leygardagur 4. desember 2004síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 233 - 4. desember 2004
"Life´s made of truble
Worry pain and struggle
She wrote good bye in
The dust on the hood (…)"
Waits "How´s it gonna end"
UMMÆLI
Kim Simonsen
Tom Waits ger tað aftur, hann
hevur endurnýggjað seg í 20.
plátuni. Hann syngur enn sum
sat hann og frysti í einum
rustaðum baðikari, hunda-
sjúkur og illani fyri. Waits
ljóðar eisini sum hann hevur
sitið á einum vertshúsi síðani
1972. Hetta er tó bert ein
ímynd, tí Waits er ein óførur
avantgardutónasmiður.
Tað finnast tvær týðiligar
meiningar um Waits. Tey flestu
gerast óð í høvdinum av honum,
men tey, ið dáma hann, gerast
reinir Waitsfans. Tað krevur
nakað serligt, vit kunnu siga, eini
serlig evni at opna seg fyri
Waits, ið er ein fyritreyt, áðrenn
fólk læra at dáma hendan ameri-
kanska tónleikara. Maðurin
hevur reint tekniskt eina ræðu-
liga rødd, hann fylgir ongum
reglum um penheit og frasering.
Sangirnir snúgva seg um líðing,
óndskap, hor, morð og allan
møguligan fananskap, ið Waits
skrálar beint í høvdið á lurt-
arunum: "I feel like a preacher
waving a gun around/ shake it".
Waits er aftur farin at rudda í
skápinum har okkara fortrongdu
lív liggja væl goymd, hann
ruskar í lívsóttanum sum dustið
stendur í allar ættir.
Tey, sum bert dáma Celine
Dion, Maria Carey og popstars
renna á dyr, tá tey hoyra brølini
frá Waits og orkestrið, ið ljóðar
sum eitt illa spælandi sirkusband
frá Balkan við tónleikarum, sum
hava hug at taka lívið av sær.
Tey, sum halda seg hava góðan
smak, og av og á hava tað, ið
ikki dáma ein "penan" smáborg-
arligan sang, dáma ofta heldur
ikki Waits. Serliga teir desperatu
sangirnir hjá Waits, har hann
skinklar og vinglar seg gjøgnum
eina kakafoni av óljóði fáa tey at
bøna og biðja teg um at sløkkja.
Eg brúki ofta at seta Waits á, fyri
at læra nakað um fólk. Serliga
svaku eksperimenterandi og ørir
sangir frá plátunum "Mule
Variations" og "Franks Wild
Years" kunnu fáa tey, sum leita
eftir sátt og semju í list, at gerast
í øðini, tí hetta er beinleiðis
frástoytandi fyri tey, sum vilja
hava kosmiska list og bert vilja
hoyra tað ljómvakra. Waits er
handan alla veruleikaflýggjan.
Waits syngur bert um vanlig
fólk, ið ongin hevur áhuga fyri,
fólk, sum ikki høvdu passað inn
í vanligar karmar, tí tey koma frá
lægstu stættunum í
samfelagnum. Fólk, sum búgva í
kampingvognum, á barrum og
stríðast fyri at yvirliva. Waits er
tó eingin indigneraður 70ara
sosialrealistur, hann sigur t.d.
"What's more romantic than
dying in the moonlight". Hetta er
ikki ein spurningur, men ein
lakonisk sannroynd.
Æviga søgan um líðing
"I have no pride/
I have no shame"
Make it Rain
Sangir hjá Waits byrja, har konan
er farin frá manninum "She took
all my money/ And my best
friend/You know the story/Here
it comes again", tíðin gongur og
lívið er stutt "You can newer go
back/ And the answer is no/ And
wishing for it only/ Makes it
bleed". Hvussu fer alt at enda
spyr Waits á sanginum "How´s it
gonna end", tí "Life is sweet at
the edge/ Of a razor".
Í sanginum "Green Grass", ið
minnir sera nógv um ein Leo-
nard Cohen sang, er niðurlagið:
"Lay your head where/ My heart
used to be/ Hold the eart above
me/ Lay down in the green grass/
Remember when you loved me",
her ljóðar ekkó av hjartasorgini
og deyðanum.
Sangir úr vesikummuni
Waits er kendur fyri at upptaka
teir flestu sangirnar á einum vesi
við einum gomlum bandupp-
takara. Tað er galdandi á øllum
økjum, at Waits ikki dugir van-
ligan fólkaskikk, hann er sum
sangari, sangskrivari og tón-
leikari "enhver svigermors
skræk", stundum spinnandi óður,
frá sær sjálvum, desperatur og
ljóðar sum ein skítfullur maður
og eitt landastrok, ið hevur
góðtikið sín leiklut í lívinum.
Waits dámar ímyndina av sær
sjálvum sum ein ússaligan
gøtutónleikara og ein sigoynara,
ið syngur sentimentalar vísur.
Hann er í ætt við ein serligan
form fyri urblues, hann er 100
prosent ektaður og veruligur.
Hann sigur um veruligar
timburmenn, verulig morð,
ektaða sorg og ektaðan deyða.
Mest av øllum er Waits í familju
við sirkustónleikarar, tí Waits
dámar tað ljóta, tað óhomogena,
tí ljóðar hann stundum sum um
hann dettir oman gjøgnum einar
trappur. Hann fær orkestrið at
ljóða sum um eini fimm gamlir
og slitnir bumsar eru farnir at
spæla skítfullir. Næstu løtuna
syngur hann pathosfyltar
syrgiligar sangir, meðan hann í
næsta sanginum er hann aftur
farin at ivast í øllum og ýlur um
deyða og pínu.
Meistaraverk
Waits syngir sum ein fólkasang-
ari, ið hevur upplivað nógv í
lívinum. Hann hevur sæð eitt
sindur av hvørjum, sum í hesum
tekstinum, ið snýr seg um eina
kvinnu, sum varð svikin, har
niðurlagið er: "But now she´s
dead/ She´s so dead/ Forever
dead/ Lovely now".
Í sanginum "Don't Go In The
Damn Barn" minnir hann um ein
annar Nick Cave. Tað er hin sami
stemningurin í sangunum av
opinbering og undirgangi. Í
sanginum "Make it Rain", tekur
hann til: "I´m just another sad
guest on this sad earth". Vit er í
eini tíð aftaná syndafallið: "And
tell me how does God/Choose,
who´s prayers does he/ Refuse?
who turns the wheel/ Who rolls
the dice, on the/ Day after
tomorrow". Sangurin "Day after
Tomorrow" er um ein 21. ára
gamlan hermann, ið byrjar
rørandi: "I got your letter today/
And I miss you all so much here
(…) Its so hard and its cold here/
And I´m tired of taking orders/
And I miss old Rockford town
(…) They fill us full of lies,
everyone buys…" Her vísir
Waits seg frá eini kenslubornari
síðu: "And I know we too are
made/ Of all the things that we
have/ Lost here…"
Plátan "Real Gone" er eitt
meistaraverk hjá Waits. Her
spælir tónleikurin ein minni
leiklut í mun til pláturnar "Alice"
og "Blood Money" frá 2002.
"Real Gone" inniheldur øll
(ó)møgulig og ongantíð fyrr
hoyrd sløg av tónleiki, hetta er
ljóðið av hybridtónleiki og
minimalismu tá tað er best.
Real Gone. 20 plátan hjá Tom Waits.
Produserea av Tom Waits og Kathleen
Brennan. 16 sangir. Anti
Records/Bonnier. (72 min).
Veruliga horvin
– At fara í hundarnar og aftur við harra Tom Waits