leygardagur 4. desember 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 233 - 4. desember 2004
HARUSKJÓTING
Andras Sólstein
Halló Andy
Vit møtast í døgurðatímanum í
dag í kantinuni á arbeiðs-
plássinum hjá mær
vh
Olli
Hesu boð komu við t-posti til
mín í morgun. Super! hugsaði eg
við mær sjálvum, gott at sleppa
at royna okkurt annað, langt
burtur frá konufólki, børnum,
Pampers, zinksalvu o.s.fr. Í hes-
um javnrættindatíðum sluppu
sjálvandi ongi konufólk við,
hetta við haruskjóting er ein
mansverð, bert teir "harðastu"
sleppa við. Tú fært roynt tínar
seinastu restir av yvirlivilsis
driftunum, "et ella verð etin
sjálvur, júst sum úti í vinnulív-
inum", sum stjórin tók til í døgð-
uratímanum, tá haran var til við-
gerðar.
Eg havi ongantíð sjálvur verið
við, men nú skuldi tað vera!!
Bókhaldarin bakkaði út rættu-
liga tíðliga, dóttirin fylti 5 ár, og
har mátti hann vera, onkur annar
"kundi" ikki, tað var heilt vist at
teir tordu ikki. Gott at sálda
mammudreingirnir frá beinan
vegin. Men eg ætlaði mær fanin í
galið við, kosta hvat tað vildi.
Hvat? eg fekk ikki fylgt við í
prátinum í kantinuni. Teir tosaðu
um einkultar byrsur, one shot
one kill, dublettir, yvir og undir,
calibar, patrónir, tal av høglum,
høglspjaðing, rekylir, "Off road
skógvar" Helly Hansen jagt-
jakkar og annað mangt, men eitt
fangaði eg, tað var magasin-
byrsa, ella pumpgun sum stjórin
segði seg hava, 5 skot.
Eg valdi bara tiga fyribils, men
út í býin mátti eg, at keypa út-
gerð. Fyrst og fremst eina byrsu.
Persónliga kundi eg hugsa mær
eina amerikanska M-16 riflu, við
einum byrsumáli uppá einar 550
m. Við granatvarparanum
M205 og náttarkikarasikti liggur
prísurin á uml. 200.000 kr., men
læt tað fara hesaferð.
Eg fari í býin at slíta magnet-
strimlin. Inn í ein ítróttarhandil.
"Jaaaa??" sigur krambakallurin,
hann hugsaði helst, at eg sum so
nógvir aðrir kontórmenn í Havn
hevði fingið eitt joggingflipp,
vildi av við búkin fyri millum
annað at hækkað scoringskoeffi-
cientin i Kagganum, og var kom-
in at keypa einar rennuskógvar.
"Byrsur!" segði eg sjálvsikkur,
"hin gamla er slitin, so ein nýggj
má til. Í hesum harutíðum," legði
eg skemtandi afturat, "hvussu er
við úrvalinum?" "Vit hava uppi á
loftinum kom við." Her vóru
alskyns byrsur, krambakallurin
vísti mær eina einkulta. Eink-
ulta? hugsaði eg við mær sjálv-
um, hvat heldur tú meg vera? í
bókini "På vej til Galgen" hevði
Edge eina fleiriskots Winchester
repeater byrsu.
"Er eingin magasin byrsa?"
spurdi eg, "tí veitst tú, er tað
fleiri harur, so er ikki tíð at
standa og løga í tíð og ótíð."
"Her er ein Remington, 5 skot"
segði krambakallurin.
Remington! Tað fóru sitringar
ígjøgnum kroppin. Í "El Gringo"
hevði Morgan Kane eina Rem-
ington, for helviti! hetta var
byrsan, hesa mátti eg hava. 8500
kr. og hvat so? man má bløða
fyri góðsku. "Patrónbelti?", segði
eg." Jú!" segði krambakallurin,
vit hava hesi beltini til 20 skot,
og tað plagar at vera nokk. Hvat
veitst tú um tað, hugsaði eg við
mær sjálvum. Morgan hevði
sjálvdan minni enn 50 skot uppi
á sær. "OK!" segði eg, "so má eg
hava tvey patrónbeltir."
Val hýrdur dró eg kortið ígjøg-
num sprekkuna, skrivaði undur
og fór út úr handlinum við byrs-
uni, beltunum og 400 skotum.
