leygardagur 4. desember 2004síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
33
UMMÆLI
Jógvan Isaksen
Marjun S. Kjelnæs: Ein farri av
kolvetni – søgur um lindir og leitan.
Perma: Edward Fuglø. 156 bls.
Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Marjun Kjelnæs hevur í nøkur ár
gjørt vart við seg innan føroyska
bókaheimin, har hon hevur vunn-
ið virðislønir fyri bæði stuttsøgur
og útvarpsleik, men "Ein farri av
kolvetni" við undirtitlinum "søg-
ur um lindir og leitan" er kortini
fyrsta bókin hjá henni. Perman er
gjørd av einum av symbol-
monnunum innan føroyska list,
Edward Fuglø, og hon hóskar
væl til søgurnar, ið á ein bógvin
eru realistiskar, men á hin eru á
tremur av symbolikki. Mitt á
permuni situr ein einsamøll,
snøggað kvinna á einum stóli úti
í haganum. Tvørtur um bæði
permu og bakpermu ringir ein
kaktus seg og líkasum trýstir
eina hvíta blómu upp í andlitið á
lesaranum. Ovast á bakpermuni
er ein somuleiðis einsamøll hurð
mitt úti í natúruni. Hurðin kann
ganga inn ella út til alt hugsandi,
men tú hevur varhugan av, at hon
kanska ongastaðni leiðir. Kvinn-
an er mitt úti í tí víðopnu natúr-
uni, at síggja til við óteljandi
møguleikum, men hon situr við
bakinum til hurðina stirðnað í
eini blindgøtu.
Fyrsta søgan, "Lykilin", er um
Jensiu, sum livir í einum meira
enn tjúgu ára gomlum barnleys-
um hjúnalagi, har hon og mað-
urin gera hvørjum øðrum fortreð
í smámálum. Veruleikin er
beinharður, og hjúnafelagarnir
duga ikki at koma burtur úr tí
frystu støðuni. Á einum gongu-
túri finnur Jensia ein lykil, sum
hon tvær reisir tekur og leggur
aftur, men tá ið hon fyri triðju
ferð fer eftir honum, er lykilin
horvin. Hon hevur latið møgu-
leikan fyri eini broyting gleppa
sær av hondum. Søgan er á ein
hátt ein gerandislýsing, men tann
strammi frásøguhátturin, har tað
verður skift ímillum fyrr og nú
og í áðni og nú, dregur ein
ófrættakendan óhugna fram.
"Ísakur og Ísmael" fer fram í
Ísrael – høvundurin var eitt ár í
kibbutz (í bókini ansar forlagið
sjálvandi eftir, at hebraiska orðið
verður stavað við s í endanum) -
har frásøgukvinnan ambætar
kálvum og sigur tveimum níggju
ára gomlum smádreingjum ævin-
týr. Annar drongurin er jødi og
hin er arabari, og hóast bumbur
og annan tramansskap, so heldur
teirra vinalag. Søgan er ikki sørt
naiv, og tað vælmeinandi hevur
viðhvørt yvirvág í mun til tað
listaliga. Aftur fyri er "Yndis"
ein nærum surrealistisk lýsing av
einum pari, sum búsetast í einum
neysti í eini bygd í Norður-
oyggjum. Veruleiki og listaverk
(málningar og foto) glíða inn í
hvørt annað, og mangt
løgið fer fram. Tað er
bara tað, at lesarin er
at kalla líkaglaður, hvat
ið viðurferst
persónunum.
Við søguni "Rekadreki" er
ikki stórt frægari. Ein psyki-
atriskur sjúklingur í Keyp-
mannahavn er sjónarhorn, og tað
er greitt, at høvundurin kennir
umhvørvi (hon er útbúgvin
sjúkrasystir), men annars er
niðurstøðan tann sama: hend-
ingarnar bera ikki við lesaran.
