin var vatn­ kríggi og skúmbað, hað­ ani viðhefta mynd er, og her varð økið norðan fyri virkið hjá Mowi á Heygs­ støð umskapað til ein ”krígs­miðdepil”. Brand­ bil­urin var eisini við, og her hugnaðu bæði børn og vaksin sær óført. Meðan tiltakið var á Heygsstøð, bjóðaði Vað­ horn ókeypis fisk og kips, og her vórðu fleiri enn 200 pakkar deildir út. Á útivikuni hava tey eis­ini grillað við barna­ garðin, Lítlafløtt, og bæði børn og vaksin hava verið á krabbaveiði – fyri at nevna nøkur av til­tøk­ unum úr rúgvuni. Útivikan í Sjóvar komm­unu savnaði nógv fólk, bæði børn, ung, til­ kom­in og eldri, og í komm­ununi eru tey sera væl nøgd við undir­tøk­ una. Soleiðis gongur við fiskiskapi Vilmund Jacobsen Tað fiska bara tvey ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip undir Føroyum í løtuni, og væntandi kemur bara annað av ísfiskaskipunum inn at landa hesa vikuna. Hitt kemur helst tíðliga í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. - Tvey føroysk ísfiskalínuskip og tvey frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi í løtuni. Annað ísfiskalínuskipið landar væntandi síðst í hesi vikuni, og hitt landar tíðliga í næstu viku. Føroysku línuskipini í íslendskum sjógvi fáa mest av toski. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey eisini at siga, at trý línuskip fara – ella eru farin - til Eysturgrønlands at fiska. Veiðan verður helst toskur og so nakað av brosmu. - Streymurin verður góður í vikuni, men tað verður nógv høgætt, tó ikki so nógvur vindur. Vit vænta tískil ikki so nógvan útróður teir næstu dagarnar. Trý partrolarapør vóru til fiskiskap eftir upsa fríggjadagin, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur. Trý partrolarapør fiska gulllaks. Fríggjadagin var bert ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Hann kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni ella miðskeiðis í vikuni. Ein trolbátur fiskaði norðan fyri fríggjadagin. Teir fingu tosk og hýsu og eisini nakað av flatfiski. - Haraftrat eru seks trolbátar farnir ella fara á landleiðina at fiska flatfisk og tosk. Trolbátarnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð; hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku. - Fiskiskapurin hjá garnaskipum er brúkiligur, verður lagt aftrat. SENIORFESTIVALUR: Leygardagin 1. juni verður tónleikafestivalur í Runavík, sum vendir sær til tey tilkomnu. Økistænastan Roðin skipar fyri og seniorfestivalurin, sum verður í tjøldum kring røktarheimið, verður skotin í gongd klokkan 15. - Teimum gomlu dámdi ikki, at nátin trokaði seg inn á lomvigarøkur og í lundalond, sigur Bjørn Patursson