Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 233 - 4. desember 2004 LÆRA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Orðini menningarlæra ella Darwin standa ikki nevnd við einum orði í hvørki sjálvari fólkaskúlalógini. Føroyski fólkaskúlin, har fólk nýta millum níggju og tíggju ár av lívinum, byggir á eitt lutherskt kristiligt grundarlag við bein- leiðis ávísing til føroyska ment- an. Føroysk børn eru undirløgd undirvísingarskyldu, og tískil taka vit støðu í fólkaskúlalanun, nú vit aftur venda eygunum móti menningar- og skapanarlæruni eins og greinirnar í Tinghelluni í síðstu viku. Vit finna hvørki menningar- læru ella skapanarlæru í orða- bókini, og hugtøkini fylla ikki tað nógva í dagliga kjakinum, og tað er heldur torført at fáa minni torgreidd sjónarmið, ið kunnu skrivast í fáum setningum. Innan skúlagátt Fleiri skúlastjórar í fólkaskúlan- um vistu ikki at siga okkum, hvussu skúlin skipaði undir- vísingina í sambandi við menningar- og skapanarlæru. - Tað er vist so ella so, men eg dugi ikki at siga tær, tá eg ikki sjálv/ur undirvísi í lívfrøði, var eitt vanlig svar, vit fingu, tá vit ringdu fyri at fregnast. Fyri einari viku síðani skrivaði Símun Absalonsen soleiðis: "Men vælgrundaðar vísinda- ligar atfinningar móti darwin- ismu hava trupult við at fáa rúm innan skúlagátt, og tað er kanska eisini lætt skiljandi. Tað kundi tikið skorur undan menningar- læruni, um næmingurin fekk frælsi at hugsa. Flestu skúla- lógirnar (eisini tann føroyska) prýða seg við krevjandi heitum andsfrælsi og tollyndi, men praktisera á hesum øki ortodoks fundamentalistiskt meinings- monopol. Skúlin livir sostatt ikki upp til lóggávuna um andsfrælsi og darwinisma hevur sama status innan skúlagátt, sum islam hevur í ávísum totaliterum londum. Í lærubókinum skortar tað heldur ikki uppá lygnir og manipulatión. T.d. kann verða tikið til, at allir vísundamenn við virðing fyri sær sjálvum trúgva á menningarlæruna og at siga nei til menningarlæruna er at siga ja til religión" Næmingar í føroyska fólka- skúlanum byrja at hava lívfrøði sum sjálvstøðuga lærugrein í sjeynda flokki. Frá fyrsta til og við sætta flokk er lívfrøði partur av lærugrein saman við millum annað alisfrøði. Føroysku fólkaskúlarnir virka eftir fólkaskúlalógini frá 1997. Umframt sjálva lógina er eisini ein undirvísingarætlan. Tað er Mentamálaráðið, ið letur skúlunum undirvísingarætlanini, men ognastaðni stendur nakað um Darwin ella menningarlæru. Kunna - ikki ávirka Jenny Lydersen á fólkaskúla- deildini á Mentamálaráðnum sigur, at fólkaskúlin hevur skyldu til at kunna um øll viðurskifti. Ástøðið hjá Darwin kemur oftast upp at venda í framhaldsdeildini. Sum nevnt áður stendur hvørki Darwin ella menningarlæra nevnd við einum orði í undir- vísingarætlanini, sum Menta- málaráðið hevur latið fólkaskúl- unum sum eina leiðbeining til at skipa undirvísingina. - Næmingarnir skulu verða kunnaðir um lívfrøðiligu gongd- ini og siðalæru, sigur Jenny Lydersen. Bæði í sambandi við Darwin og onnur vísindafólk og onnur ástøði er meginreglan tann, at lærarar og fólkaskúlin skal kunna - men ikki í nøkrum førum ávirka. - Tað má so vera upp til næm- ingarnar sjálvar saman við foreldrunum at taka støðu til, hvat er rætt og skeivt, sigur Jenny Lydersen. Hon sigur, at næmingar verða kunnaðir um fleiri ástøði eins og um fleiri átrúnaðir, hóast tað er kristnalæran, sum skúlin byggir á. Við nýggju fólkaskúlalógini hoyra aðrir átrúnaðir til undir- vísingina í kristni. Tað er Mentamálaráðið, ið skal góðkenna allar lesiætlarnir í fólkaskúlanum. Kann vera torført Uppgávan hjá fólkaskúlalærarum er sostatt at kunna, men ikki at taka nakra støðu. Næmingarnir skulu vita um bæði menningar- Mennir skapa Menningarlæran stendur ikki nevnd í undirvísingarætlanini hjá fólkaskúlanum, men í framhaldsdeildini verður kunnað um bæði skapanar- og menningarlæru. Men eru tey sambærilig? Ì føroyska fólkaskúlanum er pláss fyri Darwin og Luther