leygardagur 4. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
25
PORTRETT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Maria Olsen
Ein dagin fyri 14 árum síðani
ringdi telefonin heima Kalpana
Vijayavarathan, sum tá búði í
Madras í India. Í hinum endan-
um hoyrdi Kalpana spentu rødd-
ina á mostur síni, sum byrjaði at
greiða frá, at nú hevði hon funn-
ið ein ungan mann, sum Kalpana
also bara mátti hitta. Og Kalpana
- hon visti í stundini hví.
- Eg minnist bara, at eg
hugsaði, "Á nei, ikki aftur nú".
Eg hevði sagt nei so ofta, tá tey
hildu seg hava funnið ein hósk-
andi mann til mín at gifta meg
við, og eg dugdi illa at ímynda
mær, at tað fór at vera øðrvísi
hesuferð.
Men hesuferð var Kalpana
heppin, tí Abraham var ikki bara
øðrvísi. Hann var fittur, stutt-
ligur, spennandi - stutt sagt alt
tað, Kalpana hevði droymt um,
at hennara framtíðar hjúnafelagi
skuldi vera. Og tey bæði gjørdu
skjótt av, tí tríggjar dagar seinni
vóru tey trúlovað og høvdu gjørt
av at gifta seg.
Fyriskipað hjúnalag
- Eg hevði ikki sagt ja til at gifta
meg við Abraham, um eg ikki
var forelskað í honum. Men eins
og onnur indisk hjúnaløg varð
okkara eisini fyriskipað av
øðrum í familjuni, tí vit hittust
ikki tilvildarliga, og báðar
familjurnar høvdu mett um
okkum bæði, áðrenn tey gjørdu
av at presentera okkum fyri
hvørjum øðrum. So hevði tað
ikki verið fyri tey, høvdu vit
neyvan nakrantíð hitt hvønn-
annan, greiðir Kalpana frá.
Og tað ber illa til at siga annað
enn, at familjurnar høvdu gjørt
sær stóran ómak, tí Abraham
kom allan vegin úr Føroyum, har
hann búði og arbeiddi, til Madras
í India at hitta komandi konu
sína. Og hóast hann mátti avstað
aftur beint aftaná, bíðaði
Kalpana tolin í eitt heilt ár, til
hon hevði fingið neyðugu
útferðarloyvini, so tey bæði
kundu giftast, og hon kundi flyta
til Føroyar saman við Abraham.
- Eitt ár er øgiliga lang tíð, tá
tú ert forelska upp um bæði
oyru, flennir Kalpana. - Jú, eg
var spent at flyta til Føroyar, men
eg má viðganga, at tankin um, at
eg nú umsíðir slapp at vera
saman við Abraham, gjørdi tað
munandi meir freistandi at flyta
so langt heimanífrá til eitt land,
sum var so nógv øðrvísi enn alt,
eg kendi frammanundan, sigur
hon og smílist við tankan um øll
tey heitu brøvini, sum ferðaðust
millum tey bæði hesa langu
bíðitíðina.
Kalpana hevur ongantíð sæð
tað sum ein trupulleika fyri sítt
hjúnaband, at tað varð fyriskipað
av øðrum, ella at tey skuldu
búgva í einum landi, sum er so
nógv øðrvísi enn tað, tey eru
uppvaksin í.
- Hvørgin av okkum er í tí
landinum, vit kenna best, og har
vit høvdu okkara serstaka leiklut
frammanundan. Tí verður tað
mátin, vit bæði eru saman uppá
her og nú og ikki alt møguligt
annað, sum verður avgerandi
fyri, hvat lív vit bæði skapa
saman. Eg veit ikki, um tað ber
til at siga, at tú tekur títt hjúna-
band í størri álvara undir slíkum
umstøðum. Eg veit bara, at fyri
meg er okkara hjúnaband ótrú-
liga virðismikið, og eg eri í
grundini sannførd um, at tað
hevði yvirlivað, uttan mun til,
hvørjum landi vit búðu í, sigur
Kalpana.
Ræðsla ger fólk blind
Hóast Kalpana møtti stórum
gestablídni, tá hon kom til Før-
oyar og ikki hevur merkt nógv
til, at onnur hyggja skeivt at
henni og hennara familju fyri
tað, um tey síggja øðrvísi út, so
viðgongur hon, at tað hava verið
løtur, har hon ikki hevur kent seg
vælkomna í Føroyum.
