leygardagur 4. desember 2004síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
35
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Summi kalla hann tann pale-
stinska Nelson Mandela. Ikki so
løgið, tí tann 45 ára gamli
Marwan Barghouti, sum nú
hevur gjørt av at stilla upp á
forsetavalinum í januar, er nógv
tann best umtókti av teimum
palestinsku politikarunum.
Trupulleikin er, at hann situr í
einum sera væl vardum ísra-
elskum fongsli. Fyri fimm
mánaðum síðani bleiv hann
dømdur fimm ferðir lívlanga
fongsulsrevsing fyri at hava myrt
fimm ísraelskar ríkisborgarar og
fyri at vera limur í einum
yvirgangsfelagsskapi.
Verður Barghouti valdur tann
9. januar, verður tað eitt álvars-
samt bakkast fyri tey, sum í
seinastuni hava sagt seg hava
vónir um at fáa ferð á friðartil-
gongdina, nú tann gamla forð-
ingin, Yasser Arafat, er deyður.
Tann ungi
Avgerðin hjá Barghouti at stilla
upp vísir týðiliga, hvussu stór
ósemjan er í Fatah-flokkinum
eftir deyða Arafats. Mánadagin
kunngjørdi flokkurin, at hann
hevði gjørt av at stilla fyrrver-
andi forsætisráðharran Mahmoud
Abbas upp til forseta. Tann 69
ára gamli Abbas er formaður í
PLO, og amerikanska stjórnin
styðjar hann av fullum huga. Ja,
summir palestinar vilja vera við,
at Abbas er í lummunum hjá
amerikonsku stjórnini, og at
hann er ikki annað enn ein
ørindasveinur hjá amerikanaum
og ísraelsmonnum.
Barghouti verður harafturímóti
roknaður sum talsmaðurin hjá
teimum flestu palestinunum og
sum maðurin, ið umboðar ta
gomlu palestinsku søkina, og
hann verður mettur at vera ein
álvarssom hóttan ímóti Abbas.
Hann er limur í Fatah, men
hoyrir til tað yngra ættarliðið í
flokkinum, sum er uppvaksið
undir teirri ísraelsku hersetingini.
Soleiðis er ikki við tí eldra ættar-
liðinum, sum Abbas er partur av.
Hann flýddi til Tunis saman við
Arafat og kom ikki aftur til
Palestina fyrr enn í 1994.
Faðir at uppreistrinum
Marwan Barghouti verður ofta
roknaður sum faðirin at tí
palestinska uppreistrinum ímóti
ísraelska hersetingarvaldinum.
Hann er føddur í Ramallah á
Vestara Áarbakka og var ein av
undangongumonnunum til tann
fyrra palestinska uppreisturin í
1987, og tað var hann, sum
eggjaði palestinum til annan
uppreisturin, sum byrjaði fyri
fýra árum síðani. Hann er leiðari
í ungdómsdeildini hjá Fatah,
Tanzim, og tann hernaðarligi
bólkurin Al Aqsa hevur ofta
umrøtt Barghouti sum sín
leiðara.
Ísraelsmenn tóku Barghouti í
2002, og í juni í ár varð hann
dømdur fyri yvirgang. Palestinar
í túsundatali gingu mótmælis-
gongu á Vestara Áarbakka og í
Gaza-geiranum. Tey søgdu
dómin vera ógyldugan, tí eftir
teirra tykki er Barghouti ein
politiskur leiðari, sum ikki hevur
havt nakað samband við yvir-
gang. Barghouti hevur eisini
fleiri ferðir sagt, at hann tekur
ikki undir við sjálvmorðsatsókn-
um og álopum á sivilar
ísraelsmenn.
Hann hevur dygga undirtøku
ímillum teir víðgongdu pale-
stinsku felagsskapirnar, eisini
Hamas, og hann fær eisini stuðul
frá týðandi palestinum, sum sita
í fongsli í Ísrael. Hildið verður,
at hann er tann, sum hevur bestu
møguleikarnar at sameina teir
víðgongdu felagskapirnar. Tað er
alment kent, at tað var millum
annað honum fyri at takka, at tað
eydnaðist Mahmoud Abbas at
fáa Hamas og Islamskt Jihad at
ganga við til eina vápnahvíld í
fjør.
Kann fáa grið
Men ber tað til at velja ein fanga
til forseta? Nei, sigur tann pale-
stinska leiðslan, og tað ljóðar, at
Ahmed Qurie, forsætisráðharri,
hevur roynt at tosa Barghouti frá
at stilla upp.
Í seinastuni hevur av og á
ljóðað, at hann kanska verður
latin leysur úr tí ísraelska
fongslinum. Onkrir fjølmiðlar
hava nevnt, at hann kanska
verður latin leysur í býti við
ísraelska njósnaran Azzam
Azzam, sum hevur sitið í fongsli
í Egyptalandi síðani 1997.
Men hvat siga ísraelsmenn?
Silvan Shalom, uttanríkisráð-
harri, heldur ikki, at Barghouti
skal latast leysur. Í einari sam-
røðu fyri nøkrum døgum síðani
segði hann, at Barghouti hevur
fingið lívlanga fongsulsrevsing
fyri at hava beint fyri fleiri
ísraelsmonnum, og tí er tað ikki
rætt at lata hann leysan. Har-
afturímóti hevur Avraham Poraz,
innanríkisráðhari, sagt, at
Barghouti kann kanska latast
leysur undir ávísum treytum.
Sambært lógini er tað ísraelski
forsetin, Moshe Katzav, sum
eigur tað avgerandi orðið, skal
Barghouti fáa grið, og hann
segði við blaðið Maariv hós-
dagin, at tað er ikki óhugsandi,
at Barghouti kann fáa grið.
- Søkir hann um at fáa grið,
fara vit at viðgera spurningin,
segði forsetin.
Sjey valevni
Nú Marwan Barghouti hevur
kunngjørt, at hann stillar upp,
hava sjey valevni boðað frá, at
tey ætla at royna seg á valinum
tann 9. januar. Eygleiðarar eru á
einum máli um, at eingin teirra
hevur serliga góðan møguleika at
verða valdur. Tann mest eyð-
sýndi, sum kann hava ein møgu-
leika, er Mustafa Barghouti, ið er
systkinabarn Marwan Barghouti.
Hann er keldur sum virkin á
politiska vinsravonginum og fær
stuðul frá fleiri vinstravendum
bólkum.
Men tann, sum uttan nakran
iva hevur bestu møguleikarnar,
situr í ísraelska fongslinum -
enn.
Keldur: Berlingske Tidende
og Aftenposten
Yvirgangsmaður stillar upp
til forsetaval
Tann best umtókti palestinski politikarin, Marwan Barghouti, hevur
kunngjørt, at hann stillar upp til forsetavalið tann 9. januar, sjálvt um
hann situr fongslaður í Ísrael. Men kanska sleppur hann út haðani
Marwan Barghouti avmyndaður í ísraelska rættarsalinum, tá hann fekk fimm ferðir lívlanga fongsulsrevsing
Mynd: Reuters