leygardagur 4. desember 2004síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 233 - 4. desember 2004
VANLUKKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Um náttina tann 3. desember í
1984 legðist eitt eiturskýggj yvir
indiska býin Bhopal. Orsøkin
var, at ein verksmiðja, sum
gjørdi eiturevni til landbúnaðin,
var farin í luftina. Amerikanska
fyritøkan Union Carbide átti
verksmiðjuna, og navnið gjørdist
alt fyri eitt kent um allan heimin.
Soleiðis var eisini við stjóranum,
Warren Anderson, men nøvnini á
teimum, sum doyðu, veit eingin
við vissu. Ei heldur, hvussu
mong tey vóru.
Indisku myndugleikarnir vildu
vera við, at umleið 3.500 fólk
doyðu tann fyrsta dagin og teir
næstu dagarnar aftan á vanlukk-
una. Mannarættindafelagsskap-
urin Amnesty International
heldur harafturímóti uppá, at
ímillum 7.500 og 10.000 fólk
doyðu teir fyrstu dagarnar. Í
einari frágreiðing um vanlukk-
una, sum er gjørd í sambandi við
20 ára dagin, sigur felags-
skapurin, at onnur 15.000 eru
deyð av eitranini seinni, og at
fleiri túsund onnur hava fingið
álvarssamar sjúkur, ið ikki kunnu
lekjast.
Vaknaðu ikki aftur
Tey, sum búðu næst verksmiðj-
uni hjá Union Carbide vanlukku-
náttina, doyðu beinanvegin, tá
tey fingu ta eitraðu luftina niður
í seg. Av tí at hetta hendi um
náttina, lógu tey flestu og svóvu,
og tey vaknaðu ongantíð aftur.
Tey, sum vóru uppi, fullu alt fyri
eitt í óvit, og hóast mong royndu
at flýggja, vísti tað seg at vera
vónleyst, tí eiturskýggið breiddi
seg skjótt.
Hóast tey flestu doyðu eftir
lítlari løtu, fingu tey ikki nakran
lættan deyða, heldur tvørtur-
ímóti. Pínan var ræðulig, og tey
ønskriligu skríggini vóru at
hoyra um allan býin.
Fólkið í Bhopal var eins og
nógva aðrastaðni í India tá
fátækt og óvitandi um vandar við
eiturevnaframleiðslu, og tí skiltu
tey flestu als ikki, hvat tað var,
sum hendi.
Vísa alt frá sær
Nýggja frágreiðingin hjá Am-
nesty International er bersøgin
lesnaður. Union Carbide fær av
at vita. Men tað órógvar neyvan
leiðsluna har, tí hon hevur verið
fyri ábreiðslum øll tey 20 árini,
sum farin eru síðani vanlukkuna.
Men tær hava ikki rinið við, og
fyritøkan hevur alla tíðina sýtt
fyri at átaka sær skyldina av tí,
sum hendi.
Bæði Amnesty International og
sakførararnir hjá teimum, sum
gjørdust sjúk av eitrinum, hava
víst á, at trygdarskipaninar á
verksmiðjuni í Bhopal vóru alt
ov vánaligar, men heldur ikki tað
vil amerikanska fyritøkan
viðganga.
- Tað er ófatiligt, at eingin er
drigin til svars fyri tað, sum
hendi, skrivar Amnesty
International í nýggju frá-
greiðingini. Felagsskapurin vísir
eisini á, at longu undan van-
lukkuni høvdu fólk í Bhopal
kært seg um, at drekkivatnið var
vorðið dálkað, men enn tann dag
í dag drekka fólk í býnum dálkað
vatn, uttan at Union Carbide
hevur rætt hond frá síðu fyri at
rudda eftir sær, stendur í frá-
greiðingini.
Neyðugt við reglum
Tað er nú ikki bara Union
Carbide, sum hevur víst líkasælu
í sambandi við vanlukkuna, tí
heldur eingin annar hevur viljað
játtað pengar til at kanna, hvussu
umfatandi avleiðingarnar av
vanlukkuni veruliga vóru.
Kortini verður hildið, at umleið
100.000 fólk dragast við mein,
sum tey hava fingið av eitrinum,
og kanningar hava eisini víst, at
børn eru fødd við varandi
likamligum og sálarligum meini.
Amnesty International vísir á,
at vanlukkan í Bhopal skelkaði
allan heimin og setti spurnar-
tekin við, hvørjar ábyrgdir og
skyldur myndugleikar og
fyritøkur hava í sambandi við
ídnaðarvanlukkur, sum krevja
mannalív og oyðileggja
umhvørvið á staðnum.
- Men nú 20 ár seinni hevur
eingin víst teimum raktu áhuga,
og tey hava heldur ikki fingið
nakra sjúkraviðgerð. Union
Carbide hevur ikki lagt í at rudda
økið, har verksmiðjan var, og tað
hevur gjørt, at umhvørvið og
drekkivatrnið í økinum er dálk-
að, skrivar Amnesty International
í nýggju frágreiðingini.
Felagsskapurin sóknast eftir
einum heimsumfatandi lógar-
verki, sum skal forða altjóða
fyritøkum at skáka sær undan
sínum skyldum.
20 ár síðani eiturvanlukkuna í Bhopal
Í gjár vóru 20 ár liðin, síðani eiturevnaverksmiðjan hjá amerikonsku fyritøkuni
Union Carbide í indiska býnum Bhopal fór í luftina. Enn tann dag í dag veit eingin
við vissu, hvussu mong mannalív vanlukkan kravdi.
Fleiri túsund fólk doyðu longu tann fyrsta dagin og teir næstu dagarnar aftan á eiturvanlukkuna í Bhopal