Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Høllin á Hálsi, Tórshavn Leygarkvøldið var fyrsta almenna føroyska boksi­stevn­ an, sum stendur á egn­um bein­ um. Seinast var boksi­stevn­an ein partur av Burn Showdown 2017. Tað vóru 12 boksidystir í fleiri ymiskum aldursbólkum og vektklassum. Við føroyskum eygum vóru høvðusdystirnir, tá teir báðir føroysku boks­ arnir, Bjartur René Nielsen og Ben­jamin Baadsager, vóru í ringinum. Umstøðurnar til boksi­ stevnuna vóru avbera góðar og fleiri av donsku gestunum søgdu, at fyriskipanin til Faroe Fight Night 2019 er væl omanfyri tað, sum tey upp­ liva til amatørstevnurnar í Dan­mark. Størsta avbjóðingin leygar­kvøldið var, at tað vóru lut­falsliga fáir áskoðarar. Í allar aðrar mátir var hetta sum til vanligar boksidystir við inn­ marsj, ljósum, tónleiki og góð­ kendum dómarum. Bjartur: Eg skuldi bara vinna Fyrstur í ringin av før­oy­ing­ unum var Bjartur René Nielsen. Hann boksaði móti Andreas Luy Jensen, ið hevur vunnið DM fyri byrjarar fyrr í ár. Hetta er ein dystur í Elite-bólkinum í vekt­klassanum millumvekt. Her vann Bjartur René Niel­ sen eftir tríggjar um­gangir á tríggjar minuttir. Dómara­at­ kvøðurnar søgdu 4-1 til før­ oyska boksaran. Tað var nógv róp og fagnaður undir og eftir dystin. - Hetta er fantastiskt. Eg skuldi bara vinna á honum og eg fór beint eftir tí. Tað hevði eisini stóran týdning fyri meg, at hoyra vinfólk og áskoð­ ararnar rópa og stuðla mær, sigur Bjartur René Nielsen, sum boksar fyri Tórshavn Boksing, og leggur afturat: -Tað bleiv ikki so taktiskt, sum eg hevði roknað við. Tað bleiv meira ein bardagi. Ring­ urin er lítil og tá blívur tað oftani upp á hendan mátan. Tað er lítið pláss at flyta seg í og instinktini tóku yvir, sigur før­ oyski boksarin, ið kendi á sær, at hann var omana frá byrjan. -Tað var ein góður og harður dyst­ur, sum eg havi glett meg til. Eg visti hvat fyri uppgávu eg hevði. Í fyrstu rundu fór beint eftir honum, og eg føldi at eg vann runduna. Í aðru rundu er tað meiri javnt, har vit báð­ir raka væl, men eg kendi á mær at eg eisini vann hana. Til triðju rundu haldi eg, at eg havi vunnið tvær tær fyrstu, og skal bara geva alt, sum eg havi, for­ telur Bjartur René Nielsen, sum eisini føldi at hann hevði nakað at hevna. - Hann hevur vunnið á ein­ um av okkara fyrr, so nú skuldi eg vinna á honum. Hann bleiv nummar tvey til Sjællands­ meistaraheitið og hann vann DM fyri byrjarar í millmvekt. Eg skuldi bara vinna hann og tað gjørdi og tað eri eg glaður fyri, sigur Bjartur René Nielsen. Blóð upp á tonna Bjartur René Nielsen er glaður fyri stuðulin, sum hann fekk í høllini. Hann sigur millum ann­ að, at tað gav honum nakað, tá orkan gekk undan, at fleiri av hansara vinfólkum hoyrdist í fjøld­ini. Bjartur fekk onkran snudd, men mest fekk hann blóð upp á tonna ti meir. - Eg bleiv raktur í dystinum, men eg føli ikki nakað beint nú. Tað verður kanska øðrvísi, tá eg vakni í morgin. Eg ætli mær at halda fram við at boksa. Eg skuldi boksa til Burn Showtime seinast, men tá breyt eg nøsina. Kapp­ ingarárið í boks­ing er akkurát liðugt, men eg fari at venja í summar og so eri eg til reiðar, tá kappingarárið byrjar aftur, segði Bjartur eftir dystin leygarkvøldið. Hann letur eisini væl at boksi­ stevnuni. - Hetta er ein væl fyriskipað s t e v n a . Amatørstevnurnar í Dan­mark eru ikki á hesum støði­num. Tað verður gjørt nógv burturúr, Bæði Bjartur René Nielsen og Benjamin Baadsager vunnu sínar boksidystir um vikuskiftið, tá Faroe Fight Night 2019 var í høllini á Hálsi leygarkvøldið. Í báðum førunum kókaði høllin, tá føroysku boksarnir vóru í ringinum. – - Hann hevur vunnið á einum av okkara fyrr, so nú skuldi eg vinna á honum, sigur Bjartur René Nielsen BOKSING Faroe Fight Night 2019: BJARTUR OG BENJAMIN BOKSAÐU SEG TIL FØROYSKAR SIGRAR