Hvat manglar nú? Klæðir! Inn
í annan handil, eitt Helly
Hansen-sett, jakki og buksur úr
nýggjum stoffi, toldi kulda niður
í -30gradir celsius. 8450 kr.
Dýrt, men sjálvt Heindrikkur hjá
Margretu og Kristian hjá Janni
høvdu ikki hetta slagið, tí tað var
nýkomið á marknaðin.
(Annars hevði eg lisið á netin-
um at man kundi keypa ein trý-
skinns Gore-Tex Alpenglow
Marmot Thunderlight fjallajakka,
men teir jakkarnir kostaðu
32.000 kr.)
Nú manglar bert skógvar, einar
Gore-tex off road, sum høvdu
sparkað Hillary og Tenzing niður
í triði deild, tí góðir máttu teir
vera, og so keypti eg eisini eina
ísøks, bara soleiðis at hava til at
takað, um man kom í neyð á
einum jøkuli. Ein Suunto Vector
hæddarmálara við innbygdum
kumpassi Kr. 1595. Hann var
góður at hava um ein viltist í
fjøllunum.
Heimkomin hevði eg eina
forðing afturat, tað var at siga
við konuna at eg ikki var tøkur
leygardagin, og tær avtalur, vit
annars høvdu fyri tann dagin,
mátti fyri mítt viðkomandi
avlýsast. Tað vóru tveir mátar at
gera hetta. Hin bleyti og hin
harði. Eg valdi sjálvandi hin
harða, og tað var við beinleiðis
álopi, herja á, aðrenn hon kundi
koma fyri seg. Eg møtti henni í
køkinum, hugdi beint í eyguni á
henni og segði "Eg fari at skjóta
harur í morgin, og tað kann ikki
diskuterast!"
Tað vóru eingin tekin um, at
hon fór at blíva ill, eg kendi
teknini, fyrst bleiv hon rastleys,
læsti munnin saman, rodnaði og
bliknaði, og tá plagdi tað at
koma, men hesaferð var eingin
upphiting, hon eksploderaði
uttan ávaring, júst sum Krakatau
á sinni. "Altíð, altíð, aallttííðð
sk…" eg hoyrdi ikki meira, tí eg
var á veg oman í kjallaran og
klamsaði hurðina eftir mær. Hon
man fara at sissa seg. Og í sama
viðfangi setti eg mær fyri ikki at
siga henni um tær 18.000 kr. eg
hevði skrætt úr budgettinum og
nýtt til útgerð. Tað fór kanska at
verða ov nógv hjá henni at
svølgja nú, beint upp undir jól.
Aftaná at hava gingið eina løtu
eftir fjøllunum norðanfyri Havn-
ina vóru vit komnir á staðið.
Hetta var lívið, hetta var "back to
nature" Eitt sindur kalt var í
veðrinum, men eg var í topp-
form. Fleiri av hinum veiði-
monnunum høvdu eina fløsku av
kraftmiklum drykki, sovorið sum
ítróttarfólk drekka, tað hevði eg
gloymt at fingið mær við, men
hvat? Morgan Kane hevði heilt
vist svavað haruna og drukkið
blóðið um hann var komin í neyð
av tosta. Eg skimaðist rundan um
meg, meðan eg gekk, skógvarnir
vóru óføra góðir og ísøksin gav
mær tryggleika, hóast ongin ísur
var. Byrsan var góð at halda um.
Okkurt hissini skot var at hoyra,
men enn hevði eg onki annað
livandi sæð uttan eina kráku, eg
hugsaði eina løtu um at skjóta
eftir henni fyri at stilla siktið,
men hon var heldur langt burtur.
Tolni! tað er týdningarmesti
eginleiki hjá veiðimanninum.
Hvat er felagsnevnarin fyri
menninar í teimum klassisku
bókmentunum so sum Walt
Slade, Edge, Bill og Ben og
Morgan Kane? jú, tað er tolni,
"tolni trívst" søgdu teir gomlu,
og tolin má eg vera.
Knappliga er hon har. Eitt
gráligt hoppandi ullarknýti
skamt frá mær, steðgar á og
skimast. Eg frysti til ís, og með-
an adrenalinpumpan arbeiðir við
fullari megi, lyfti eg spakuliga
byrsuna upp, leggið skeftið væl
afturímóti økslini, kjálkan niðurá
og siktið eftir byrsupípuni, haran
hoppar longur niðan og á skák
burtur frá; hjartað hjá mær
hoppar í takt í hesum dance
macabre, knappliga vendir hon
og kemur beint ímóti mær og
steðgar. Eg stari beint í eyguni á
henni og soleiðis standa vit eina
løtu. Tað er nakað frumkent við
hesi løtuni, møtið ímillum
mannin og djórið. Á hendan hátt
hava vit menn staðið síðan
tíðarinnar morgun-.
