leygardagur 4. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
31
Í stuttum ringt at lýsa
orð, sum hýsa
okkar sprelska dirigent,
alt, hann hevur okkum ment.
Kór og sangur,
ljóm og klangur.
Hugskot mong í verki innur,
ivast vit, hann stendur stinnur,
til hann hevur nátt tað mál
- balsam fyri lív og sál:
Hendel, Verdi, Mozart, Bach
mong vit kunnu siga takk.
Út um landamørk vit sveima,
kærleikin tó er her heima
fyri tí, sum føroyskt er
mentan høgt í sæti ber.
Kvæði, sálmar, sangir við
ærir hvønn ein tónasmið.
Stressar av á fjall, í báti,
trínur aftur fram tann káti.
Avbjóðingar nýggjar hevur,
hetta eykavenjing krevur.
Mangan hevur havt sítt knoss
ynsktu honum "riddarkross".
Sendu vit upp stilla bøn,
æran er tín heiðursløn.
Hóast eru gránað hár,
saman ynskja nógv góð ár.
Trúfesti vit her ásanna,
orð Hans Andreasar okkum kanna:
"Ljós yvir landið, samanhald kann
gera,
tað gevur megi byrðarnar at bera,
birtið tí brandin fjálga upp at loga.
Væl man hann duga!"
Hjartaliga til lukku Ólavur!
Til Ólav Hátún
Í sambandi við hátíðarløtuna í Norðurlandahúsinum, tá
Ólavur Hátun fekk virðisløn fyri arbeiði sítt bar Karin Kass
vegna Havnarkórið kvøðu fram. Hon segði:
Karin Kass úr Havnarkórinum ber fram kvøðu til
Ólav
Myndir Jens K. Vang
Ólavur fær blómur frá
starvsfeløgunum í
Havnarkórinum
Myndir Jens K. Vang