mánadagur 27. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
FÓTBÓLTUR
Bayern München er týskur
steypavinnari eftir 3-0-sigur
á RB Leipzig í finaluni leygar
dagin.
Pólski
málrevurin,
Robert Lewandowski, skeyt
tvey mál, meðan Kingsley Com
an skeyt hitt. Hetta var seinasti
dystur hjá tveimum Bayern-
profilum,
nevniliga
Franck
Ribery og Arjen Robben.
Eftir fýra ár á steypatrónuni
mátti FC Barcelona geva heið
urin víðari, tá ið teir reyð-
bláu leygardagin taptu 2-1 í
finaluni í Copa del Rey ímóti
Valencia. Hálvleiksstøðan var
2-1 til Valencia, og hóast Lionel
Messi minkaði um munin eitt
gott korter fyri leiklok, so kom
FC Barcelona ikki tættari. FC
Barcelona hevur vunnið Cope
del Rey 30 ferðir. Valencia
hevur nú vunnið átta ferðir.
FJALLA
SÚKKLING
Tveir føroyskir fjallasúkklarar,
Tummas Óli E. Olsen og Uni
Vitalis, hava um vikuskiftið
luttikið í Dansk Downhill
Cup. Hetta var 2. teinur, og
hann varð súkklaður í Vejle.
Súkklast skuldi ein teinur í
undanbrekku, og tað gekst
serliga væl hjá Una Vitalis.
Hann
lá
leingi
nummar
tvey av teimum áleið 45
súkklarunum við tíðini 0:50:96,
men tá teir seinastu stinnastu
súkklararnir
gjøgnumførdu
teinin, datt Uni aftur á eitt
samlað 5. pláss. Tummas Óli E.
Olsen hevði nakrar avbjóðingar
við
vátu
trærótunum
á
teinunum og mátti tvær ferðir
niður at liggja. Tað kostaði,
og hann bleiv nummar 27 við
tíðini 1:05:68.
FORMIL 1
Fyri fyrstuferð í ár gjørdust
Mercedes-koyrararnir, Lewis
Hamilton og Valtteri Bottas,
ikki nummar eitt og tvey, tá
ið tað í gjár varð koyrt kapp í
Monaco. Teir fingu tó fyrsta- og
triðjapláss við ávikavist Lewis
Hamilton og Valtteri Bottas,
meðan Sebastian Vettel frá
Ferrari gjørdist nummar tvey.
Lewis Hamilton var fremstur
frá byrjan til enda. Hann varð
trýstur av Max Verstappen frá
Red Bull, men hann fekk eina
tíðarrevsing og endaði nummar
fýra.
Danski
kappkoyrarin,
Kevin Magnussen, ið koyrir
fyri Haas, bleiv nummar 12. Í
samlaðu kappingini er Lewis
Hamilton framvegis fremst
ur (137 stig) frammanfyri lið
felagan, Valtteri Bottas (120
stig).
Sebastian
Vettel
er
nummar trý (82 stig).
FR. ÍTRÓTTUR
Annað umfar av Betri-stór
kapping var á Tórsbreyt í
Havn leygardagin, og her varð
eitt nýtt føroyskt met sett. Tað
var Margit W. Fríðmundsdóttir,
sum setti hetta metið í 200
metra renning. Hon rann teinin
við tíðini 26,57, og tað var betri
enn tað nú falna føroyska
metið, ið hon sjálv átti við
tíðini 26,82 frá oyggjaleikunum
í Gotlandi í 2017. Finalan í Betri-
stórkappingini verður 15. juni,
eisini tá á Tórsbreyt.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen og teir
úr Bjerringbro-Silkeborg koma
ikki í DM-finaluna í ár. Tað er
greitt eftir at teir í gjár taptu
seinnu DM-hálvfinaluna 34-32
ímóti Aalborg og harvið taptu
2-0 í dystum. Bjerringbro-Silke
borg var aftanfyri 18-13 í hálv
leikssteðginum, og hóast teir
megnaðu at berja seg upp á 30-
30 stutt fyri leiklok, so koppaði
tað skeiva vegin. Føroyski
høgri vongurin, sum nýliga enn
einaferð er úttikin á danska
landsliðið,
gjørdi
annars
sítt hesaferð og skeyt sjey
mál. Í bronsudystinum skal
Bjerringbro-Silkeborg
spæla
ímóti taparanum av GOG og
Skjern. Teir dystast í triðju og
avgerandi hálvfinaluni hós
kvøldið.
ÍSHOKKI
Finnland gjørdist í gjár heims
meistari í íshokki. Hetta var
púra óvæntað og mett sum
ein av størstu sensatiónunum
í íshokki-søguni, tí Finnland
hevði als ongan NHL-spælara
(heimsins besta deild, red.)
við, men heldur fyri tað mesta
hevði spælarar úr heimligu
kappingini við. Á vegnum til
heimsmeistaraheitið
vunnu
teir eitt nú á trimum londum
fullmannað við NHL-spælar
um: Svøríki, USA og Kanada.
Finaluna vunnu teir í gjár 3-1 á
Kanada.
KURVABÓLTUR
Tað vera Golden State Warriors
og Toronto Raptors, sum hitt
ast í ársins finaluseriu í NBA.
Favorittarnir úr Golden State
Warriors við Steph Curry á
odda vunnu sína hálvfinalu
seriu greitt 4-0 í dystum ímóti
Portland Trail Blazers, meðan
Toronto Raptors við einum
væl spælandi Kawhi Leonard
á odda hevur spælt seg í
finaluna á fyrsta sinni eftir
4-2-sigur í hálvfinaluseriuni
ímóti Milwaukee Bucks. Fyrsta
NBA-finalan ímillum Golden
State Warriors og Toronto
Raptors verður spæld náttina
til fríggjadagin føroyska tíð.
SÚKKLING
Torkil Veyhe og liðfelagarnir
í danska Riwal Readynez lut
tóku um vikuskiftið í Hammer
Series í Noregi, sum er ein øðr
vísi súkklukapping við trimum
serligum
teinum.
Seinasti
teinurin var ein liðteinur,
og her stóð Riwal Readynez
seg væl. Teir blivu nummar
tvey í B-finaluni og harvið
nummar 10 samanlagt, eitt
nú frammanfyri fleiri kend
World Tour-lið. - Hetta er
imponerandi av monnunum.
Vit halda fast við tað, sum
vit funnu í Yorkshire, og vit
halda fram við at prógva, at vit
hoyra til á hesum støðinum,
sigur ítróttarstjórin hjá Riwal
Readynez, við heimasíðuna hjá
liðnum.
NÝTT FØROYSKT
MET Á 200 METRUM
Margit W. Fríðmundsdóttir hevur sett nýtt føroyskt met á 200 metra teininum. Úti
í heimi hava føroyingar luttikið í eitt nú súkkling, fjallasúkkling og hondbólti