Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2004 27 r bleiv til Pálsstovu okkurt er afturvið, tá støðgur er. – Okkara arbeiðstíð byrjar, tá hini fara heim, kann man siga, sigur Páll. Men so leggur hann skemtiliga afturat, at tað góða við tí er so, at fyrraparturin er til at halda frí í. Tá plagar Jórun at baka bæði bollar og køku til bingoini um kvøldið. – Jórun bakar hvønn dag. 60 bollar um dagin, sigur Páll og hyggur upp á konuna. Tað hevur Jórun gjørt í mong ár, og um ein roknar eftir, so svarar tað til knapt 200.000 bollar tilsamans hesa tíðina tey hava havt Pálsstovu. Bæði játta tey, at tað er sera bundisligt hjá teimum, men teimum dámar tað so væl. – Vit eru leys. Hava vaksin børn og tí ber tað til, sigur Jórun. Hóast tey ikki eiga seyð ella nakað, so samanber Páll tað við at vera bøndur. Tey kunnu ikki fara nakrastaðni sum so, tí hvør skal so ansa eftir Pálsstovu og taka sær av øllum tí, sum har er. Fríggjadagur er vikuskifti Nærum øll vikuskiftini í árinum upptikin. Onkur sunnudagur er farin burtur ímillum, men flestu leygardagar eru upptiknir av onkrum. Um brúdleyp ella annað tiltak til dømis hevur verið eitt leygarkvøld, so fara Jórun og Páll tíðliga frá húsum sunnu- morgun, tí reingerðina taka tey sær sjálvi av. Ein treyt fyri at leiga Pálsstovu er, at tá leigararnir fara úr aftur húsinum, skal tað vera klárt at gera reint. Fyrr var bingo hvørt gerandis- kvøld, men síðani Gekkur kom, er onki bingo fríggjakvøld, so vikuskiftið hjá Jóruni og Pálli er frá hóskvøldi til leygardag. Og tað hava tey vant seg við. Ein stór familja Hesi árini tey bæði hava havt Pálsstovu eru tey komin at kenna eina ørgrgynnu av fólki. Tey, ið hava teirra dagligu ella vikuligu gongd í hølunum, og teirra familju koma Jórun og Páll eisini at kenna. – Vit hava fingið ein fantast- iskan vinaskara av hesum, siga hjúnini. Páll greiðir frá, at tað eru mest einlig, sum koma í Pálsstovu. Bingo plagar at byrja um 19 tíðina, men longu klokkan gott 17 byrja tey fyrstu at koma. So sita tey og práta og hugna sær, inntil bingo byrjar. – So tað er líka nógv fyri tað sosiala, at tey koma her, heldur Jórun. Tey greiða frá, at í Pálsstovu taka tey sær av hvørjum øðrum. Um ein persónur ikki kemur á bingo fleiri kvøld, so kemur tað meira enn so fyri seg, at tey ringja og spyrja eftir viðkom- andi. Fyri at vita, um nakað er galið og so framvegis. – Hetta er sum ein stór familja, og tað ger trivnaðin sera góða, siga Jórun og Páll, sum síggja hetta sum teirra starv restina av tíðini hjá teimum á arbeiðs- marknaðinum. Hóast Páll upprunaliga bygdi hølini tilætlað sum ein snikk- araverkstaður, so hevur hann ongantíð hesi 12 árini Pálsstova hevur verið til, hugt aftur og umhugsa at gera upprunaætlanina til veruleika. – Nei, nei, eg havi ongantíð hugt aftur, og nú eri eg so til- komin, at nú geri eg tað ikki, sigur hann. Jórun leggur at enda afturat, at tey hava gjørt nógv við Pálsstovu øll hesi árini, og tey fegnast um teirra arbeiði. Hvønn dag. an ein stoppara fyri, Tá Sosialurin vitjaði í Pálsstovu var bingo. Men tað var samstundis eisini 40 ára brúdleypsdagurin hjá hjúnunum, so í steðginum var smyrjibreyð og annað gott at fáa Bingo er í Pálsstovu nærum hvørt kvøld í vikuni. Tó ikki fríggjakvøld, tá Gekkur er. So tá halda hjúnini Jórun og Páll vikuskifti