leygardagur 4. desember 2004síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
37
anin læruna?
læru og skapanarlæru. Vit hava
tosað við fleiri lærarar, sum
undirvísa í lívfrøði. Teir vilja
ikki hava navnið við í blaðið,
men eftir hvat Sosialurin skilir,
so kann tað tykjast torført at
greiða frá bæði Darwin og
skapanarlæru.
- Eitt er at kunna, men eitt
annað er at kritisera. Næming-
arnir eru forvitnir og ikki óvit-
andi og duga at seta spurnar-
tekin, og oftani kann tað tykjast
torført at undirbyggja hugtøkini,
sigur ein lærari, Sosialurin hevur
tosað við.
Allir lærararnir, vit hava tosað
við, leggja eina við, at teirra
persónligu sjónarmið vera skild
at frá undirvísingini. Hóast
nakrir næmingar leggja nógvu
orku í tað andaliga í fólkaskúla-
árunum, so meta lærarnir ikki, at
spurningurin um menningar- og
skapanarlæru fyllir nógv í
huganum hjá næmingunum.
Ikki sambærilig
Í vikuni hevði Pól Jespersen,
cand.scient, studentaskúlalærarin
og høvundurin á einari røð av
nýggjum føroyskum alisfrøði-
bókum, viðmerkingar til skriv-
ingina í Tinghelluni í farnu viku.
Pól Jespersen leggur í sínum
viðmerkingum dent á, at vísindi
og átrúnaður eru hvørt sítt.
Menningarlæran og skapanar-
læran er ikki ein spurningur um
at velja annaðhvørt teirra, ella at
tað eina útilokar hitt. Tað ber
snøgt sagt ikki til at samanbera,
heldur Pól Jespersen.
Skrivingin hjá teimum fýra,
Símun Absalonsen, Richard
Schwartson, Ejvind Mouritsen
og Jens Andreasen, fellur sum
heild væl uttan fyri tað, ið Pól
Jespersen kann taka undir við.
Hann kallar teirra viðmerk-
ingar fyri høpisleysar og langt av
leið.
- Eg ætli mær ikki at kjakast
vit teir fýra, tí tað ber ikki til at
kjakast við fólk, sum vita svarini
frammanundan, men eg vóni, at
fólk, sum hava skil fyri vísind-
um, og serliga lívfrøði, fara at
taka til orðanna ímóti tí, hesir
fýra bera fram, sigur Pól
Jespersen.
Tað lata vit so fara víðari. To
whom it may concern.
Savnsmynd
Ástøðið hjá Darwin er fleiri hundrað ára gamalt og nógv útskeldað, men
eigur ikki at verða samanborið við átrúnað, heldur onkur.