- Tað ringasta, eg havi uppliv-
að, var orðaskiftið undir valstríð-
num til seinasta løgtingsval, og
eg má viðganga, at eg hevði ilt
við at kenna hasa síðuna av
føroyingum aftur. Eg minnist, at
eg sat og hugsaði: Men, hetta er
jú eisini mítt heim - tað er her eg
havi mína familju, mítt arbeiði,
mítt lív - hvønn rætt hevur nakar,
til at halda seg bara kunna taka
mítt lív frá mær uttan nakað
hóvastak?, sigur Kalpana, sum
heldur tað vera syrgiligt at hoyra,
hvussu fátæksligur og niðrandi
føroyski hugburðurin mótvegis
útlendingum er vorðin eftir bert
heilt fáum árum. Sjálv heldur
hon seg hava givið tí føroyska
samfelagnum ikki so lítið bæði
sum menniskja og sum lærari, og
tí heldur hon tað vera ómetaliga
særandi, at hetta kjakið mest
sum bara er komið at snúgva seg
um alt tað, útlendingar taka og
oyðileggja við at koma her.
- Eg haldi hetta hevur nakað
við ræðsluna fyri broytingum at
gera. Ræðsla ger fólk blind og
fær tey at halda uppat at hugsa,
og tí byrja tey bara at sláa eftir tí,
sum er lættast at raka. Ein onnur
orsøk kann vera, at flestu føroy-
ingar helst ikki vilja verða mintir
á, at hetta landið ikki er full-
komið. Fyri at hýsa tankanum
um at útlendingar kunnu gera
landi ríkari, mást tú viðganga, at
fullkomna myndin hevur nakar
skøvir. Eg fortelji fegin fólki, at
vit hava tað gott í Føroyum, men
tað merkir ikki tað sama sum, at
Føroyar er tað einasta landið í
allari verðini, har tað er gott at
búgva, sigur Kalpana og leggur
afturat, at hon kortini framvegis
er stolt av at vera øðrvísi og
uggar seg við, at alsamt fleiri
føroyingar tykjast venda sær
ímóti nýggja útlendingapolitikk-
inum.
Heitið á trúnni ikki
avgerandi
Familjan hjá Kalpana í India
hoyrir til hægru miðalstættina og
er tískil rættiliga væl fyri eftir
indiskum mátistokki. Og kanska
var tað orsøkin til, at pápi henn-
ara altíð segði við hana: "Tú
skalt ikki hyggja at teimum, sum
hava meir, men minnast til, at tað
altíð eru nøkur, sum hava minni,
enn tú."
- Orðini hjá pápa mínum fingu
ein øgiliga ítøkiligan týdning fyri
meg, tí í India kann munurin
millum rík og fátæk vera ovur-
honds stórur. Tað ber stutt sagt
ikki til at lata eyguni aftur fyri,
at tað eru summi, sum ikki hava
so frægt sum mat at geva sínum
børnum, tíansheldur tak yvir
høvdið ella eina song at sova í.
Tað er sjálvandi avmarkað, hvat
eg sum einstakur persónur kann
gera, men eg havi í øllum førum
lært ikki at taka nakað, hvørki
mína familju, mína útbúgving
ella økonomisku støðu sum eina
sjálvfylgju. Tankin um, hvussu
øðrvísi mítt lív kundi havt verið,
minnir meg hvønn dag á, hvussu
nógv eg havi at takka Gudi fyri,
sigur Kalpana.
Kalpana og familja hennara
hoyra til ta anglikansku kirkjuna,
og hon dylur ikki yvir, at henn-
ara trúgv hevur sera stóran týdn-
ing fyri hana og mátan, hon livir
sítt lív. Fyri Kalpana er trúgv
ikki nakað tú fært einaferð í
lívinum við trygd fyri, at hon
verður verandi støðug í allar
ævir. Trúgvin broytist allatíðina
alt eftir, hvar í lívinum tú ert, og
tí má hon røkjast, um hon skal
haldast á lívi í gerandisdegnum.
- Eg kann blíva ill inn á Gud
og ivast í nógvum, men eg eri
ongantíð í iva um, at Gud altíð er
til reiðar at hjálpa mær, og tí eri
eg ongantíð bangin. Eg dugi ikki
at ímynda mær, hvussu tað hevði
verið at skulu flyta til hin endan
á jørðini, har eg onki kendi
frammanundan, um eg ikki hevði
Gud at styðja meg til. Men so
leingi, eg havi Gud við mær,
kann eg flyta, hvar tað skal vera,
sigur Kalpana sannførd.
Kalpana er uppvaksin sum
partur av tí lítla kristna minni-
lutanum í India, sum bert telur
eini 4%, meðan 80% eru hinduar
og restin muslimar, og hetta
hevur eisini havt sína ávirkan á
mátan, Kalpana fatar sína trúgv.
- Mín klóki gamli abbi segði
altíð, at tað er ber arrogansa at
billa sær inn, at tín trúgv er betri
ella reinari enn nøkur onnur. Og
eg ivaðist ongantíð í, at hann
hevði rætt, tí míni vinfólk vóru
ein sprøklut blanding av hindu-
um, muslimum og kristnum, og
tey vóru jú øll góð menniskju
fyri tað. Og eg eri framvegis
sannførd um, at tað er trúgvin á
Gud og ikki heitið á trúnni, sum
er avgerandi, sigur Kalpana og
leggur afturat, at tá hon kom til
Føroyar, ivaðist hon ikki í, at
hetta mátti vera eitt land, har
friður valdaði á tí átrúnarliga
økinum, tí øll jú vóru kristin. Tí
kom tað ógvuliga óvart á hana at
hoyra áhaldandi ósemjurnar og
kjakið millum samkomurnar.