Uppsteðgað lív
Tittulsøgan sigur frá enn einum
uppsteðgaðum lívi, har ein
kvinna ger eina lítla roynd at fáa
sína kærleikslongsul nøktaðan,
men alt endar sum vant í blind-
um. Mynstrið við at lata søgur,
har alt er uppsteðgað skiftast við
søgur við harðligari gongd,
heldur á. "Kavaeingil" snýr seg
fyri ein part um unga føroyska
kvinnu, sum er komin til at eiga
og fyri ein part um ungan russ-
iskan mann, ið hevur mist kon-
una undir barnsburði. Søgu-
bygnaðurin er stak fløktur, og eg
eri als ikki vísur í, at hann
heldur, men í endanum hittast
hesi bæði í floghavnini í Moskva
– hetta er áðrenn, hon er blivin
upp á vegin – og hann sigur við
hana, at hon skal elska, meðan
tíð er. Søgan er ikki burturvið,
og hon vekir áhuga lesarans,
men tann ovursniðfundigi
bygnaðurin setur fyri ein part fót.
"Gráar hurðar" er sterk lýsing
frá ellisheimi um likamligt og
sálarligt forfall, har deyðin bæði
er ein lætti og ein loysn. Men
onkur av búfólkunum hava
varðveitt styrki og skil upp í
árini, og eitt av hesum leggur
sjúkrasystrini eina við: "grát alt
tað tú kanst, men flenn tað
dupulta". Tað er tó einki tekin
um, at hon megnar tað. "Tigandi
vitni" er um eitt dulsmál frá
barnaárum, sum er komið ímill-
um tvær vinkonur, og sum tær
heldur ikki sum vaksnar megna
at vinna á. Hvat ið loyndarmáli
er, verður ikki hesum lesaranum
greitt, hóast tú altíð kanst gita.
Søgusavnið endar við einum
merkiliga ósamanhangandi
ævintýri, har hugskotini peiggja í
allar ættir, uttan at tey verða sett
inn í ein samanhang. Minnir
mest um, tá ið tú situr og finnir
upp á eina søgu fyri børnum og
als ikki ætlar tær, at hon skal
setast á prent.
Endamálsloysi
Frásøgufólkið er í teimum flestu
søgunum ein kvinna, og hon
stendur ofta við eitt vindeyga –
vindeygu spæla í heila tikið ein
fittan leiklut – og lítir út. Tað
innilæsta, sum eyðkennir teir
flestu av persónunum í mun til
ein ókonkretan útlongsul, verður
sostatt avmyndað. Onkuntíð
kemur tað mær fyri, at tað er ein
farri av Ernest Hemingway í
summum søgum. Í fleiri av
hansara søgum hendir at kalla
einki útvortis, meðan spenningar
innaní verða lýstir gjøgnum at
síggja til smáar hendingar. Søg-
urnar hjá Ernest Hemingway eru
kortini væl strammari enn tær
hjá Marjuni Kjelnæs. Hon er
frægast, tá ið hon letur kenslur-
nar fara við persónunum (kon-
sertin í tittulsøguni), heldur enn
tá einhvør boðskapur partú skal
fram ("Ísakur og Ísmael"). Tað
eru fínar lýsingar og orðingar í
søgunum, men "Lykilin" undan-
tikin, so hava hinar ilt við at
vekja stórvegis áhuga.
Á bakpermuni er endurgivin
ein lítil stubbi úr grundgevingini
hjá Grunni Thorvalds av Steinum
at lata høvundinum gávugóðs, og
hóast tær atfinningar, sum eg
havi borið fram, so taki eg undir
við hesum orðum: "Tað, sum
Marjun Kjelnæs hevur skrivað,
vísir, at hon hevur góðar møgu-
leikar at mennast sum rithøv-
undur."
Grát alt tað tú
kanst, men flenn
tað dupulta
Fyrsta søgusavnið hjá Marjuni Kjelnæs er áhuga-
vert, men tær einstaku søgurnar hava ilt við at
gera eina heild