leygardagur 4. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 233 - 4. desember 2004
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Tað, sum byrjaði sum ein
snikkaraverkstaður, endaði við at
blíva til Pálsstovu.
Beint áðrenn kreppan í nítiáru-
num tók seg upp, fór Páll Peter-
sen, snikkari, undir at byggja ein
snikkaravekstað. Men mest sum
yvir nátt byrjaði kreppan, og
nógv virksemið steðgaði upp.
Bygningurin stóð innilokaður,
men onki varð gjørt við hann
afturat í eini tvey ár.
11. januar í 1992 høvdu Páll
og Jórun verið gift í 25 ár, og tey
høvdu onki stað at halda veitsl-
una í. Teimum kom til hugs at
nýta tóma snikkaraverkstaðin, og
væl bar til.
Og tað var nevniliga til hesa
veitsluna, at hugskotið kom til
teirra at nýta hølini til at leiga út
til ymisk tiltøk.
Tey fingu tveir fyrispurningar
um leigu til teirra egna silvur-
brúdleyp, og tá fóru tey at um-
hugsa at fáa nyttuna burtur úr
hølunum á hendan hátt.
Tey keyptu og gjørdu síðani
tað, sum skuldi til fyri at hølið
kundi leigast út, og áhugin vísti
seg at vera stórur.
Fyrstu tíðina varð hølið mill-
um annað nýtt til ungdómshugna
hjá Ebenezer, har samkoman
leigaði hølini til at skipa fyri
hugnakvøldum fyri teirra ung-
dóm.Og tá kom hugskotið til
navnið Pálsstova fram.
– Tað vóru tey ungu í Ebenez-
er, sum komu við navninum. Tað
vóru ikki vit, greiða tey bæði
Jórun og Páll frá.
Seinni byrjaðu feløg at venda
sær til teirra, tí tey ætlaðu at
skipa fyri bingo. Og ikki munnu
nógvir dagar fara burtur ímillum,
har lýsing í útvarpinum um
bingo í Pálsstovu ikki er at
hoyra.
200.000 bollar
Í dag eru tað seks fastir leigarar,
sum leiga hølið hvørja viku til
bingo. Men so hava tey eisini
føðingardagar, brúdleyp og ervi í
hølunum.
Tað eru tey somu feløgini, ið
hava bingo einaferð um vikuna,
og Páll og Jórun plaga altíð at
taka eina hond við. Jórun hjálpir
ofta til við upplesnaðinum. Tey
bæði gera kaffi og syrgja fyri, at
Snikkaraverkstaður
Hjúnini Páll og Jórun Petersen úr
Kaldbak hava í 14 ár rikið Pálsstovu,
sum verður nýtt til mangt og hvat.
Gjøgnum árini er tað vorðið til nógv
bingo, brúdleyp, føðingardagar og
aðrar veitslu ella tiltøk
Fyri 15 árum síðani byrjaði Páll at byggja ein bygning, sum hann ætlaði skuldi vera hansara snikkaraverkstaður. Tí setti krepp
og í dag er snikkaraverkstaðurin Pálsstova
Pálsstova eru eini snotilig høli, har tiltøk av øllum slagi kunnu vera. Hetta kvøldið skipaðu Kyndlastuðlar fyri bingo