mánadagur 27. mai 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60
TÍÐINDI
Mangla amboð at meta
um órímiliga húsaleigu
Endamálið er at fáa leiguprísin niður við at geva leigunevndini heimild til
at lækka leiguna fyri ein bústað, har leigan verður mett at vera ov høg.
Men har eru eingi hagtøl ella annað at meta út frá, og Bústaðir meinar,
at hetta fer at gera tað verri hjá teimum veiku at fáa bústað
Pætur Hjalmar Evensson
Leigunevndin,
sum
kæru
myndugleiki
í
trætumálum
millum leigara og útleigara,
hevur higartil havt heimild til
at forfjóna eina hækking av
leiguprísi. Men nú skal leigu
nevndin eisini hava heimild at
lækka ein frammanundan av
talaðan prís millum útleigara
og leigara.
Eftir uppskoti frá desember
2018 kann leigunevndin lækka
leiguna, verður tað mett, at
leigað verður út fyri okursprís.
Í viðmerkingunum til lógar
broytingina verður eitt nú víst
á, at “Tað er leigunevndin, sum
í hvørjum einstøkum føri má
meta um, hvørt avtalaða leigan
er rímilig. Nevnast skal tó, at
heimildin er ætlað sum eitt
amboð í teimum støðum, har
avtalaða leigan liggur lutfals
liga greitt omanfyri kostnað
arstøðið á leigumarknaðinum
annars.”
Hava ikki neyðugu
amboðini
Men leigunevndin metir seg
ikki hava neyðugu amboðini til
at meta um hetta, og tí ber ikki
til at meta um, hvørt ein givin
leiga er órímilig í mun til
kostnaðarstøðið á leigumarkn
aðinum. Í ársfrágreiðingini hjá
leigunevndini fyri 2018 stend
ur skrivað:
- Tað ber ikki til at gera met
ingar við støði í “kostnaðar
støðinum á leigumarknaðin
um annars”, tá kostnaðarstøðið
á føroyska leigumarknaðinum
ikki er greinað og ongi hagtøl
ella annað finst, ið lýsir, hvat
kostnaðarstøðið á føroyska
leigumarknaðinum er.
- Skal taka støði í
stødd og góðsku
Tí mælir leigunevndin til, at
hagtøl um kostnaðarstøðið á
leigumarknaðinum
verða
savnað og greinað við støði í
skilmarkaðum metingarstøð
um.
- Hesi metingarstøði kunnu
t.d. taka støði í landafrøðiligu
staðsetingini, stødd, góðsku og
um leigumálið verður leigað út
við ella uttan innbúgv, ljóðar
tað frá leigunevndini.
Nógv mál
Leigunevndin sær fyri sær, at
hendan broytingin fer at kasta
munandi meira umsitingarligt
arbeiði av sær. Bara í fjør fekk
leigunevndin nevniliga nógvar
kærur um hækking av húsa
leigu, ið leigari metti sum
órímiliga.
Sambært ársfrágreiðingini
hjá leigunevndini vóru 60 mál
skrásett í 2018. Harav vóru 23
kærur, 26 skrivligir fyrispurn
ingar, umframt 11 mál av øðr
um slag. Til samanberingar
skrásetti leigunevndin 39 mál í
2017, harav 20 kærur, 12 fyri
spurningar og 7 mál av øðrum
slag.
Tey veiku koma at
standa fyri skotum
Almenna bústaðarfelagið Bú
staðir hevur gjørt viðmerking
ar til uppskotið og finnst at tí.
Bústaðir
kallar
hetta
eina
sjáldsama avmarking í avtalu
frælsinum millum partarnar.
- Tað er ikki vist, at broyt
ingin fer at hava við sær, at
leiguprísirnir vera lægri, skriv
ar Bústaðir í viðmerking.
Bústaðir stúrir fyri, at hend
an heimildin fer at ganga út
yvir tann veika partin í sam
felagnum sæð í mun til bústað
arneyðina. Tí um leigan er ov
høg, so kann leigarin kæra av
talaða leiguprísin til leigu
nevndina. Men tað fer útleig
arin ikki at tíma - og fyri at
sleppa undan hesum, so leigar
viðkomandi heldur til ein, sum
er betur fyri búskaparliga.
Tí stúrir Bústaðir fyri, at
tey, sum eru illa fyri, ikki fáa
líka góðan møguleika at fáa
íbúð, og at hetta eisini kann
raka tey, sum Almannaverkið
hevur í privatum leigubústøð
um.
Bústaðir
meinar,
at
tað
rætta heldur vildi verið at
víðkað um útboðið av leigubú
støðum fyri at tryggja rímilig
an
leiguprís,
tí
við
fleiri
bústøðum tryggjar mann, at
leiguprísurin ikki verður trýst
ur ov høgt upp.
- Hetta er bara til
óvanligar støður
Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvinna í Almannamálum,
sigur, at heimildin hjá leigu
nevndini ikki er ætlað til van
ligar støður. Tí væntar hon
ikki, at leigarar fara at misnýta
møguleikan at kæra.
- Hetta er bara ætlað til
óvanligar støður, har leigan er
greitt órímilig. Ein óvanlig
støða er, um tú leigar í einum
kjallara, sum er í ringum standi
og leigan kortini er høg. Tú
kanst jú ikki gjalda 10.000 fyri
ein kjallara, um har er soppur í
ella um vindeyguni eru brotin,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
Almannamálaráðið
tekur
undir við, at vitanin um kostn
aðarstøðið á føroyska leigu
marknaðinum í løtuni ikki er
nøktandi. Almannamálaráðið
hevur tí valt at fara at kanna,
hvussu eitt betri hagtalsgrund
arlag kann fáast til vega.
- Hetta er nakað nýtt, har
mann
má
uppbyggja
eina
praksis og finna standard leigu
prísir. Vit hava so fá amboð,
sum nú er, so í byrjanini má
mann finna ein leist at umsita
eftir, sigur Eyðgunn Samuel
sen og vísir á, at kommunur
nar fara at skráseta leigumál,
har metingarstøði sum stødd
og staðseting verða ásett.