Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Hetta er tað ringasta, sum kann henda í fótbólti. At tapa á heimavølli móti Rosenborg. Frustratiónirnar eru ikki til at taka feil av, tá føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, er í horninum eftir dystin hjá Brann sunnukvøldið móti Rosen­borg. Dysturin endaði við, at Brann tapti dystin í evstu løtu. Einsamalla málið í dyst­inum kom tveir minuttir fyri leiklok, tá Babajide David Akin­tola, skoraði sigursmálið fyri Rosenborg. Serliga tá hugsað verður um hvussu ringa byrjan Rosen­ borg hevur fingið, er tað ov vánaligt av okkum ikki at fáa stig burturúr hesum dysti­ num. Men kappingin er løg­in í ár – tað sær út til at øll vinna á øllum í ár, sigur Gilli Rólants­ son Sørensen. Fór av vøllinum av møði Føroyski landsliðsleikarin var júst farin av vøllinum, tá Rosen­borg skoraði sigursmálið. Gilli Rólantsson Sørensen spældi fyrstu 86 minuttirnar av dystinum, og einsamalla málið hjá Rosenborg kom tveir minuttir seinni. Møði var or­ søkin til, at Gilli noyddist av vøllinum. Vit spældu í steypa­kapp­ing­ ini hósdagin, og eg merkti at orkan ikki var tann sama teir seinastu 20 minuttirnar. So tí fór eg av vøllinum. Annars haldi eg at dysturin gekk væl hjá mær persónliga, sigur Gilli Rólants­son Sørensen. Heini og Fremad Amager endaðu við svartaperi Eins ringt var lagið á ein­ um øðrum suðuroyingi um vikuskiftið. Tað var á vág­bingi­ num, Heina Vatnsdal. Sosial­ur­ in hevði fyri tveimum vikum síðani samrøðu við Heina Vatnsdal, sum tá – saman við liðfeløgunum úr Frem­ ad Amager - var um reppið at tryggja sær pláss, sum kundu geva Fremad Amager møgu­ leik­an at spæla um uppflyting til Superliguna. Men úrslitini seinastu tvær vikurnar endaðu við, at Frem­ ad Amager sat eftir við svarta­ peri í næstbestu donsku deild­ ini. Fremad Amager tapti fyrst tepurt á útivølli móti odda­lið­ num Silkeborg mána­kvøldið, og leygardagin tapti Fremad Amager aftur. Tá á útivølli móti Viborg, har støðan endaði heili 4-0 til Viborg. Tí var enda­liga úrslitið í næstbestu deild­ini tað, at Silkeborg flutti bein­ leiðis upp í Superliguna, meðan Viborg og Lyngby skulu spæla um uppflyting móti ávikavist Vendsyssel og Hobro. Brandur kom á máltalvuna í Íslandi Í Íslandi hava fleiri føroyskir lands­liðsleikarar um viku­skift­ ið verið á vøllinum. René Shaki Joensen spældi gott og væl ein tíma fyri Grinda­vík leygardagin, tá Grinda­vík spældi 0-0 javnleik á úti­vølli móti Kópavogi. Og sunnudagin kom Brand­ ur Hendriksson Olsen, sum júst hevur longt sáttmálan við FH, á máltalvuna fyri FH, sum spældi 2-2 javnleik á útivølli móti Fylkir. Brandur H. Olsen skoraði útjavnandi málið til 2-2, tá 62 minuttir vóru spældir av dystinum. Jákup Thomsen spældi eisini frá byrjan hjá FH í tí dystinum. Og seinasti føroyski lands­ liðs­leikarin, Kaj Leo í Bartals­ stovu, spældi sunnu­kvøld­ið ein hálvan tíma fyri Valur, tá hann var innskiftur móti Breiðabliki. Tann dysturin endaði við, at Breiðablikur vann 1-0 móti Vali. Av liðunum, sum teir før­ oysku landsliðsleikararnir spæla við í Íslandi, gongur eitt sindur so sum so. Best úr­ tøku hevur FH, sum í løtuni ligg­ur á fjórða plássi í deildini, meðan René Shaki Joensen og Grindavík í løtuni liggja á sætta plássi í deildini. Ringast gongur hjá liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu. Hann spælir fyri verandi meistararnar í Vali. Valur liggur sum nummar 10 í deild­ini, bert eitt stig uppiyvir niður­flytingarstrikuni. andre@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Tað var ikki fyrrenn móti endanum av dystinum, at Rosenborg fekk sigursmálið móti Gilla R. Sørensen og liðfeløgunum sunnukvøldið. Gilli R. Sørensen lýsir kensluna, sum tí ringastu, ið kann henda í fótbólti Útisetar: GILLI OG BRANN MISTU Á STOKKINUM MÓTI ROSENBORG