Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tað eru nógv fólk og nógvir boks­a­r­ar komnir hendan vegin. Vit hava eisini havt eina venj­ing­arlegu seinastu dagar­ nar, sigur Bjartur René Nielsen. Fleiri spennandi dystir Í tíggju av dystunum var talan um boksarar úr ymiskum donsk­u­m boksifeløgum. Onkr­ ir av dystinum vóru bæði hend­inga­ríkir og spennandi. Eitt nú tá Christian T. Ric­ hard úr Team Bredahl vann á William Watson úr AK Jyden. Hesir báðir ungu boks­ar­ nir løgdu nógv fyri og vunnu viðurkenning frá áskoðarunum. Benjamin setti punktum Í 12. og seinasta dystinum vann Benjamin Baadsager úr Tórshavn Boksing á Mago Dubaev úr AK Falken. Benja­ min Baadsager vann eftir tríggj­ar ferðir tríggjar minuttir. Dómarakortini søgdu at Ben­ja­ min Baadsager vann 4-1. Hetta var ein U19 dystur í lættvekt. Aftur hesa ferð kókaði høllin, meðan Benjamin Baadsager legði stórt trýst á Mago Dubaev. Tvær ferðir steðgaði dómarin dystinum, fyri at telja, tí Mago Dubaev ikki megnaði at standa ímóti. Hann fór tó ongantíð í gólvið. Við hesum setti Benjamin Baadsager punktum fyri Faroe Fight Night 2019. Gleðin millum vinir, kenningar og familju var stór eftir dystin. trondur@sosialurin.fo Pætur Albinus Tórshavn Boksing hevur seinastu dagarnar havt vitjan av ikki færri enn 110 donskum boksar­um, venjarum og dómar­um í sambandi við Faroe Fight Night, sum føroyska boksi­felag­ið skipaði fyri á fyrsta sinni. Á skránni hava verið ímill­ um tvær og tríggjar dagligar venj­ingar tvørturum tey mongu luttakandi donsku feløg­ini, og ein væl nøgdur venjari í Tórshavn Boksing, Martin Meng, sigur, at teir hava verið við til at skapt ein heilt nýggjan anda ímillum feløg í danskari amatørboksing. Føroyingar vunnu Ein av royndu boksarunum í Tórs­havn Boksing, sum eisini er venjari og í nevndini, er Bjart­ur René Nielsen. Hann boksaði leygardagin dyst ímóti danska byrjunarmeistaranum, Andreas Jensen frá BK Ørnen í Nakskov. Hetta var í vekt­bólki­ num 75 kilo. Talan var um ein tættan dyst við nógvum hørðum sløg­um, men tá ið avtornaði vann Bjartur dystin við 4-1 í at­kvøðum frá dómarunum. - At vinna á danska byrjun­ ar­meistaranum í sínum debut her heima er stórt fyri tað lítla før­oyska felagið, sigur Martin Meng. Eisini Ben­ja­min Baad­ sager úr Tórs­havn Boks­ing gjørdi ein vørr í kapp­ingini. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna á sæ­lands- og dan­ marks­meistara­num í einum hørðum dysti, har Benjamin vann 5-0 við atkvøðum frá dómarunum. - Vit kunnu bara vera fegnir um úrslitini. Vit hava víst, at vit hava kappingarførar boksar­ar, ið megna at vinna heiðurs­merkir, og vit hava eisini ívst, at vit kunnu skapa karmar um eitt tiltak á professionellum støði, sigur Martin Meng. Góð undirtøka Tveir føroyskir kvinnuligir boks­ar­ar hava eisini vunnið sær eitt sokallað diplom. Hetta fáa tær eftir at standa eina tekn­iska roynd í einum dysti. Tær báðar eru Solveig Arge og Sólrun Magnussen. Av øðrum føroyskum boksar­um, ið vóru í ringinum, vóru Nóa Tummas Jacobsen, Jona­than Malaikev og Sigur­ bjørn Joensen. Martin Meng sigur, at hann kundi hugsað sær at fleiri áskoðar­ar vóru til tiltakið, men at hann kortini er væl nøgdur. - Vit høvdu vónað fleiri áskoðar­ar, men teir 150-200, ið vóru komnir at stuðla okkara boksarum, fingu tað at ljóða sum um høllin var full, sigur Martin og vísir á, at hann vegna larm hevði ilt við at rópa boð inn í ringin til sínar boksarar. - Tað var púra vilt. Nógvir av donsku boksarunum søgdu eisini, at teir ikki kunnu minn­ast slíkan larm til danskar kapp­ingar, sigur hann víðari - Tiltakið var ein so stór succés, at vit í nevndini møtast longu aftur leygardagin fyri at gera av nær Faroe Fight Night skal vera í 2020, sigur Martin Meng at enda. 110 ÚTLEND­ INGAR TIL FAROE FIGHT NIGHT BOKSING Dystur 1: Sebastian Platenkamp (Kolding BK) – Silas Glyholt (Gilleleje BK) 1-4 Christian T. Richard (Team Bredahl) – William Watson (AKJyden) 5-0 Nils Carstensen (Haslev BK 1976) – Axel Ravnsborg (Køge BK) 0-5 Ibrahim Dubaev (AK Falken) – Marcus Jensen (Nykøbing F) 1-4 Benjamin Uth (Kolding BK) – Shahid Miakhail (Haslev BK 1976) 5-0 Andreas Luy Jensen (BK Ørnen) – Bjartur René Nielsen (Tórshavn Boksing) 1-4 Magnus Christensen (Kolding BK) – Steven Windemuth (Gilleleje BK) 2-3 Rasmus Clemmesen (Hillerød SK) – Ricky Nielsen (Nykøbing Sj. BK) Ricky upp á RSC í 2. rundu* Adil Miakhail (Haslev BK 1976) – Micky Andersen (Team Helsinge) 1-4 Tomas Jefimenkovas (Hillerød SK) – Simon Thomsen (Nykøbing Sj. BK) 0-5 Mark T. Højfeldt (FAK) – Mathias Højer (Lindholm BK) 4-1 Mago Dubaev (AK Falken) – Benjamin Baadsagar (Tórshavn Boksing) 0-5 *RSC (Referee Stopping Contest/ Høvðusdómarin steðgar dystinum) Tórshavn Boksing hevði nøkur rimmar góð úrslit á Faroe Fight Night, sum felagið skipaði fyri um vikuskiftið. Undirtøka og afturmeldingar hava verið so góðar, at ætlanin er at endurtaka tiltakið