leygardagur 4. desember 2004síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 233 - 4. desember 2004
VIRÐISLØN
Jógvan Isaksen
Tað kendist sum eitt frískt lot, tá
ið Hanus Kamban í 1980 gav út
savnið Dóttir av Proteus. Frá
fyrstu søguni var tað greitt, at
Føroyar høvdu fingið ein nýggj-
an høvund, sum ikki smæddist
burtur ímillum teir frægu. Savnið
var nýbrot í føroyskum bókment-
um, tí tað var ikki vanligt tá - og
er tað kanska ikki enn - at søgur
snúðu seg um gerandisdagin hjá
tilkomnum ungdómi, trilvandi
sum í blindum eftir einari fram-
tíð. Hartil vóru søgurnar væl
meiri intellektuellar enn føroysk-
ar søgur flestar, og tær vóru
tekin um, at ein broyting var
ávegis í føroyskum skaldskapi.
Og so var tað málið.
Í hundrað ár hava vit livað við
einum talumáli og einum skrift-
máli, og gloppið ímillum hesi
bæði hevur ofta verið ómetaliga
stórt. So stórt, at mangur ikki
hevur tímað at lisið tekst á
føroyskum, - tí tað er so keðiligt
-. Øðrvísi við málburðinum hjá
Hanusi Kamban, sum ikki er
merktur av stirvnum bókmenta-
máli, men av ramligum og liði-
ligum bygdarmáli. Hetta gjørdu
tær fyrstu týðingarnar hjá honum
av angulsaksiskum bókmentum
til ein stuttleika at lesa, og tú
varnaðist - kanska fyri fyrstu
ferð av álvara , at alt kann sigast
á føroyskum, at tað ikki altíð er
neyðugt at lesa eina bók í dansk-
ari týðing, um tú ikki hevur
tamarhald á upprunamálinum.
Hjá mongum okkkum fór ein
ylur upp eftir bakinum, tá ið vit
lósu søgurnar hjá Ray Bradbury
á føroyskum, tí málið um somu
tíð var beinrakið og sjálvsagt. Og
tað er ikki hvørs mansføri her
hjá okkum, har mangur roynir at
brongla skriftmálið við antin at
taka beint úr íslendskum ella við
at smíða sjálvur. Hanus hevði
kjølfestuna frá uppvøkstrinum
úti í Skúvoy, og tað er hon, sum
leiðir hann á beina leið.
Síðani fyrstu útgávurnar hevur
Hanus latið bók eftir bók frá sær:
trý stuttsøgusøvn, tvey greina-
søvn, ein sjónleik, stórverkið um
Janus Djurhuus, og hann er nú
ávegis við ritgerð um Hans
Andreas Djurhuus. Aftrat hesum
hevur hann skrivað um Hjalmar
Söderberg, umsett sjónleikin -
Glataðu spælimenninir- eftir
William Heinesen og latið
Graham Greene, James Joyce,
William Shakespeare og Edgar
Allan Poe í føroyskan ham. Hann
hevur gjørt røðir av sjónvarps-
og útvarpssendingum, verið
formaður í Rithøvundafelagnum
og annars í mong ár umboðað
felagið í ymiskum norðurlendsk-
um nevndum, har hann hevur
gjørt dygdararbeiði føroyskari
bókaútgávu til frama. Hann
skrivar og heldur fyrilestrar ikki
bara í Norðurlondum, men eisini
í Onglandi, Týsklandi, Estlandi
og ivaleyst aðrastaðni við.
Tá ið tú hittir Hanus á gøtuni,
so er tað kanska ikki akkurát
ferð tú hugsar um. Maðurin er
um somu tíð fyrikomandi,
smílandi og hugsunarsamur, og
hóast tú næstan beinanvegin
merkir, at hann er miðvísur og
ikki sørt andbráður, so er tað ikki
kensluna av skundi, tú heftir á
hann. Men skund hevur hann
havt, og eg illteinki hann fyri, at
tá ið vit onnur ikki síggja, so
rennur hann og arbeiðir annars
allan sólarringin runt. Hvussu
kann hann annars hava havt
stundir til alt, hann hevur avrikað
tey seinastu 25 árini? Eg spyrji
bara!
Mentanarvirðisløn Landsins til Hanus Kamban:
Tað kendist sum eitt frískt lot…
-Í hundrað ár hava vit
livað við einum
talumáli og einum
skriftmáli, og gloppið
ímillum hesi bæði
hevur ofta verið
ómetaliga stórt. So
stórt, at mangur ikki
hevur tímað at lisið
tekst á føroyskum, -tí
tað er so keðiligt.
Øðrvísi við
málburðinum hjá
Hanusi Kamban, sum
ikki er merktur av
stirvnum
bókmentamáli, men av
ramligum og liðiligum
bygdarmáli segði
sjónleikarin Páll
Danielsen, tá hann á
samkomu fyri Hanus
Kamban í
Norðurlandahúsinum í
farnu viku læs upp
tekst, sum Jógvan
Isaksen hevði skrivað
Páll Danielsen, sjónleikari las livandi og lætt og professionelt upp orðini,
sum Jógvan Isaksen, rithøvundi hevði skrivað til hátíðarløtuna
Myndir Jens K. Vang
Ein errrin mentamálaráðharri ynskir einum ernum rithøvunda tillukku
Myndir Jens K. Vang