Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var tætt, og tað var støðugt spenn­andi í gjárkvøldið, tá ið HB hevði vitjan av KÍ, og dagsskráin var at vinna odda­ sessin. Heidi Sevdal, Rebekka Benha­koura og Julia Naomi Morten­sen hava higartil í ár skorað flest mál, og tær vóru allar framvið, men tað eydnaðist ongum teirra ella nakrari aðrari á heimaliðnum at fáa bóltin framvið Óluvu Allans­dóttir Joensen í KÍ málinum. KÍ sigursmálið skoraði mið­ verjin Ragna Patawary, tá ið tað restaðu átjan minuttir. Eftir horna stýrdi hon við høvdinum bóltin í málið aftanfyri HB málverjan Eyðgerð Mikkelsen. Síðstu løtuna legði HB nógv fyri í roynd at svara aftur og javna, men tað eydnaðist ikki. At HB spenti álopsbogan bar KÍ møgu­leika við sær, men Sigrid Jacob­sen misnýtti, tá ið hon fimm minuttir undan leikloki hevði góðan møguleika at økja um KÍ leiðsluna. KÍ sigurin ber við sær, at KÍ nú er topplið og í løtuni fremsti avbjóðarin av vinna FM, sum tær í Klaksvík vunnu øll árini frá 2000 og fram til 2016. Á Skála vann EBS/Skála, sum bæði í fyrraárið og í fjør vann greipuna, fyrstu stigini í ár, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-1 ímóti B36. FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Teir næstbestu hjá NSÍ eru í løtuni teir bestu í næstbestu deildini. Teir næstbestu hjá Víkingi eru í løtuni teir næstbestu í næstbestu deildini. Nú er 07 Vestur á triðja plássi, men tað er møguleiki fyri, at vestanliðið aftur kann taka toppin, tá ið útsetti dysturin ímóti B71 á útivølli er spældur. Hann er nú ásettur at vera leygardagin 8. juni. Hetta er hvítusunnuaftan. Tað vikuskiftið verður hvørki spælt í bestu ella næstbestu deildini. Tað kemst av, at Føroyar fríggjakvøldið 7. juni klokkan 19.45 skal spæla EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Spania, og at Føroyar mánadagin 10. juni, sum er 2. hvítusunnudag, skal spæla EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Noregi klokkan 19.45. Ein onnur orsøk til, at tað ikki verður spælt í landskappingini í bestu og næstbestu deildini í hvítusunnuvikuskiftinum kemst av, at U-21 lands­lið­ið skal spæla EM undankappingardyst ímóti Kasakstan á heimavølli hósdagin 6. juni. KÍ kløkkaði Leygardagin vóru teir næst­ bestu hjá KÍ í Sørvági, og klaks­ víkingar fóru til hús við ein­um stigi. Úrslitið var 2-2, og tað var óvæntað. Fyri trimum vikum síðani vann 07 Vestur 3-1 í Klaksvík, og undan hesum um­ farinum var 07 Vestur topplið, og KÍ var á fjórða plássi. KÍ vendi beinanvegin í sein­ na hálvleiki 0-1 til 2-1 leiðslu, og klaksvíkingar høvdu gott tak á spælinum, meðan heima­ menninir tóktust vera nøgdir við, at teir vunnu eitt stig. At 07 Vestur ikki megnaði at vinna fulla úrtøku gav møgu­ leika hjá teimum næstbestu í NSÍ at taka toppin, og tað gjørdu teir í Runavík, tá ið teir longu fyrrapartin leygardagin vitjaðu í Hólmanum á Eiði. Martin Klein Joensen var tvífaldur málskjútti, og NSÍ vann 3-1. Í Leirvík var Ingi Jon­hards­ son tvífalur málskjútti, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vun­ nu 3-1 ímóti B68. Tað eru trý lið, sum kunnu flyta upp. Umframt 07 Vestur og B68 er triðja liðið B71. Sand­ oyingum eydnaðist at fara úr Gundadali við einum stigi eftir 3-3 ímóti B36. Superveteranurin Clayton Soares javnaði til 3-3, tá ið tíðin, sum dómarin legði aftrat, var farin. 