leygardagur 4. desember 2004síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 233 - 4. desember 2004
TINGHELLUDEBATTIN
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
Kanska er tað frustratión, men
samanborið við garterilsið hava
sjáldan so mong bíðað so leingi
eftir so lítlum, sum eftir politisku
avrikunum hjá Torbirni Jacobsen.
Síggi í bløðunum, at Torbjørn
Jacobsen aftur er úti við rívuni
og speirekur vinnupolitikkin. Ein
kundi spurt: Hví taka TJ fyri fult,
tá hansara egnu hava boðað frá,
at alt álitið á mannin er fokið?
Og tó, ákærurnar eiga ikki at
standa ósvaraðar. Tí nøkur orð
um vinnupolitikin, sum TJ til
fyri stuttum hevur verið partur
av.
Orðaði vinnupolitikkurin ger
skilnað millum alment og privat.
Tað almenna skal tryggja
støðugar karmar, og vinnan skal
taka við teimum avbjóðingum,
sum liggja í einum altjóða
marknaði, nýggjari tøkni og
vitan. Vinnupolitikkurin lívgar
ikki vinnuna. Hinvegin verður
lagt upp til at geva føroyskum
fyri-tøkum krevjandi og størri
avbjóðingar í frælsari kapping á
opnum marknaðum og sleppa
undan einkarrættum, sum geva
stirvnar, dýrar og ineffektivar
skipanir. Vinnupolitikkurin tekur
tí ikki støðu til, hvørjar vinnur,
vit skulu hava her í Føroyum. Ta
avgerð taka dugandi fólk, vinnan
og váðafúsi kapitalurin.
Á summum økjum er føroysk
vinnan ikki í javnbjóðis kapping
við útlendsku. Men vinnu-
politikkurin leggur ikki upp til at
gera kappingina javnari við at
avmarka útlendsku kappingina.
Vinnupolitikkurin er politikkur
tess almenna at stimbra føroyska
samfelagið vinnuliga og
arbeiðsliga. Hann er ikki
politikkurin hjá vinnuni. Skal
hann eydnast, krevur tað
samfatan og samstarv millum
vinnu og politisku skipanina. Tað
krevur greiðan skilnað millum
alment og privat og virðing fyri
leiklutinum hjá hvør øðrum. Tað
krevur eisini, at hvørgin partur
letur seg fara av kós, tí hin
parturin setir stutttíðar mál fram
um tey langsiktaðu.
Tí hevur tað síðani kreppuna í
nítiárunum verið aðalmálið, at
politiski myndugleikin skal
skapa karmar. At landsstýrið og
løgtingið skal halda seg burtur
frá stýring, og at vinnan skal
laga seg til broyttu umstøðurnar.
Politikkurin hevur havt breiða
undirtøku í og uttan fyri
Løgtingið. M.a. hevur vinnan
mett vinnupolitikkin sum eitt
tilboð og sum eitt slag av
sáttmálauppskoti frá politisku
skipanini. Eisini hevur
politikkurin, við undantaki í
avmarkingunum í fiskivinnuni
og fyri stuttum í alivinnuni, bygt
á somu prinsipp sum í
grannalondunum.
BTÚ tvífaldað
Støðuga framgongdin í vinnuni,
har BTÚ er tvífaldað í sama bili,
er eisini orsakað av politikk-
inum. Men vit eiga at minnast, at
vit hava havt góðar nátturu - og
marknaðargivnar umstøður.
Fiskiskapurin hevur verið góður,
fískaprísirnir høgir, orkuprísirnir
sámuligir, rentan søguliga lág,
eingin inflatión osfr.
Men tað skulu sterkir herðar at
bera góðar tíðir. Lønartrýstið
gjørdist ógvusligt. Farnu 6 árini
eru lønirnar hækkaðar um 30%.
Almennu útreiðslurnar eru 1100
mio kr størri um árið nú enn fyri
5 - 6 árum síðani. Kappingar-
førið versnað samsvarandi. Hetta
mátti koma aftur um brekku, tá
tað fór at reka ímóti.
Og farnu tvey árini hava
greiðar ábendingar verið um, at
vit eru ávegis lakari tíðum, har
búskapargongdin við sól og
undanvindi síðani seinnu helvt
av nítiárunum fór at venda, og
væntast kundi, at nú fór at lota
ímóti. So við skurðinum av
blokkinum uppá 366 mio kr
árliga kravdist politiskur ryggur.
Hetta visti TJ og tjóðveldið
fullvæl. Nú var ikki stuttligt
meira. Trúttanin um, at teir vóru
upprunin til framgongd og
bjartskygni, fór at verða avdúkað
sum reyp. So nú var annað til
ráða at taka. At sleppa sær
burtur.
Steinar hini
Síðani tjóðveldið rýmdi og síðani
vóru settir útum, hevur TJ gingið
altráður og steinað hini.
Leikluturin hjá TJ er eisini
sjáldsamur, men tað er kanska
frustratión, tí samanborið við alt
garterilsið hava sjáldan so mong
bíðað so leingi eftir so lítlum,
sum eftir politisku avrikunum hjá
TJ.
Annars er fáum unt at vera
borin til so góðar vinnuligar
møguleikar sum TJ. Úrslitið man
vera so sum so. Óivað hava hini
eisini skuldina har.
TJ minnir mest um eina leysa
kanón, sum skjýtur á allar ættir. Í
seinastuni mest inn í tjóðveldið.
Har hevur TJ nú "sett seg uttan-
fyri", sum formaðurin kallar tað.
So nú er synd í TJ.
Fyri at tekkjast kammeratunum
í flokkinum hevur hann nú aftur
vent mykjusprænaranum móti
politiskum mótstøðumonnum.
Soleiðis roynir TJ við halanum
millum beinini at tekkjast for-
manninum, fyri at vera tikin til
náði. Støðan hjá TJ og floks-
formanninum minnir tí ikki sørt
um søguna um Stalin, tá hann
sum leiðari vísti partísoldatum,
hvussu farast skuldi við ólýdnum
feløgum. Stalin roytti livandi
hønu, sum púra skelkað, spill-
nakin, ísakøld og fjaðursár aftaná
kloyndi seg upp at stivlalegg-
inum hjá Stalin. Soleiðis verður
støðan hjá TJ 18. des. - upp eftir
stivlalegginum hjá formanninum
- royttur og fjaðursárur.
Hoyrdi frá kenningi um mann,
sum alt sítt vaksna lív í upp-
blástum errinskapi metti seg sum
keisara av Etiopia. Hugburður,
sum endurspeglaði reyp og
yvirdrivna fatan av egnum
dugnaskapi, umframt markleyst
at hava at øðrum. Skemtiligt
viðhvørt, men troyttandi sum
fráleið. Men sum kenningurin
skemtandi orðaði seg - synd í
beistinum.
Soleiðis laga viðurskiftini seg
frá manni til mann.
Roytta hønan