- Jú, eg má viðganga, at eg
undrist framvegis, men sum við
øllum øðrum má hatta vera eitt
mál millum tann einstaka og
Gud - tað er í øllum førum
hvørki upp til mín ella nakran
annan at gera av, hvør ella um
nakar hevur rætt ella ikki.
Eitt kall at vera lærari
Kalpana er mag. art í enskum
máli- og bókmentum og starvast
dagliga sum lærari á Handils-
skúlanum í Havn. Og seinasta
leygardag var Kalpana ein av
teimum, sum fingu Master of
Management prógv eftir at hava
lisið fjarlestur á Robert Gordon
University í Skotlandi. Men tað
var ikki bara áhugin, sum fekk
Kalpana at fara undir hesa
nýggju útbúgving.
- Útbúgvingin hjá mær frá
universitetinum í Madras er góð,
men eg helt hana vera vorðna
nakað gamla, og at tað var tíð
uppá, at eg endurnýggjaði meg.
Eg meini so við - hvussu kunnu
vit krevja av næmingunum, at
teir skulu fylgja við í tí, sum
hendir rundan um teir, um vit
lærarar ikki krevja tað sama av
okkum sjálvum, spyr Kalpana og
avdúkar harvið, at starvið sum
lærarari fyllir sera nógv í
hennara lívi.
- Eg eri als ikki í iva um, at tað
er mítt kall at vera lærari. Eg
elski at undirvísa, og tað gleðir
meg inniliga at síggja, hvussu
nógv næmingarnir broytast og
mennast tey tvey til trý árini, eg
havi teir. Eg veit, at tey halda
meg vera í so stranga, men eg
plagi at minna tey á, at tey fara
at takka mær fyri tað seinni,
sigur Kalpana og leggur flenn-
andi afturat, at tað avgjørt eisini
kann hava sínar fyrimunir at vera
øðrvísi, tí hon hevur varhuga av,
at næmingarnir ofta góðtaka
hennara stranga disiplin, tí hon
er jú ikki "ordiligur" føroyingur.
Kalpana dylur ikki yvir, at hon
fylgir væl við, hvussu tað gongst
næmingunum seinni, og at hon
altíð roynir at stuðla teimum í at
fara víðari, út í onnur lond at
nema sær meir útbúgving og
aðrar royndir.
- So kann eg ganga og gleða
meg til, tey koma aftur við sín-
um nýggjum og øðrvísi roynd-
um, sum vera við til at gera
okkara samfelag ríkari og meir
fjøltáttað - eg eri sannførd um, at
tað er har framtíðin hjá Føroyum
liggur.
Fer ikki aftur
Kalpana er eydnurík fyri sítt lív í
Føroyum, men hon heldur tað
ikki vera so einfalt at svara
spurninginum, um hon nakrantíð
flytur aftur til India, tí sum hon
sigur
- Eg eri eitt annað menniskja
nú - eg hevði eitt lív í India, men
nú er mítt lív í Føroyum. Okkara
synir, Markus og Matthew, sum
eru 12 og 5 ára gamlir, eru fødd-
ir her og kenna jú onki annað, so
fyri teir er tað onki at fara aftur
til, sigur Kalpana og minnist
einaferð, hon hoyrdi Markus
siga, tá hann skuldi presentera
familjuna: "Eg og beiggi mín eru
føroyingar, og hatta eru mamma
og pápi, og tey eru indarar"
- Í tí, hann segði tað, kendi eg
eitt prik í hjartanum, men so
hugsaði eg, hann hevur jú rætt,
tað er jú soleiðis tað er, og tað
fer ongantíð at verða øðrvísi.
Tíðin fer at vísa, um vit einferð
velja at búseta okkum í India,
men tað verður ongantíð talan
um at flyta aftur til India. Eg eri
glað fyri at vera ein partur av tí
føroyska samfelagnum, men tey
virðini, eg havi fingið heiman-
ífrá, fara altíð at vera ein týdn-
ingarmikil partur av mær. Tað
ger meg øðrvísi, men eftur
mínum tykki eisini eitt ríkari
menniskja. Vakurleikan í lívinum
finnur tú, tá tú lærir at vera
eydnurík, har tú ert, sigur
Kalpana við einum brosi.
Stolt av at vera øðrvísi
- Eg veit, hvat tað vil siga at vera øðrvísi, men eftir mínum tykki hevur
tað bara gjørt meg til eitt ríkari menniskja. Vakurleikan í lívinum finnur
tú, tá tú lærir at vera eydnurík, har tú ert, sigur indiska Kalpana
Vijayavarathan, sum flutti til Føroyar fyri 13 árum síðani