"Morgan Kane kneb øjnene
sammen og stirrede langs det
kolde riffelløb. Siluetten af
Sangre de Christo-bjergene blev
langsomt fremhævet af daggryet.
Han var svag og hadade sig selv,
hadede den grove blyklump i
riflen. Han vidste, at kuglen ville
rive dyret i stykker, sprænge den
smukke pels, knuse væv og
nerver og kvæle dyret i chock og
blod. men han trængte til dyret -
trængte til kødet. Skuddet
flængede stilheden."
Fantasktiskt!! Hetta er "Suerta
suprema", seinasta fasan í veið-
uni. Hetta er "Hora de verdad",
sannleikans tími! Eg avsikri
byrsuna og við "Villdýr smakk-
ið" í munninum brenni eg tvey
skot av, hon fer at hvína og
kemur við ferð ímóti mær, men
tætt hjá mær steðgar hon og
liggur. Til tess at tryggja mær at
hon er deyð, seti eg byrsumúlan
niður á høvdið á haruni og gevi
henni eitt nakkaskot.
"Hvat helviti gert tú?" segði
Janus, ið var maðurin næst mær.
Men eg ønti honum ikki aftur,
eg hevði fingið eina haru og
hann onga!
Veiðimaður, tað er lívið. Í
skýmingini hittust vit allir oman
fyri Hotell Føroyar, og løgdu
fongin í eina rúgvu. Dagurin
hevði verið misjavnur hjá
monnum. Tríggir høvdu onga
fingið, tveir høvdu fingið eina
og onkur hevði fingið sjey.
Tilsamans 37 harur. Vit skuldu
býta fongin í 12, men eg ynskti
sjálvandi at "mín" hara skuldi í
mín part. Tað er nakað persón-
ligt, hetta at drepa og eta sítt
egna. Teir flentu eina løtu eftir tí
høvðuleysu haruni men samtyktu
mínum ynski.
Vit stóðu so eina løtu og reyp-
aðu, tosaðu um hvat vit skuldu
fara at fáa okkum at eta tá vit
komu heim. Onkur skuldi hava
reytt kjøt og reytt vín, annar
grindabúff og aftur annar svartan
fugl. Flest allir skuldi hava
skarpan og øl, og tað ætlaði eg
mær eisini, hóðast eg visti at
henni einki dámdi at eg fekk
mær sovorið, men tað legði eg
líka í. Morgan Kane plagdi at
ballað eina "Bull Durham" og
drekka "Old Grand Dad
Kentucky- whisky," hetta slagið
átti eg ikki, men Lagavullin, tað
átti eg, og tað var tað fyrsta eg
skuldi hava tá eg kom heim.
Við hús legði eg fongin í
kjallaran, og komin uppá, hitti eg
konuna í køkinum. Hon var
blíðkað aftur. "Oyss hey góði, ert
tú afturkomin?", segði hon og
legði afturat "Vilt tú ikki hava
ein heitan drekkamunn og eina
franskbreyðflís við osti?, tú mást
verða bæði svangur og kaldur av
langari ferð!"
Franskbreyð og temunn, hugs-
aði eg við mær sjálvum. Hon
hevur ikki skilt eitt pettið av tí
heila.
"Nei takk" segði eg "eg skal
ongan drekkamunn hava, eg skal
hava brennivín! Veiðimenn
drekka ikki drekkamunn og eta
franskbreyðflísar við osti, basta!
Teir drekka brennivín, og helst
Whisky", og í somu øði fór eg
innar í stovuna, tók lagavullin-
fløskuna, og meðan hon við
báðum hondunum fyri munnin
eygleiddi meg, beit eg um
proppin, hálaði hann úr, spýtti
hann á gólvið, hugdi beint í
eyguni á henni og fekk mær ein
stóran slurk!
Haruskjóting – tough guys business
Fyritøkan, har vinmaður mín arbeiðir, hevur
keypt ein haruhaga, og hann bjóðar mær við.
Av onkrari orsøk heldur hann meg vera ein
harðan háls, og eg havi bara latið hann verið í
teirri trúgv