leygardagur 4. desember 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
29
tá Danmark vann EM í 1992?
Jákup Mørk,
ítróttarskrivari:
– Eg var til eina studentaveitslu
hjá einum gomlum floksfelaga.
Vit sótu øll og hugdu at dyst-
inum, áðrenn vit fóru til borðið.
Tað var spennandi. Vit tippaðu
ikki undan dystinum, men hetta
var áðrenn tjóðskaparøsingina í
Føroyum, so øll vónaðu, at
Danmark fór at vinna. Tað var
eitt øgiligt róp og skrál, tá Faxe
fyrst og síðani Vilfort skoraðu
málini hjá Danmark.
Eg haldi ikki, at øll beinleiðis
væntaðu, at Danmark nokk fór
at tapa undan dystinum, tí teir høvdu yvirraskað so nógv við
úrslitunum í bólkaspælinum, at nærum alt var gjørligt hjá
teimum.
Tá so dysturin var av, og Danmark hevði vunnið, bleiv
veitslan bara jú tað betri.
Dagin eftir var eg til eina aðra veitslu, og har spældi tann
sama singleplátan allatíðina. Tað var ein við Re-Sepp-Ten á A-
síðuni og so En for alle frá 1988 á hinari.
Tað bleiv nokk tosað nógv um hesa sensatiónina, men Søren
Lerby segði einaferð: Tú ert ongantíð betur enn tín seinasti
dystur. So tá Danmark legði út við einum ússaligum javnleiki í
HM undankappingini aftaná, mundi alt tosið um EM sigurin
tagna.
Birgir Enghamar,
formaður í HB:
– Eg sat heima við hús og hugdi
at dystinum saman við mínum
trimum synum og dótrini. Vit
vóru øgiliga spent, tí Danmark
hevði jú bara tapt móti Svøríki í
bólkaspælinum.
Tað stuttliga við hasari EM
kappingini, haldi eg, var mátin,
sum Danmark kom við uppá.
Teir høvdu jú ikki kvalifiserað
seg, men sluppu við, tí at Jugo-
slavia mátti taka seg aftur, tí tað
var so ófriðarligt har um leiðir
beint tá.
Og so endar tað við, at danskararnir koma aftur úr Svøríki
sum EM vinnarar. Tað var heilt fantastiskt og virkuliga stuttligt
hjá teimum.
Vit vónaðu sjálvandi, at danskararnir fóru at vinna, men tað
at teir ikki høvdu tapt meira enn ein dyst frammanundan,
gjørdi sítt til, at man kanska væntaði eitt tap.
Frøin var stór, tá sigurin var heima. Tað er púra sikkurt. Og
sjálvt eisini hjá einum tjóðveldissinnaðum manni sum mær.
Eg meini so við, tað er ikki tað, sum málið millum Føroyar
og Danmark snýr seg um.
Man heldur fyrst og fremst við Danmark, rúka teir út, so
Svøríki ella Noreg og so Ongland og so víðari. Soleiðis er tað
bara.
- sae -
UMMÆLI
Arthur Gudmundsen
Mín jólabók, sum flestu familijur
keypa hvørjum ári, fæst nú til
keyps. Men í ár er jólabókin ikki
at kenna aftur.
Fyri nøkrum árum síðani var
hon ein lítil, litleys og heldur
keðilig bók hjá børnum at lesa.
Men nú er hon fylt við litmynd-
um, sum børnum jú
dámar betur at síggja, enn
bókstavarað eftur bókstavarað á
eini gráari síðu.
Jólabókin hevur í øll undan-
farnu ár bert havt barnasøgur,
ævintýr og yrkingar, meðan hon í
ár hevur alt hetta, umframt eitt
nú uppskriftir uppá jólagóðgætið
og jólapynt.
Er tann nýggja jólabókin so
betri enn tær fyrru? Jú, tað er
hon so avgjørt. Søgurnar eru
betri og lættari hjá børnumat
lesa, og tær eru sera ymiskar,
líka frá stuttum ævintýrum til
heldur álvarsligar søgur. Royndir
rithøvundar hava gjørt søgurnar,
og tær eru allar nýggjar, og
serliga gjørdar til Mína Jólabók.
Uppskriftirnar, bæði uppá mat
og jólapynt, eru gjørdartil børn
og foreldur teirra, og tilfarið til
hesar uppskriftir er altsamalt
uppruna føroyskt. Eisini er ein
skemtilig, vísundalig grein um
tey ymisku vættrasløgini í
Føroyum.
Mín jólabók hevur altíð havt
jólaevangeliið við, sum fastan
tátt, og tað er sjálvandi eisini í
hesari útgávuni. Nú er tað eisini
foreinklað til børn. Jólabókin er
býtt upp í 24 partar, men hetta
forðar tó ikki lesaranum í at lesa
hana í teirri raðfylgju, hann
sjálvur vil.
Beinta Johannesen og Elin á
Rógvi gjørdu av at fornýggja
jólabókina, og tað hava tær klára
væl. Elin hevur skrivað nakrar av
teimun mongu søgunum, og
Beinta hevur gjørt allar tær
ymisku tekningarnar. Beinta
Johannesen hevur eisini teknað
til millum annað, barnakóki-
bókina Matur í myndum.
Vónandi klára tær at halda
nýggja støði hjá Míni Jólabók, í
framtíðini. Jólabókin er farin frá
at vera ein gamal, keðiligur
siður, sum oftast verður beind
burtur, til eina áhugaverda
barnabók, sum man gleðir seg
til. Mín jólabók er 80 síður, og
fæst í øllum bókahandlum fyri
130 kr.
Broytt og spennandi
jólabók
Mín Jólabók er komin út í heilt nýggjum líki. Bókin er nútíðargjørd og
nógv meira spennandi at taka í hondina, enn tann gamla var
Gamla kenda jólabókin er burtur, og ein nýggj bók í tíðarhóskandi hami er komin ístðain
Mynd: Edvard Joensen