07 Vestur liggur framvegis væl fyri í kappingini at flyta upp. Vánirnar fyri at tað skal vera ein uppflytari aftrat eru ikki góðar. B68 er fjúrtan stig frá bronsuplássinum, sum kann bera uppflyting við sær, og B71 er fimtan stig frá bronsu­plássi­ num. B71 er bara eitt stig frá níggjunda plássi, og B68 er tvey stig frá níggjunda plássi. Eftir heimatapið ímóti NSÍ bíðar EB/Streymur framvegis eftir fyrsta sigrinum. EB/ Streym­ur er aftast, og HB er næst­aftast. Leygardagin vann HB trivaligan 4-1 sigur ímóti Skála, sum undan hesum um­fari­num bara hevði tapt eina­ferð og vunnið einaferð. Allir hinir átta dystirnir vóru endaðir javnir. Leygardagin stemmaði tað ikki hjá skálamonnum, sum fyri tað mesta runnu aftaná HB. Bæði B68 og B71 eru væl nærri botninum, enn tey eru møguleikanum at flyta upp 1. deild: 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 NSÍ II 11 8 1 2 25 12 +13 25 2 Víkingur II 11 7 3 1 28 12 +16 24 3 07 Vestur 10 7 3 0 22 10 +12 24 4 KÍ II 10 5 2 3 27 18 +9 17 5 B36 II 11 3 3 5 15 23 -8 12 6 Skála II 11 1 8 2 15 16 -1 11 7 B68 11 2 4 5 18 24 -6 10 8 B71 9 2 3 4 17 27 -10 9 9 HB II 11 2 2 7 15 19 -4 8 10 EB/Streymur II 11 0 3 8 17 38 -21 3 Kvinnur støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 KÍ 7 5 1 1 12 5 +7 16 2 ÍF/Vík/B68 7 4 2 1 16 6 +10 14 3 HB 7 4 1 2 23 6 +17 13 4 B36 8 2 0 6 7 18 -11 6 5 EBS/Skála 7 1 0 6 4 27 -23 3 EB/Streymur – NSÍ 1-3 (0-1) 0-1: Martin Klein Joensen 27. 0-2: Andri Benjaminsen 71. 1-2: Teitur D. Olsen 79. 1-3: Martin Klein Joensen 90. Víkingur – B68 3-1 (1-0) 1-0: Ingi Jonhardsson 2. 1-1: Karstin Clementsen 55. 2-1: Ingi Jonhardsson 71. 3-1: Arnbjørn Svensson 77. 07 Vestur – KÍ 2-2 (1-0) 1-0: Solomon Kwao 45. 1-1: Fróði Mørkøre 51. 1-2: Tórur Jacobsen 54. 2-2: Ragnar Weihe 86. HB – Skála 4-1 (2-0) 1-0: Rói av Fløtum 20. 2-0: Daniel Johansen 38. 3-0: Rói av Fløtum 63. 4-0: Jón Krosslá Poulsen 75. 4-1: Leivur Zachariassen 87. B36 – B71 3-3 (2-2) 0-1: Símin Hansen 5. 1-1: Heini í Skorini 8. 1-2: Tijani Mohammed 21. 2-2: Niels Johnsson 34. 3-2: Andreas Thomsen 47. 3-3: Clayton Soares 94. Máltindurin Andrass Johansen B36 6 Bárður J. Heinesen KÍ 6 Clayton Soares B71 6 Ingi Jonhardsson Víkingur 6 12. umfar Fríggjadagin 31. mai NSÍ – B36 Leygardagin 1. juni Víkingur – 07 Vestur NSÍ – B36 B68 – HB Skála - KÍ Máltindurin Heidi Sevdal HB 12 Rebekka Benbakoura HB 6 Julia Naomi Mortensen HB 5 Sunnudagin 2. juni KÍ – EBS/Skála ÍF/Víkingur/B68 KÍ KLØKKAÐI VESTANMENN Við sigri í Gundadali tók fyrrverandi fleirfalda meistaraliðið oddasessin EBS/Skála – B36 2-1 (1-1) 1-0: Bjarta E. Djurhuus 7. 1-1: Sarita Maria Mittfoss 45. 2-1: Birna T. Mikkelsen 67. HB – KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Ragna Patawary 72. Kvinnur: Ragna skoraði sigursmálið