Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Síðani 1988 hava tað verið tíggju stig í bestu deildini. So­ leiðis er tað framvegis. Men støðu­talvan sigur, at nú er ársins kapping av álvara farin í tveir partar. KÍ, B36, NSÍ, Víkingur og HB kappast um FM og euro­ peisku atgongumerkini, og EB/ Streymur, ÍF og AB kapp­ast um at sleppa undan niður­flyt­ ingar­plássunum. Í hvørjum bólki Skála fer at kappast í, ella um Skála verður í onga­mannalandi, fæst at síggja í kvøld og næstu vikurnar. Í kvøld skal Skála spæla kom­ munu­uppgerð í Runavík, sunnu­dagin verður tað granna­ upp­gerð í Sarpugerði í Gøtu, og eftir landsliðssteðgin skal Skála spæla á heimavølli ímóti KÍ og HB. Úrslitini í hesum fýra dyst­ un­um fara at hava stóran týdn­ ing fyri, um Skála skal vera við í stríðnum um heiðurs­merkini og Europa luttøkuna ella ikki. Saðla eftir mótstøðuni Í gjár sást væl, at tey, sum kapp­ast fyri at sleppa burtur frá hóttanini av niðurflyting, eru ógvuliga tilvitað um, hvør dags­skráin er í einstøku dyst­ unum. EB/Streymur var í Klaksvík til­vitað um, at hetta fór ikki at vera dagurin, tá ið lagnan hjá EB/Streymi í kappingini um at sleppa undan at flyta niður, fór at verða avgjørd. Og AB fór heim um ánna og í Gundadal við tí sama í kvitta­ num, sum teir í EB/Streymi fóru til Klaksvíkar við. Hetta fór ikki at vera dagurin, tá ið tað fór at verða lagað undir møgu­leikan hjá AB at sleppa undan botninum og hóttanini av niðurflyting. Stefan er gull verdur TB – ÍF 1-0 Setningurin hjá ÍF, sum saknaði verju­kenda miðvallaran Karl Løkin, var at varðveita mál­ leysa javnleikin við Stórá í Trongis­vági. Tað sá leingi út til at fara at eydnast. Men tíggju minutt­ir undan leikloki var topp­skjúttin aftur uppá spæl. Átjan ára gamli Stefan Radosavljevic skoraði sigurs­málið, og hann er sannur gull­fuglur hjá TB. TB hevur tilsaman skorað tíggju mál í landskappingini, og Stefan Radosavljevic hevur skorað seks av teimum. TB hev­ur higartil vunnið tríggjar sigrar, og teir eru allir vunnir á heima­vølli og við einum máli. Stefan Radosavljevic skoraði seinna málið í 2-1 sigrinum ímóti AB, og hann skoraði sigurs­málið í gjár. TB hevur tríggjar ferðir spælt javnt, og Stefan Rado­ sav­ljevic eigur stóran leiklut í øllum trimum ferðunum, tá ið eitt stig er komið til høldar. Í Fugla­firði endaði tað 2-2, og tá skoraði hann bæði TB mál­ ini. Tað seinna í næstsíðsta minutti. Á heimavølli ímóti HB end­ aði tað 1-1, og tá javnaði Stefan Radosavljevic til 1-1 í síðsta minutti. Á Argjum fyri einari viku síðani, endaði tað 2-2. Tá var Stefan Radosavljevic leik­ bannaður og saknaður. Luc Michael Jeggo, sum skoraði bæði málini á Argj­ um, var ikki við í gjár. Álops­ spælarin Ivan Ivanovic er komin fyri seg eftir langan skaða­steðg, og tá ið teir tríggir – Ivan Ivanovic, Luc Michael Jeggo og Stefan Radosavljevic – allir vera tøkir, verður tað markantur styrkur hjá TB, sum tá fer at hava fleiri streingir at spæla uppá. Málið hjá TB og Stefan Rado­ sav­ljevic bar við sær, at tað nú eru átta stig frá ÍF og fram til TB. Í evstu løtu var tað um reppið, at ÍF javnaði. Liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard vann seg til stóran møguleika, men tað eydn­ aðist ikki at skora. Hetta var hvøkkur fyri TB, sum síðstu lítlu løtuna sá tvær ferðir gula kortið fyri at pjaka sær. Hjá TB hevði tað verið meiri enn harmiligt at missa sigurin. Heimamenninir vóru omaná, og serliga í seinna hálvleiki vóru teir aftur og aftur tætt við, og so var tað, at gullfuglurin Stefan Radosavljevic enn eina­ferð var avgerandi. Patrik tvífaldur málskjútti KÍ – EB/Streymur 4-0 Fótbóltsuppalingina fekk hann í TB. Eftir at hava verið topp­ skjútti hjá B36, og eftir at hava roynt seg í norskum fótbólti, er Patrik Johannesen nú í Klaksvík, har hann er ætlaður at eiga stóran leiklut sum mál­ skjútti. Í gjár skoraði hann tvey mál í 4-0 heimasigrinum ímóti EB/ Streymi. Samantalda máltalið hjá Patrik Johannesen í lands­ kapp­ingini fyri KÍ er fimm. Máltalið er ikki heilt tað, sum tað hevur verið vónað, at Patrik Johannesen skal syrgja fyri, men tað er ikki av leið. Avbjóðingin hjá Patriki og KÍ er, at hann ikki enn hevur skor­að ímóti teimum, sum KÍ kapp­ast við um FM og Europa. Hann hevur skorað eitt ímóti TB, tvey ímóti AB og í gjár tvey ímóti EB/Streymi. Eftir tvey tap ímóti HB og veru­leikan, at nú skal KÍ bara FÓTBÓLTUR KÍ reisti seg aftur og leggur upp til norðoyastevnu fagnað, og TB lyfti seg nærri bjargingini við at økja um munin til ÍF og botnin NÚ ERU TAÐ TVÆR KAPPINGAR